BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
2 ár2030+

Samband til Svínoyar

Núverandi støða

Fleiri uppskot til betri ferðasamband til Svínoyar hava verið viðgjørd, tó í høvuðsheitum ein nýggj havn.

Talan er ikki um nógva ferðslu, og um ársskiftið 2018 búðu 26 fólk í Svínoy og 37 í Fugloy. Siglt verður við Rituni 2-3 ferðir um dagin vanligar dagar. Hóast íbúgvaratalið er minkandi, veksur talið av ferðafólki.

Nú er sjóvegis samband umframt tyrluflúgving. Uppskot um betri havnarviðurskifti, tunnil og undirsjóvartunlar eru skitseraði.

Loysn 1

Rennistrongur til Svínoyar

Verkætlanin fevnir um 3 ella 4 torn. Eitt syðst á Viðoynni (Bergið) og tvey á Svínoynni; tað eina tornið á Havnatindi og hitt við bygdina. Verður hendan loysnin vald, er neyðugt við einum vegi millum tornið á Berginum og Hvannasund.

Ein annar møguleiki er at hava rennistrong víðari frá Berginum og yvir um Svínoyarfjørð til Borðoynna. Møguleikarnir til ítøkiliga staðseting kunnu kannast nærri, men eitt uppskot er í ein landsynning frá Norðtoftum, sum víst á kortskjalinum niðanfyri.
Sjálvur rennistrongurin er 4,3 km.
2 vognar verða, og teir taka í mesta lagi 60 fólk. Ferðatíðin er góðar 10 minuttir. Harafturat skulu gerast vegur úr Hvannasundi til Bergið og ein á Svínoynni, sum tilsamans eru 6,5 km langir.

Lyftan megnar eina miðalvindferð á 22 m/s; tó tá við niðursettari ferð. Í 2017 vóru ongar vindmátingar á Viðareiði, sum hava mátað miðalvindferðir oman fyri 22 m/s. Mátingarnar skulu takast við fyrivarni, tí tær kunnu vísa ymiskt. Eitt nú vóru 6 dagar í 2015 og 3 dagar í 2016, har mátingarnar vístu eina miðalvindferð oman fyri 22 m/s. Kavadagar órógva ikki farleiðina, og viðlíkahald skal tilsamans gerast eina viku um árið.

Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 2

Ein undirsjóvartunnil til Svínoyar

Undirsjóvartunnilin er 5 km langur og er skitseraður, harumframt ein vegur úr Hvannasundi, sum er 4 km.

Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 3

Nýggj havn Yviri í Havn

Harafturat vegur og tunnil til bygdina. Tunnilin er 2 km. Nýggj ferja er ikki við í verkætlanini.

Alduviðurskiftini Yviri í Havn eru góð í øllum ættum, og kanningar vísa, at havnin verður nýtilig alt árið. Siglingarroyndirnar vísa, at streymurin verður eingin forðing fyri góðari og tryggari atløgu har. Einki er heldur til hindurs fyri, at eitt skip kann liggja í havnini í ringum líkindum. Hinvegin eru atkomuviðurskiftini frá landi sera trupul. Fyri at fáa vegasamband við havnina krevst, at ein tunnil verður gjørdur.

Sí linjuføringina á kortinum.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Eingin av loysnunum er prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting.

Allar loysnirnar eru mettar út frá standardprísum fyri líknandi verkætlanir. Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira.

Tað er ein óvissa í metingini av kostnaðinum av rakstri og viðlíkahaldi fyri loysn 1, av tí at føroyingar ikki hava royndir innan slíka farleið. Leysliga verður mett, at kostnaðurin er umleið 2 mió. kr. um árið, ið kemur undir vanligan rakstur og viðlíkahald, so sum reingerð, streymur og annars smærri ábøtur eftir tørvi.
Ein størri enduríløga má gerast 30. hvørt ár, har kaðalar og onnur útgerð verður skift út. Fleiri kanningar mugu gerast.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósúbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Loysn 1

Mælt verður til Loysn 1, tí tað verður ein høgligari farleið og betri reglusemi fyri ferðafólk og lættan farm.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

180-220 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 2,0 mió. kr.
Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing.

Avleiddar verkætlanir

Tað eru ongar avleiddar verkætlanir, men tað gerst møguligt at halda áfram við rennistronginum til Fugloyar.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Grót frá tunlunum Norður um Fjall kann brúkast til gerð av vegi á Viðoynni úr Hvannasundi til tað fyrsta tornið.

Byggitíð

2 ár

Tilmæld tíðarætlan

2030+

Seinast dagført: 13.11.2018
m
  • Linjan sýnir vegagerð til Hvannasunds og rennistrong til Svínoyar, og linjan yvir um Svínoyarfjørð sýnir møguleikan at hava rennistrong har eisini (Loysn 1)
  • Linjan sýnir tunnilsloysnina (Loysn 2)
  • Nýggj havn og tunnil (Loysn 3)
  • Vegagerð í loysn 1 kann sparast við at gera ein styttri veg av Norðtoftum og rennistrong yvir um Svínoyarfjørð

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: