BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
1-2 ár2026-2027

Umkoyringarvegur undir KjølinumKlaksvík

Núverandi støða

Ein umkoyringarvegur um Klaksvík hevur ligið í kortunum leingi, og niðan fyri standandi linja var skitserað í 2007.

Endamálið er at fáa gjøgnumgangandi ferðslu uttan um býin. Vegurin var eisini tikin við í lýsingini av tunlunum Norður um Fjall, tá hann eisini kann roknast sum ein avleidd verkætlan av hesum tunlum, ella í besta føri eigur at verða tikin við, tá tunnilslinjur norðan fyri býin ella úr Gerðabønum verða viðgjørdar.

Møgulig loysn

Vegurin er umleið 2.800 m, og knýtt verður í eina rundkoyring, sum gerast skal á vegamótinum Oyrarvegur/Mækjuvegur. Rundkoyring er eisini miðskeiðis á teininum, tí bygt er báðumegin, hóast ferðslan ikki fer inn í bygt øki. Vegurin endar við Norðhavnina. Við hesum vegnum fæst samanhangandi landsvegur uttan um bygt øki um Klaksvíkina, umframt at ferðsla til og úr Norðhavnini ikki neyðturviliga skal koyra ígjøgnum býin. Hægstliggjandi punkt á vegnum er 68 m yvir havinum, og hallið er í mesta lagi 70 ‰.

Sí kortið.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av loysnini og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Møguliga loysnin er ikki prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting.

Loysnin er mett út frá standardprísum fyri líknandi verkætlanir. Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira. Tó kunnu verandi vegir verða nýttir til neyðsynjarflutning, tilbúgvingar, aðra møguliga farleið, tá arbeiði er í tunlinum ella í sambandi við ferðavinnu. Tá eru eisini útreiðslur til rakstur og viðlíkahald íroknaðar. Harafturat er játtanin til rakstur og viðlíkahald minni enn tað, sum mælt verður til.

Í hesi verkætlan er eingin avlopsvegur ella –tunnil, og tí er eingin sparing av rakstri og viðvíkahaldi.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Um linjuføringin Norður um Fjall verður løgd í Gerðabøin, kann umkoyringarvegurin útsetast nøkur ár.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

55-65 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 0,8 mió. kr.
Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing.

Avleiddar verkætlanir

Ongar avleiddar verkætlanir.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Grót frá tunlunum Norður um Fjall kann brúkast til gerð av vegi.

Byggitíð

1-2 ár

Tilmæld tíðarætlan

2026-2027

Seinast dagført: 14.11.2018
m
  • Umkoyringarvegur um Klaksvík

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: