BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
1 ár2027

Núverandi støða

Tunnilsmunnin til Sandoyartunnilin verður á kaiøkinum á Gomlurætt, og ætlanin er, at bindast skal í verandi landsveg. Tað merkir, at ferðsla til og úr Sandoynni, sum frammanundan, skal ígjøgnum tveir krappar bugar og eitt longdarhall á vegnum, sum er upp í 80 ‰.

Upprunaliga var ætlanin, at tunnilsmunnin skuldi verða við fyrstu sneiðingina oman til Gomlurætt, soleiðis at sleppast kundi undan krøppu sneiðingunum.
P/F Eystur- og Sandoyartunnilin helt fast í, at tunnilsmunnin skal verða á kaiøkinum. Tískil skal ein nýggjur tilkoyringarvegur til tunnilin gerast í framtíðini, í seinasta lagi áðrenn Suðuroyartunnilin gerst veruleiki.

Loysn 1

Linjuføring er gjørd til nýggjan tilkoyringarveg til Gomlurætt

Vegurin er 1,5 km og hevur eitt longdarhall á 70 ‰. Tað er tó ikki uttan avbjóðingar at leggja veg á lendið, sum har er, og tí kunnu væntast hægri útreiðslur.
Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 2

Tunnil til Havnardal

Fyri at sleppa undan stóru avbjóðingunum, sum eru á Velbastaðhálsi um veturin, kann ein tunnil gerast av Gomlurætt til Havnardal. Tunnilin verður 3,3 km langur við 700 m av vegagerð. Teinurin millum Gomlurætt og Havnina verður tá styttur við 3 km.
Sí linjuføringina á kortinum.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Eingin av loysnunum er prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting.

Allar loysnirnar eru mettar út frá standardprísum fyri líknandi verkætlanir.

Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira.

Játtanin til rakstur og viðlíkahald er sum heild minni enn tað, sum mælt verður til, í mun til best hóskandi raksturin, og tí er sparingin lítil.

Í hesi verkætlan er eingin avlopsvegur ella –tunnil, og tí verður einki spart av rakstri og viðlíkahaldi.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Loysn 1

Mælt verður til at gera nýggja tilkoyringarvegin, tá ferðslan fer upp um 1.200 bilar um samdøgrið.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

25-35 mió. kr. við einum árligum rakstri og víðlíkahaldi á 0,4 mió. kr. Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing

Avleiddar verkætlanir

Ongar avleiddar verkætlanir.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Ein møguleiki er at gera tilkoyringarvegin samstundis sum Sandoyartunnilin verður gjørdur, tí tá er grót/tilfar tøkt. Tað gevur samstundis byggiplássinum meira pláss á havnarøkinum.

Byggitíð

1 ár

Tilmæld tíðarætlan

2027

Seinast dagført: 15.11.2018
m
  • Nýggjur innkoyringarvegur til Gomlurætt (Loysn 1)
  • Linjan er tunnil frá Gomlurætt til Havnardal (Loysn 2)

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: