BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
Væntað byggitíð 4 ár (tá er prosjektering og útboð ikki við)2019-2022

Innkomuvegur tilHavnar (1. partur)

Núverandi støða

Ætlanin er at gera veg frá Kaldbaksfjarðarvegnum uttan um verandi bygd økir til Velbastaðvegin. Nýggi Innkomuvegurin vil beina stóran part av ferðsluni uttan um kommunalu vegirnar í Tórshavnar kommunu. Innkomuvegurin er býttur upp í tveir partar. Fyrsti partur fer úr Kaldbaksfjarðarvegnum til Oyggjarvegin, sum víst á mynd 1 niðanfyri, og annar parturin úr Oyggjarvegnum til Velbastaðvegin í Havnardali.

Nógv ferðsla er eftir Kaldbaksfjarðarvegnum, og hetta elvir tíðum til ferðslutøppar á vegnum ímóti Tórshavn. Í 2018 var miðalferðslan eftir hesum vegi 8.900 akfør um samdøgrið (gerandisdagar). Frá 2012 til 2017 var vøksturin 24 %. Væntandi økist ferðslan nógv í syðra parti av hesum vegateini, tá Eysturoyartunnilin letur upp. Øll ferðslan kemur inn í Hoyvík, har nógv ferðsla longu er, og harafturat fer ferðslan úr Hoyvík væntandi eisini at vaksa nógv.

Landsverk hevur gjørt eina framtíðarmynd av ferðslumynstrinum, tá Eysturoyartunnilin letur upp, uttan at Innkomuvegurin verður gjørdur. Ferðslan gjøgnum tunnilin væntast at verða 5.100 bilar um samdøgrið í 2022. Tað merkir, at trýstið lækkar eitt vet á Kaldbaksfjarðarvegnum. Mett verður, at 3.600 fleiri bilar koyra til høvuðsstaðin, eftir at tunnilin er tikin í brúk. Høvuðsparturin av ferðsluni fer eftir Hvítanesvegnum og eftir Eystara Ringvegi, har hon síðani fer sundur. Sí kort niðanfyri.

Í dag skapar ferðslutrýstið við Hvítanesvegin/Eystara Ringveg og við rundkoyringina Eystari Ringvegur/R.C. Effersøesgøta stórar avbjóðingar. Økta ferðslan merkir enn longri bíðirøðir enn í verandi støðu. Hóast fólk velja Vegin Langa við rundkoyringina í Hoyvík, er Sundsvegurin ‘proppurin’, eisini um Blómubrekka er longd til Villingardalsvegin.

Í dag eru morgnar, har bíðirøðir eru á Kaldbaksfjarðarvegnum ímóti Havnini fram við Sandvíkarhjalla. Hetta verður ikki frægari í framtíðini, tá hugsað verður um eitt vaksandi ferðslutrýst. Tað kann fáa avleiðingar fyri trygdina í tunlinum, eitt nú í sambandi við eld.

Landsverk mælir til, at Innkomuvegurin verður gjørdur í fullari longd frá Skarðshjalla og Eysturoyartunlinum til Krákugjógv, áðrenn Eysturoyartunnilin letur upp. Endamálið við Innkomuvegnum er júst at fyribyrgja ferðslutrupulleikum inn og úr Havnini. Um bert partur av Innkomuvegnum verður gjørdur, er neyðugt at leggja lendi av til víðari bygging í framtíðini.

Møguligar loysnir

Samferðslumálaráðið og Tórshavnar Kommuna gjørdu í oktober 2016 semju um, hvussu fyrsta byggistig á Innkomuvegnum skuldi gerast. Avtalan fevndi um at gera Innkomuvegin frá Kaldbaksfjarðarvegnum við Skarðshjalla, umvegis nýggja rundkoyring við Hvítanesvegin, oman fyri munnan til Eysturoyartunnilin, norður um Havnina og til Krákugjógv við Oyggjarvegin. Avtalað var, hvat ávikavist land og kommuna skuldu gera og nær. Seinasti teinurin skuldi vera ein tunnil frá Villingardalsvegnum og vestur eftir til Oyggjarvegin. Hesin nýtist ikki at verða liðugur, tá Eysturoyartunnilin letur upp. Restin av avtaluni skuldi verða framd, tá Eysturoyartunnilin verður tikin í nýtslu.

Enn er ikki endaliga gjørt av, hvussu vegurin skal gerast frá Villingardalsvegnum til Oyggjarvegin (Krákugjógv, har Oyggjarvegurin byrjar).

Hugt hevur verið eftir ymiskum loysnum við at gera veg ella tunnil frá Kaldbaksfjarðarvegnum. Eitt nú tunlar frá rundkoyring við Hvítanes til Vatnaskarðar, til Krákugjógv, ella at tunnilin kemur út vestan fyri Hotel Føroyar. Ferðsluútrokningar vísa, at hesar tunnilsgerðir ikki høvdu loyst ferðsluviðurskiftini í Tórshavn eins væl og ein vegaloysn. Við vegaloysnini er betri møguleiki hjá teimum, sum skulu til ella úr Hoyvík, at nýta vegin. Vegaloysnin er eisini bíligari enn tunnilsloysnirnar. Niðanfyri er vegaloysnin lýst.

Loysn 1

Vegagerð frá Kaldbaksfjarðarvegnum til Villingardalsvegin

Semja er millum Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommunu um at gera veg frá Kaldbaksfjarðarvegnum til Villingardalsvegin. Sí kortið, ið vísir yvirskipað, hvussu Innkomuvegurin verður lagdur.

Sí eisini kort, ið vísir ferðslutøl fyri hendan teinin.

Loysn 2

Vegagerð frá Villingardalsvegnum til Krákugjógv

Við ætlanini um at binda innkomuvegin til Krákugjógv, er ein møgulig loysn at gera veg.

Um vegur verður gjørdur, er vegurin 1,3 km langur. Ferðsluútrokningar vísa, at ikki er neyðugt at gera vegin við 4 breytum í fyrstu atløgu, men at hava tøkt lendi, soleiðis at vegurin kann breiðkast, um økt ferðslutrýstið krevur tað.

Sí kortið, ið vísir vega- og tunnilsloysn.
Sí eisini kort, ið vísir ferðslutøl (eisini galdandi fyri loysn 3).

Loysn 3

Tunnilsgerð frá Villingardalsvegnum til Krákugjógv

Talan kann vera um eina tunnilsloysn, sum orsakað av ferðslunøgdini møguliga skal gerast við tveimum tunnilsrørum, orsakað av væntaðu ferðsluni á teininum.

Tunnilin verður 700 m langur og hevur tilhoyrandi vegagerð á 750 m. Alt eftir, hvussu stór ferðslan verður, er avgerandi, um tunnilin og vegur eiga at verða tvey- ella fýrabreytaði.
 
Áðrenn avgjørt verður, hvørt vegurin skal vera tví-, ella fýrabreytaður, ella at tunnil skal gerast ístaðin, skulu fleiri kanningar gerast av, hvussu ferðslumynstrið væntast at broytast.

Sí kortið, ið vísir vega- og tunnilsloysn.

Loysn 4

Vegamót við Vestara Ringveg/Oyggjarvegin

Ferðslan eftir Ringvegnum og Innkomuvegnum verður væntandi nógv. Hvussu íbindingin í Oyggjarvegin og íbindingin ímillum Oyggjarvegin og Ringvegin verða gjørdar, er tengt at, hvussu nógv ferðsla verður, og hvussu ferðslan í Tórshavnar kommunu verður skipað. Landsverk ger ferðslumodell saman við Tórshavnar kommunu. Modellið er ein meting av, hvussu ferðslan verður í framtíðini. Sjálvt um Innkomuvegurin verður tvíbreytaður, verður møguliga neyðugt at gera fleiri breytir við sjálvar íbindingarnar, so ferðslan glíður betur.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Í kostnaðarmetingini er bara roknað við 2 breytum. Skal vegur ella tunnil gerast við 4 breytum, verður kostnaðurin munandi hægri.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Av tí at Innkomuvegurin er ein stór verkætlan, ið verður gjørd í stigum, er neyðugt at leggja kostnaðarmetingarnar fyri ymsu loysnirnar saman. Hetta er eisini neyðugt, tí loysnirnar fyri allan vegin eru ymiskar.
Fyri vegaloysnina verða loysnirnar 1,2 og 4 lagdar saman, og fyri tunnilsloysnina verða 1,3 og 4. 

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira.

Talvan niðanfyri lýsir hetta sum avlopsveg og –tunnil. Í hesi verkætlan verða allar verandi farleiðir nýttar eftir nýgerð, og tí er eingin sparing av rakstri og viðlíkahaldi.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsan av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, at asfaltera 15-20 hvørt ár og útskifting av bilverju.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Loysn 1+2+4 (Vegaloysn)

Tilmælt verður at gera vegaloysnina, tá hendan er bíligari at gera og í rakstri.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

115-127 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 1,8 mió. kr.
Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing.

Avleiddar verkætlanir

Ongar avleiddar verkætlanir.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Ongar verkætlanir.

Byggitíð

Væntað byggitíð 4 ár (tá er prosjektering og útboð ikki við).

Tilmæld tíðarætlan

2019-2022

Seinast dagført: 15.11.2018
m
  • Eysturoyartunnilin
  • Fyrri partur av Innkomuvegnum (Loysn 1 + vegagerð frá rundkoyringini við Hvítanes)
  • Vegurin javnfjarður við Villingardalsvegin (Loysn 2)
  • Stuttur tunnil (Loysn 3)
m
  • Mynd 2: Verandi ferðslutøl
m
Mynd 3: Framrokningar til 2022, har Eysturoyartunnilin er gjørdur, men ikki Innkomuvegurin.
m
Mynd 4: Framrokningar til 2022. Myndin vísir Loysn 1, har Eysturoyartunnilin er gjørdur og Innkomuvegurin til Villingardalsvegin, sum avtalað millum Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommunu.
m
Mynd 5: Framrokningar fram til 2022, Loysn 2+3, har Eysturoyartunnilin er gjørdur og Innkomuvegurin til Vestara Ringveg við Krákugjógv.

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: