BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
4 ár2019-2023

Núverandi støða

Vegurin til Dals er smalur, og liggur hann ein langan tein á eini hill, har tað er steyrrætt í havið í niðara borði og eisini høgt uppfyri í ovara borði. Trupulleikar eru av, at tað ryður undan vegnum, og at grót ryður oman á vegin úr erva. Í januar 2019 búðu 34 fólk í Dali.

Verkætlanin at gera tunnil til Dals hevur verið ávegis leingi. Tá Suðuroyartunnilin ikki er ætlaður at koma upp í Dali, skal Dalstunnilin ikki gerast til háferðslu, tí eru fleiri møguleikar upp á loysnir, tá treytirnar eru øðrvísi til tunlar við lágari ferðslu. Ætlanin er, at tunnilstoymið hjá Landsverki skal gera tunnilin. Væntandi kunnu kanningar og prosjektering gerast í 2018, og maskinur fáast til vega.

Landsverk hevur samanborið hesa farleiðina við farleiðina til Fámjins. Um raðfestast skal vegatøkniliga og av trygdarávum, hevur Dalstunnilin hægri raðfesting enn Fámjinstunnilin. Partar av Dalsvegnum eru í so vánaligum standi, at vandi er fyri bæði, at tað ryður undan vegnum, men eisini at grót ryður á vegin. Avleiðingar av hesum eru, at vegurin tí ikki verður farandi eftir í longri tíð.

Frá politiskari síðu er lagt upp til, at tunnilstoymið hjá Landsverki skal gera fýra smærri tunlar, ein Dalstunnil, Tjørnuvíkstunnil, Gjáartunnil og ein Fámjinstunnil. Grundgevingin er, at tað er torført at fáa tær smærru verkætlanirnar raðfestar í Løgtinginum. Tískil verður ein játtan latin tunnilstoyminum hjá Landsverki, og síðani kann landsstýrisfólkið raðfesta smærru tunlarnar.

Loysn 1

Styttri tunnil

Ein Dalstunnil á 2,2 km er teknaður, og ætlanin er, at tunnilstoymið hjá Landsverki skal gera tunnilin. Kostnaðarmetingin er 75-85 mió. kr. Arbeitt hevur verið við eini loysn at fáa tunnilin út oman fyri bygdina. Fjarstøðan millum Húsavík og Dal styttist tá við 1,5 km.
Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 2

Betra og tryggja verandi veg

Av tí at vegurin, sum er 5,4 km langur (Húsavík-Dalur), liggur í brattlendi meginpartin av teininum, kann tað verða umfatandi og dýrt at tryggja og breiðka vegin.
Sí linjuføringina á kortinum.

Loysn 3

Longri tunnil

Tað er gjørt eitt fyribils uppskot til ein longri Dalstunnil, sum tekur hædd fyri, at ein møguligur Suðuroyartunnil kann fara úr Sandvík og fram við Dali. Hendan linjuføringin er 5-600 m styttri enn loysn 2, og fjarstøðan millum Húsavík og Dal styttist við 2,1 km.
Sí linjuføringina á kortinum.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Eingin av loysnunum er prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting.

Metingin er gjørd út frá, at arbeiðið verður boðið út og ikki, at tunnilsliðið hjá Landsverki ger arbeiðið.

Allar loysnirnar eru mettar út frá standardprísum fyri líknandi verkætlanir. Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr. Kostnaðarmetingin í klombur er um tunnilstoymið hjá Landsverki ger arbeiðið.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira. Tó kunnu verandi vegir verða nýttir til neyðsynjarflutning, tilbúgvingar, aðra møguliga farleið, tá arbeiði er í tunlinum ella í sambandi við ferðavinnu, og tá eru eisini útreiðslur til rakstur og viðlíkahald íroknaðar. Harafturat er játtanin til rakstur og viðlíkahald minni enn tað, sum mælt verður til, í mun til best hóskandi raksturin, og tí er sparingin lítil. Í hesi verkætlan er eingin avlopsvegur ella –tunnil, og tí er eingin sparing av rakstri og viðlíkahaldi.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Loysn 1

Landsverk viðmælir ein tunnil, tí mett verður ikki, at ein bøting av verandi farleið er nóg framtíðartryggjað.

Um Landsverk ger arbeiðið til tunnilin, verður mett, at Dalstunnilin við tilhoyrandi vegum kostar 75-85 mió. kr. og ikki 170-200 mió. kr., sum víst í talvuni, ið er ásett, grundað á møguligt útboð.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

170-200 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 1,4 mió. kr.
Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing.
Um Landsverk ger arbeiði, so er kostnaðarmetingin uml. 75-85 mió. kr. 

Avleiddar verkætlanir

Ongar avleiddar verkætlanir.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Ongar verkætlanir.

Byggitíð

4 ár

Tilmæld tíðarætlan

2019-2023

Seinast dagført: 15.11.2018
m
  • Styttri tunnilin, uml. 2,2 km (Loysn 1)
  • Verandi vegur, sum kann dagførast (Loysn 2)
  • Longri tunnilin, uml. 2,9 km (Loysn 3)

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: