BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
1 ár2020

Farleið til Skarvanes

Núverandi støða

Vegurin til Skarvanesar er smalur og partur av honum liggur uttarlaga í lendinum. Á einum teini á 400 m er vandi fyri meiri omanlopi. Í 2016 var serfrøðingur úr Noregi á Skarvanesi og kannaði økið. Hann mælti til fjallatrygging við niðan fyri standandi loysn.

1. januar 2018 búðu 12 fólk í Skarvanesi.

Møgulig loysn

Fjallatrygging

Út frá metingum frá norskum serfrøðingi, verður mælt til at fjallatryggja 400 m við neti og boltum. Støðið undir vegnum sær trygt út, men eigur at verða kannað nærri. Á hesum teininum tykist tað vera torført at víðka vegin ella hækka talið av víkiplássum uttan hægri útreiðslur. Ein kostnaðarmeting er bert gjørd fyri fjallatryggingina.
Sí kortið.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av loysnini og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Møguliga loysnin er ikki prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting.

Loysnin er mett út frá standardprísum fyri líknandi verkætlanir.

Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi.. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira. Harafturat er játtanin til rakstur og viðlíkahald minni enn tað, sum mælt verður til, í mun til best hóskandi raksturin, og tí er sparingin lítil. Í hesi verkætlan er eingin avlopsvegur ella –tunnil, og tí er eingin sparing av rakstri og viðlíkahaldi.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, at asfaltera 15-20 hvørt ár og útskifting av bilverju.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Mælt verður til at fjallatryggja 400 m. Um eitt størri omanlop kemur fyri, kann vegasambandið til Skarvanes verða stongt í longri tíð, og eingin onnur møgulig farleið er.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

15-20 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 0,1 mió. kr. Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing

Avleiddar verkætlanir

Ongar avleiddar verkætlanir.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Verður ein byrging gjørd til Skúgvoyar, kann dekkgrót møguliga spreingjast á hesum teininum. Tá kann t.d. ein 25 m breið hill verða gjørd í lendinum. Hesin møguleiki má tó viðgerast nærri, tá teinurin liggur sera høgt.

Byggitíð

1 ár

Tilmæld tíðarætlan

2020

Seinast dagført: 15.11.2018
m
  • Vísur, hvar mælt verður til fjallatrygging
  • Verandi vegur

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: