Støðulýsingav ferjunum

Strandfaraskip Landsins hava fingið skipaverkfrøðingar frá Knud E. Hansen at gera eina støðumeting av skipaflotanum hjá Strandferðsluni. Kanningin var gjørd í 2017. Ætlanin var at lýsa støðuna hjá hvørjum einstakum skipi í flotanum hjá Strandferðsluni við greiðum og ikki ov tekniskum orðavali.

Frágreiðingin var fyrst og fremst ætlað leiðsluni á Strandfaraskipum Landsins, men kann eisini nýtast sum kunning til viðkomandi aðalráð, og til politiska umrøðu. Knud E. Hansen hevur valt at nýta ein einfaldan leist, sum er galdandi fyri øll skipini, ið eru Smyril, Teistin, Ternan, Sam, Ritan og Sildberin.

Hóast skipini eru ymisk í stødd, innrætting og hvat maskinaríið viðvíkur, er leisturin snikkaður soleiðis til, at almenna støðan hjá skipunum kann samanberast. Tað vil siga, at tey fáa eina støðumeting fyri sín førleika í mun til almennu krøvini á hvørjum øki sær.

Niðurstøðan í kanningini var, at flotin hjá Strandfaraskip Landsins er gamal við einum miðalaldri, ið liggur um  30 ár.

Samstundis økist ferðafólkatalið, og altjóða krøvini gerast strangari.

Avleiðingarnar av at flotin hevur ein miðalaldur á 30 ár síggjast serliga á tveimum økjum. Annað er, at deyðvektin og lastaevnini eru minkaði munandi, og hitt er, at tæringar í skrokkinum fara at gera um seg.

Harafturat eru umstøðurnar til ferðafólk og manning sjáldan tíðarhóskandi á skipum, sum eru farin upp um ein mansaldur, ella 25 ár.

Niðanfyri sæst ein talva yvir, hvussu Strandferðslan metir flotan uppfylla ymisk viðkomandi krøv. Skoytast skal uppí, at truplu umstøðurnar við lendingarnar í Svínoy, Fugloy og Skúvoy viðvirka í stóran mun til lágu próvtølini hjá Rituni og Sildberanum.

Um vit síggja burtur frá Smyrli og Teistanum, sum skora rættiliga høgt, so fer miðalaldurin av eftirverandi skipum at tátta væl í 40 ár, og tað er ikki nøktandi hjá Strandfaraskipum Landsins at bjóða teimum ferðandi.

 

Smyril (2005)

Smyril, sum er nýggjasta skipið, stendur seg best í støðulýsingini. Skipið verður lýst sum eitt skip, ið er sera væl egnað til vanlig ferðafólk, rørslutarnað, persónbilar og tungan flutning.

Skipið verður mett at vera sera tíðarhóskandi fyri manning og ferðafólk, og manøvrering og maskinarí rigga væl. Mett verður ikki, at trupulleikar verða við kapasitetinum í mong ár, hóast ferðafólka- og bilaflutningurin økist ár undan ári. Strandferðslan hevur tó avbjóðingar við nýggjasta skipinum. Eitt nú er sáttmáli nýliga komin í gildi, ið setir størri krøv til eitt nú hvíld hjá manningini. Hetta hevur við sær, at meiri manning krevst fyri at halda hvílitíðina, og tí vanta nú kømur til manningina. Nøkur vórðu tikin burtur av hotellinum umborð, og har eru færri kømur nú. Størsta avbjóðingin við Smyrli er, at eingin dokk er í Føroyum, sum tekur hann. Tí má hann av landinum í dokk. Ein onnur avbjóðing er, at skuldi okkurt hent við skipinum, er einki sjóvegis samband í Suðuroynna. Í áttatiárunum hevði Strandferðslan bæði Smyril og Teistan, sum kundu avloysa hvønnannan, men Teistin er nú burtur. Tá Smyril skal í dokk, má avloysaraskip finnast. Torført er at finna eitt hóskandi avloysaraskip, serliga tí talan er um so stutt leigumál, at reiðarí hava lítlan áhuga í at leiga skip út til endamálið.

TEISTIN (2001)


Teistin er næstnýggjasta skipið í flotanum, og hann fær góð skoðsmál frá Knud E. Hansen. Hann verður mettur at vera væl egnaður til ferðafólk, persónbilar og tungar bilar. Hann er góður at manøvrera við, og maskinaríið er nýtt og framtíðartryggjað. Alment kann góða skoðsmálið kanska undra, tí mangan hevur verið kjakast um, at bildekkið er ov lítið, og at bíðitíðin at sleppa yvirum er ov long. Hóast eingir trupulleikar eru við ferðafólkakapasitetinum, er veruleikin, at bildekkið er ov lítið til øktu ferðsluna. Fyri at loysa hesa avbjóðing hevur Strandferðslan saman við Alpha Travel ment eina nýggja bókingarskipan, ið verður roynd í løtuni. Kommunalpolitiskt hevur ikki verið undirtøka fyri at brúka skipanina úr Skopun, so har er gamla skipanin við vanligum røðum í gildi. Manningarrúmini á Teistanum eru ov lítil, og eisini eru tey ov fá. Eins og á Smyrli er meira manning komin umborð orsakað av nýggjum krøvum. Strandferðslan hevur loyst hetta við at leiga hús í Skopun til manningina, og tey eru ein eyka útreiðsla. Teistin verður eisini brúktur til at sigla út í Hest, men fólk í Hesti vilja hava fleiri túrar, samstundis sum sandoyingar helst ikki vilja út í Hest á veg í Sandoynna. Trupult er eisini hjá einum so stórum skipi sum Teistanum at manøvrera í Hesti.

 

TERNAN (1980)


Í fleiri ár lá Ternan sum tiltaksskip við bryggju. Tá Másin legði árarnar inn av elli, varð Ritan flutt til svínoyar- og fugloyar-leiðina av nólsoyar-leiðini, og tá vantaði eitt skip har. Avgerð varð so tikin um , at Ternan skuldi røkja leiðina. Skoðsmálini, ið Ternan fær frá Knud E. Hansen, eru alt annað enn góð. Staðfest verður, at hon allarhelst hevur sæð sínar bestu dagar. Víst verður á, at orsakað av herdum krøvum og umbyggingum er skipið vorðið tyngri og tyngri. Frívektin er nú so lítil, at til ber ikki at flyta fleiri enn tveir tungar bilar. Tæringar eru eisini farnar at gera um seg. Knud E. Hansen vísir eisini á, at salongin er ótíðarhóskandi til ferðafólk. Hóast manningarrúm eru umbygd, eru tey enn undir dekki og myrk – og tí eisini ótíðarhóskandi. Ein annar trupulleiki við gomlum skipum er, at tá okkurt ferst, er trupult og kostnaðarmikið at skaffa eykalutir, tí talan er um so gamlar eykalutir, at teir verða ikki framleiddir meira. Hetta var ein trupulleiki herfyri, tá eykalutir kravdust til Ternuna. Umvælingin tók alt ov langa tíð. Ternan siglir hóast alt hetta trúliga aftur og fram millum Havnina og Nólsoy, og nú er ferðafólkatalið vaksið so nógv, at um sumrarnar sleppa bólkar ikki við ella mugu velja annan túr. Um veturin er trupulleikin, at skipið er heldur stórt at føra so lítið av ferðafólki.

Nýggja nólsoyarleiðin kann lutvíst fíggjast av niðurlagda Teistanum, tá Sandoyartunnilin er tikin í nýtslu. Teistin er sera væl fyri og hevur væl dagførdar skipanir.

SAM (1976)


Sam gongur á 43. ári og roynist enn væl sum farmaskip, men fær vánalig ummæli sum ferðamannaskip. Hann verður skírdur ótíðarhóskandi til ferðafólk, og funnist verður at, at rørslutarnað ongar møguleikar hava at brúka skipið. Trupult er m.a. hjá rørslutarnaðum at brúka Sam, tí gáttin til og úr salongini er ov høg. Eisini er myrkt og ov nógvur gangur í salongini frá maskinrúminum. Manningarrúmini eru eisini myrk og ótíðarhóskandi orsakað av gangi. Ferðafólkatalið í Kalsoynni er nógv økt av Kópakonuni. Trongligt kann tí vera á bildekkinum, tí har eru ofta tríggjar røðir. Tá er trongligt bæði at fáa bilar og fólk í land. Ferðafólkatalið minkar ógvusliga, tá háárstíð ikki er. Tá er yvirkapasitetur á Sam, og hann megnar sera væl at nøkta tørvin á øllum flutningi í og úr Kalsoynni.

RITAN (1971)


Ritan verður 50 ár í 2020, og hóast hon frá ferðafólki fær sera góð skoðsmál á svínoyar- og fugloyarleiðini, sæst aldurin væl aftur í støðumetingini. Tæringar eru farnar at gera um seg. Ritan fær tó góð skoðsmál, tá um manøvrering ræður, og umstøðurnar hjá ferðafólki eru á heilt góðari leið. Knud E. Hansen heldur, at skipið als ikki er egnað at flyta rørslutarnað, bæði tí salongin er óegnað til tess, og tí sera trupult er at koma umborð. Eitt er, at skipið kann fáa skaða av at brestast við bryggju. Eitt annað er, at fólk mugu ansa sær, tá tey loypa umborð. Vandin er, at tú loypur í skeivari løtu og dettur niðurímillum. Knud E. Hansen leggur afturat, at soleiðis hevur verið í mong ár á útoyggj. Strandferðslan veit fullvæl, at umstøðurnar eru truplar á ávísum útoyggjum, og hevur tí umbygt dekkini og atkomumøguleikar á skipunum. Eisini hevur hon heitt á avvarðandi myndugleikar at bøta um umstøðurnar á ymsu plássunum.

SILDBERIN (1994)


Sildberin er frá 1994, men er nýliga keyptur og umbygdur til skúgvoyarleiðina. Hóast hetta fær hann ikki góð skoðsmál og verður kallaður avmarkaður. Nevnt verður tó, at skipið manøvrerar væl. Eisini verður nevnt, at umstøðurnar hjá ferðafólki eru góðar, men atkoman í Skúvoy er líka trupul sum í t.d. Fugloy. Ferðafólkatalið stendur ikki í vøkstri, so Knud E. Hansen metir, at Sildberin hevur nøktandi kapasitet at tæna Skúvoynni. Hinvegin verður funnist at, at Sildberin lastar ikki meira enn eitt tons, og at manningin hevur sera vánaligar umstøður umborð. Strandferðslan hevur roynt at bøtt um manningarviðurskiftini við at seta skúr upp at nýta sum skrivstovu á Sandi.

Seinast dagført: 03.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: