Vegurin um Agnið(Sóljuleið)

Núverandi støða

Vegurin runt Agnið á 4 km gongur frá Æðuvíkarvegnum til Nesveg. Ein partur av vegnum liggur yvir Toftavatni við útsýni yvir vatnið og norður ígjøgnum Skálafjørðin. 

Landslagið her er rættiliga opið við útsýni yvir fjøllini og dalarnar. Vegurin runt Agnið frá íbindingini á Nesi til Æðuvíkarvegin, er í sera vánaligum standi, tí vegurin er sokkin í støðum, og asfaltið vánaligt. Her má koyrast við varsemi.

Í sambandi við at SEV setti myllurnar upp úti í Neshaga í 2013, var vegøksl gjørd frá vegamótinum við Æðuvíkarvegin til vegamótið út til “Mylluvegin”.

Vegøksl og víkipláss:
Vegateinurin frá Nesi til íbindingina í Æðuvíkarvegin er smalri enn 3 m, og vegøksl manglar á stórum parti av vegnum. 

Fleiri víkipláss eru á hesum vegateini, men bert við tað eina ber til hjá einum bussi at víkja. Hini eru øll ov stutt.

Vegateinurin frá íbindingini í Æðuvíkarvegin og íbindingina í Rituvíkarvegin er millum 4-6 m breiður uttan vegøksl. Har smalast er, eru víkipláss gjørd, soleiðis at tað ber til hjá
tveimum stórum bilum at møtast. 

Vegateinurin frá Nesi til íbindingina í “Mylluvegin” er í sera ringum standi. Vegurin er sokkin og skrædnaður í fleiri støðum og krevur ábøtur. Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar. 

Tilmæld loysn

Mælt verður til, at vegurin verður gjørdur við vegøksl, har í mesta lagi 300 m eru millum víkiplássini. Hesi eiga at verða gjørd soleiðis, at tveir bussar kunnu standa á víkiplássunum
samstundis. Har vegurin er avlagaður og sporslit er, verður neyðugt at gera ábøtur. Eisini er neyðugt at asfaltera allan vegin.

AV TÍ AT STØÐAN ER SO VÁNALIG Á ASFALTINUM Á HESUM TEININUM, VERÐUR NEYÐUGT AT SKELTA VIÐ, AT AKFØR TYNGRI ENN 3,5 TONS IKKI KUNNU KOYRA EFTIR HESUM VEGNUM.

Kostnaðarmeting 2019

Vegakslar og víkipláss:
11 mió. krónur.


Asfalt:
6 mió. krónur.

Avleiddar verkætlanir

Eingin avleidd verkætlan.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Eingin samvirkan.

 

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: