BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
4 ár2030+

Sandvíkartunnil ogumkoyringarvegur um Hvalba

Núverandi støða

Sandvíkartunnilin er smalur og lágur, og ferðslan er lítil. Í 2009 var ársmiðalferðslan til Sandvíkar 204 akfør. Fyrst í januar 2018 búðu 80 fólk í Sandvík. Atkomuvegirnir til tunnilin eru heldur ikki hóskandi til meira ferðslu, og teir eru eisini brattir við longdarhalli oman fyri 140‰.

Møgulig loysn

Nýggjur Sandvíkartunnil er tí ein avleidd verkætlan av Suðuroyartunlinum, sum er ætlaður at koma upp í Sandvík. Nýggi Sandvíkartunnilin liggur í 30 m hædd sandvíkarmegin og 45 m hædd hvalbiarmegin. Longdin verður 2,5 km, og tískil verður hallið á tunlinum 6 ‰. Tunnilsmunnin fer út í ein nýggjan umkoyringarveg um Hvalba, sum fær samband við bygdina í eini rundkoyring sunnan fyri bygdina. Í somu rundkoyring eru eisini vegir til nýggja og gamla Hvalbiartunnilin.
Sí kortið.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av loysnini og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Møguliga loysnin er ikki prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting.
Loysnin er mett út frá standardprísum fyri líknandi verkætlanir.
Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira. Tó kunnu verandi vegir verða nýttir til neyðsynjarflutning, tilbúgvingar, aðra møguliga farleið, tá arbeiði er í tunlinum ella í sambandi við ferðavinnu, og tá eru eisini útreiðslur til rakstur og viðlíkahald íroknaðar. Harafturat er játtanin til rakstur og viðlíkahald minni enn tað, sum mælt verður til, í mun til best hóskandi raksturin, og tí er sparingin lítil. Í hesi verkætlan er eingin avlopsvegur og –tunnil, og tí er eingin sparing av rakstri og viðlíkahaldi.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Mælt verður til, at tunnilin verður gjørdur áðrenn Suðuroyartunnilin.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

230-280 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 2,5 mió. kr.
Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing

Avleiddar verkætlanir

Ongar avleiddar verkætlanir eru, men ein umkoyringarvegur um Trongisvág er avleiddur av hesari verkætlan og einum Suðuroyartunli.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Einki beinleiðis samvirkni er við aðrar verkætlanir, men tunnil og umkoyringarvegur hóska væl saman.

Byggitíð

4 ár

Tilmæld tíðarætlan

2030+

Seinast dagført: 15.11.2018
m
  • Nýggjur Sandvíkartunnil og umkoyringarvegur um Hvalba

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: