BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
1-2 ár2020-2021

Dagføringar á Strondum

Núverandi støða

Ferðslan, ið koyrir á landsvegnum í dag, er fyri tað mesta lokal ferðsla, men tá Eysturoyartunnilin er liðugur og Gøtudalstunnilin gjørdur, fer meginparturin av ferðsluni, sum skal til Gøtu og tað, sum er norðanfyri, væntandi at koyra eftir vestara armi á Skálafjørðinum.

Íbinding til bátahyl á Strondum
Viðurskiftini við verandi íbinding eru vánalig. Íbindingin hevur vánaligt sýni og er brøtt.

Sí mynd 1.

Íbinding við bensinstøð á Strondum
Íbindingin er til verandi bensinstøð og til kommunala vegin, sum er fram við landsvegnum.

Viðurskiftini við verandi íbinding eru óskipað. Tað er ikki greitt frámerkt, hvar koyrt verður inn ella út.

Sí mynd 2.

Íbinding Strandavegur – Hulkavegur
Við verandi íbinding er sýnið vánaligt, og onnur viðurskifti eru eisini, sum gera íbindingina trupla. Av Hulki kemur tung ferðsla, sum ger vandan fyri óhappum og vavið av óhappinum enn størri.

Ferðslan eftir landsvegnum fer væntandi ikki at vaksa nógv, fyrr enn vegur verður gjørdur oman fyri bygdina Skálafjørð, og Gøtudalstunnilin er gjørdur. Tá fer ferðslan til og úr Tórshavn til økini norðanfyri eftir vestara armi á Skálafjørðinum.

Sí mynd 3.

Loysn fyri verkætlan: Íbinding til bátahyl á Strondum

Broyta linjuføring og lyfta vegin upp

Hendan dagføringin er neyðug í sambandi við trygd, tí tá koyrt verður út á landsvegin, er sýnið bæði til høgru og vinstru vánaligt. Vegagerðin fer ikki at krevja meira viðlíkahald enn verandi vegur.

Loysn fyri verkætlan: Íbinding við bensinstøð á Strondum

Skipa verandi íbinding

Umráðandi er at skipa íbindingina, soleiðis at greitt er, hvar koyrt verður inn og út við bensinstøðina. Verandi viðurskifti gera, at fleiri bilar kunnu koyra út á landsvegin samstundis og taka sýnið frá hvørjum øðrum.

Mest loyvda ferðin á Glyvursvegnum/á Byrgi er 80 km/t, og tí er hendan dagføringin eisini neyðug í sambandi við trygd. Vegagerðin fer ikki at krevja meira viðlíkahald enn verandi vegur.

Loysn fyri verkætlan: Íbinding Strandavegur - Hulkavegur

Broyta linjuføring av Strandavegnum og Hulkavegnum

Vegagerðin eigur at verða gjørd, áðrenn Gøtudalstunnilin er liðugur.

Hendan dagføringin er neyðug í sambandi við trygd, tí tá koyrt verður út á landsvegin, er sýnið til høgru vánaligt. Vegagerðin fer ikki at krevja meira viðlíkahald enn verandi vegur.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Eingin av loysnunum er prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting.

Allar loysnirnar eru mettar út frá standard prísum fyri líknandi verkætlanir. Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting. Kostnaðarspennið fyri íbinding við bátahyl er størri, grundað á, at møguliga verður neyðugt at fylla út á sjógv v.m. Kostnaðurin fyri at gera Hulkavegin er størri enn meturprísur grundað á, at vegagerðin er millum verandi hús. 

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg hava rakstur og viðlíkahald sum avleiðing. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki longur skulu røkjast ella viðlíkahaldast.
Talvan niðanfyri lýsir hetta sum avlopsveg og –tunnil, og her vera ongar sparingar.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju.

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Mælt verður til at fremja allar loysnirnar sum eina pakkaloysn, tí við einum Gøtudalstunli broytist ferðslumynstrið. Ferðslan økist sum ein avleiðing av Gøtudalstunlinum.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum (mió):

Íbinding til bátahyl: 0,7-2,5
Íbinding til bensinstøð: 0,6-0,7
Íbinding Hulkavegur: 16,5-18
Tilsamans: 17,8-21,2
Árligur rakstur og viðlíkahald:
Bátahyl: 0,015
Bensinstøð: 0,03
Hulkavegur: 0,1
Tilsamans: 0,145
Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing

Avleiddar verkætlanir

Ongar avleiddar verkætlanir.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Ongar verkætlanir.

Byggitíð

Íbinding til bátahyl á Strondum: 1 ár

Íbinding til bensinstøð á Strondum: 1 ár

Íbinding Strandavegur – Hulkavegur: 2 ár

Tilmæld tíðarætlan

2020-2021

Seinast dagført: 15.11.2018
m
  • Mynd 1: Viðurskiftini við íbinding oman til bátahyl á Strondum eru ikki nóg trygg og eiga at verða dagførd, áðrenn ferðslutrýstið økist.
m
  • Mynd 2: Viðurskiftini við íbinding til bensinstøð og lokalan veg eru óskipaði. Viðurskiftini skulu dagførast, men mugu kannast nærri.
m
  • Mynd 3: Umlegging av Strandavegnum við íbinding oman móti Hulk. Viðurskiftini við íbinding oman á Hulk á Strondum eru ikki nóg trygg og eiga at verða dagførd, áðrenn ferðslutrýstið økist.

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: