BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
1 ár2025

Núverandi støða

Vegasambandið til eystanbygdirnar á Sandoynni fer gjøgnum Sandarlíð. Vegurin er smalur, liggur í brattlendi og hevur trupulleikar av gróti, sum kemur út á vegin. Onkrastaðni er lendið undir vegnum (kanska mest niðanfyri) eisini vánaligt. Í 2014 var gerandisferðslan um samdøgrið 400 akfør um samdøgrið. Í januar 2018 búðu 12 fólk á Skarvanesi, 142 í Skálavík, 66 í Húsavík og 34 í Dali.

Loysn 1

Dagføra verandi veg, víðka hann til tvær farbreytir og tryggja teinin móti omanlopum

Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 2

Dagføra verandi veg og gera ein stuttan tunnil á Líðarenda á 380 m, har vegurin er serliga trupul at breiðka

Sí linjuføringina á kortinum.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Eingin av loysnunum er prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting.

Allar loysnirnar eru mettar út frá standardprísum fyri líknandi verkætlanir.

Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg hava rakstur og viðlíkahald sum avleiðing. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira.

Talvan niðanfyri lýsir hetta sum avlopsveg og –tunnil. Tó kunnu verandi vegir verða nýttir til neyðsynjarflutning, tilbúgvingar, aðra møguliga farleið, tá arbeiði er í tunlinum ella í sambandi við ferðavinnu, og tá eru eisini útreiðslur til rakstur og viðlíkahald íroknaðar. Harafturat er játtanin til rakstur og viðlíkahald minni enn tað, sum mælt verður til, í mun til best hóskandi raksturin, og tí er sparingin lítil.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Loysn 1

Landsverk mælir til at dagføra vegin, víðka hann til tvær farbreytir og tryggja teinin móti omanlopum.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

32-39 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 0,1 mió. kr. Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing

Avleiddar verkætlanir

Ongar avleiddar verkætlanir.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Tað kann vera ein fyrimunur at nýta grót frá Sandoyartunlinum.

 

Byggitíð

1 ár

Tilmæld tíðarætlan

2025

Seinast dagført: 15.11.2018
m
  • Dagføring av verandi vegi ígjøgnum Sandarlíð (Loysn 1)
  • Brotalinjan er tunnil og heila linjan nýggjur vegateinur (Loysn 2)

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: