Vegamótá Giljanesi

Núverandi støða

Landsvegurin, sum eisini er ein skúlavegur, er høvuðsfarleiðin til flogvøllin. 

Á Giljanesi eru, umframt íbindingina í skúlan á Giljanesi, eisini fleiri aðrar minni og størri íbindingar. Fleiri av íbindingunum eru sera vánaligar, eins og sýnið heldur ikki er gott. 

Vága kommuna hevur heitt á Landsverk um at gera eina rundkoyring á landsvegnum á Giljanesi, sum kann tryggja skúlavegin. Í hesum sambandi ynskir kommunan at gera
ein veg úr rundkoyringini, sum bindur saman Nesaveg og skúlan við landsvegin. 

Við hesi íbinding ber til at steingja hesar íbindingar, sum ikki eru nøktandi í dag:

» Nesaveg
» Skúlin á Giljanesi
» Eyðanstovugarð
» Íbindingarnar í Jatnaveg 71,77,79

Hetta fer at bera í sær, at ein stórur partur av økinum ‘Húsgarður’ fer at nýta hesa íbinding, umframt at hetta eisini verður høvuðsíbindingin til Ellisheimið, sum í dag
nýtir Kálvalíðveg, sum er ein vánalig íbinding. 

Ársmiðalferðslan fyri 2018 á hesum vegastrekki er 3.800 akfør.

Tilmæld loysn

Mælt verður til at gera eina rundkoyring á landsvegnum á Giljanesi, har miðoyggin hevur ein radius á 10 m.

Kostnaðarmeting 2019

5 mió. krónur.

Avleiddar verkætlanir

Eingin avleidd verkætlan.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Eingin samvirkan. 

 

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: