Lesivegleiðing

Lesivegleiðing

Hetta er ein stutt lesivegleiðing til partin um verkætlanir í Samferðsluætlanini
2018-2030. Á hesi síðu sæst yvirlit yvir ymsu verkætlanirnar, og hvussu tær eru raðfestar landafrøðiliga frá norðast til sunnast í landinum. 

Verkætlanirnar eru settar upp soleiðis, at fyrst er ein stutt lýsing av verandi umstøðum, og síðani verður víst á møguligar loysnir til tær avbjóðingar, ið eru. Kostnaðarmeting í 2018 prísum av øllum loysnum verður sýnd á talvum, umframt møguligar sparingar av farleiðum. Tilmælda loysnin verður greinað, og lýst verður, um avleiddar verkætlanir eru, um samvirkan er við aðrar verkætlanir, byggitíð og tilmæld tíðarætlan.

Verkætlanirnar eru lýstar við tekningum og øðrum viðkomandi myndum og kortum, ið síggjast niðast í tekstinum. Verkætlanartalvan aftast í innganginum til samferðsluætlanina vísir, hvørjar verkætlanir eru viðgjørdar, og nær tær eru raðfestar.

Vanlig uppseting av einari verkætlan

» Núverandi støða
» Møguligar loysnir
» Loysn 1
» Loysn 2
» Loysn 3
» Loysn 4
» Kostnaðarmeting 2018
» Rakstur og viðlíkahald
» Tilmæld loysn
» Avleiddar verkætlanir
» Samvirkan við aðrar verkætlanir
» Byggitíð
» Tilmæld tíðarætlan

Í teimum fyrru Samferðsluætlanunum fyri 2008-2020 og 2012-2024 varð valt at nýta 12 ár sum hóskandi áramál fyri flestu ætlanirnar fyri útbygging av samferðslukervinum. Hetta áramálið er tó ov stutt fyri einstakar verkætlanir, og tí eru eisini verkætlanir við longri tíðarsjónarringi tiknar við. Í Samferðsluætlanini fyri 2018-2030 verður líknandi leistur fyri tíðaráseting
av raðfestum ætlanum fyri útbygging av samferðslukervinum fylgdur.

Seinast dagført: 011.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: