BYGGITÍÐTILMÆLD TÍÐARÆTLAN
1 ár2020

Dagføring avKollfjarðartunlinum

Núverandi støða

Fyri 15 árum síðani var farið undir at dagføra nakrar av eldru tunlunum á høvuðsvegakervinum við trygdarútgerð. Verkætlanir vóru gjørdar fyri teir 4 tunlarnar á landsvegakervinum, har ferðslan er mest: Norðskálatunnilin, Leynatunnilin, Kollfjarðartunnilin og Leirvíkstunnilin.

Norðskálatunnilin og Leynatunnilin eru liðugt dagførdir, men dagføringar eru ikki gjørdar av Kollfjarðartunlinum og Leirvíkstunlinum. Hesir tunlar hava trygdarskipanir og tekniskar installatiónir, sum ikki lúka treytirnar til tunlar í dag. Millum annað er ringt at fáa armatur til ljós o.a., tí útgerðin er ótíðarhóskandi og verður ikki framleidd longur.

Í dag ferðast 7.500 bilar gjøgnum Kollfjarðartunnilin hvønn dag.

Loysn 1

Tunnilin verður dagførdur við nýggjum LED-ljósum og trygdarútgerð

Hetta verður gjørt, uttan at verandi konstruktión verður broytt.

Loysn 2

Kollfjarðartunnilin verður dagførdur

Hetta er neyðugt, soleiðis at tunnilin lýkur nýggjastu norsku krøvini um trygd og ljós. Tað merkir m.a., at víkipláss skulu gerast.

Kostnaðarmeting

Í talvunum er ein kostnaðarmeting sett upp av hvørjari loysn og árligum útreiðslum av rakstri og viðlíkahaldi (R/V).

Eingin av loysnunum er prosjekterað, og tí er ikki møguligt at gera eina neyvari prísmeting.

Allar loysnirnar eru mettar út frá standardprísum fyri líknandi verkætlanir.

Fyrilit er tikið fyri óvissum í slíkum verkætlanum við ± 10 % í sambandi við eindarprísin, og tí er torført at gera neyvari kostnaðarmeting.
 

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Rakstur og viðlíkahald (R/V)
Øll verkløg eru tengd at rakstri og viðlíkahaldi. Sparingar kunnu vera, um gomlu vegirnir ella tunlarnir ikki skulu røkjast ella viðlíkahaldast meira. Harafturat er játtanin til rakstur og viðlíkahald minni enn tað, sum mælt verður til, í mun til best hóskandi raksturin, og tí er sparingin lítil.

Í hesi verkætlan er eingin avlopsvegur ella –tunnil, og tí verður einki spart av rakstri og viðlíkahaldi.

Rakstur: Rakstraruppgávur fevna um at veita streym til ljósútgerð, vanligt reinhald, reinsing av dreni og veitum, vetrarhald og vegamerking.

Viðlíkahald: Útskifting av perum í ljósútbúnaðinum, asfaltering 15.-20. hvørt ár og útskifting av bilverju. 

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Loysn 1

Landsverk mælir til, at tunlarnir verða dagførdir við neyðugari trygdarútgerð og nýggjum ljósum.

Henda loysnin verður mett at geva ”mest trygd” fyri íløguna.

Kostnaðarmeting í 2018 prísum:

27-33 mió. kr. við einum árligum rakstri og viðlíkahaldi á 2,0 mió. kr.
Neyvari kostnaður fæst eftir prosjektering og útbjóðing.

Avleiddar verkætlanir

Ongar avleiddar verkætlanir.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Landsverk samstarvar við politi- og brandstøðina viðvíkjandi einari skipan til eftirlit av tekniskum installatiónum í teimum nýggjastu og mest dagførdu tunlunum (Viðareiðis-, Hovs-, Leynar-, og Norðskálatunnilin). Her kunnu løgreglan og Landsverk fylgja við støðuni í tunlunum, og tað sæst um t.d. ein eldsløkkjari verður tikin ella um eldur er í.
Eftirlitið av Kollfjarðartunlinum verður lagt í eftirlitsskipanina saman við hinum tunlunum.

Byggitíð

1 ár

Tilmæld tíðarætlan

2020

Seinast dagført: 15.11.2018

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: