Vegakerviðí Kalsoynni

Núverandi støða

Í januar 2019 búðu 75 fólk í Kalsoynni í teimum 4 bygdunum, sum eru knýttar saman við 18 kilometrum av landsvegi. Íroknað hetta eru 4 tunlar, ið tilsamans eru góðar 5 kilometrar til longdar. Byrjað var at gera vegakervið í oynni í áttatiárunum, men tað var ongantíð gjørt liðugt. Ferðslan í oynni er væl størri um summarið, tá fleiri ferðafólk ferðast á leiðini. Vegir og tunlarnir eiga at verða liðugt gjørdir, so teir hóska til ferðsluna. 

Peningur hevur verið játtaður til at gera vegir og tunlarnar í Kalsoynni lidnir fyri í fleiri ár. Millum annað er arbeiði gjørt í sambandi við tunnilsmunnarnar, og rýmingarljós og eldsløkkjarar eru settir upp í Trøllanes- og Mikladalstunlinum. Harafturat er loftið í Trøllanes- og Ritudalstunlinum tryggjað við boltum; men Villingardals- og Mikladalstunlarnir mangla enn. Eisini mangla vegakslar á vegunum á Kalsoynni. 

Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar.

Tilmæld loysn

Mælt verður til, at vegirnir og tunlarnir í Kalsoynni verða gjørdir lidnir og tunnilsloftini tryggjaði. Vegbreytin eigur at verða asfalterað av nýggjum, og neyðugt er við vegakslum og betri víkiplássum. Bilverja eigur at verða sett upp, har tað er neyðugt, og tunlarnir dagførdir við hóskandi trygdarútgerð, so sum eldsløkkjarum og rýmingarljósi. Harafturat manglar ein bíðistøð og vesi á havnarøkinum á Syðradali.

 

Kostnaðarmeting 2019

Dagføringar av vegi:
66 mió. krónur (5.500 kr./m).

Trygdararbeiði í tunlum og dagføringar:
10 mió. krónur (5.000 kr./ m).

Bíðistøð við vesi og øðrum hentleikum:
1,5 mió. krónur.

Tilsamans: 77,5 mió. krónur.

Avleiddar verkætlanir

Loysn 1, 3 og 4 hava ein umkoyringarveg undir Kjølinum norður um Klaksvíkina sum avleidda verkætlan. Vegastrekkið er uml. 2,5 km og virkar fyri betri sambandi til Árnafjarðartunnilin, til Norðhavnina, til vinnuøkið við Strond og bygdirnar Haraldssund og Kunoy.
Hetta verður mett at kosta millum 48 og 58 mió. kr.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Tað hevur verið nevnt, at tilfar frá tunlunum kann brúkast til eina nýggja byrging um Haraldssund. Arbeiðið við at gera byrgingina lidna vísir, at tað í høvuðsheitum er dekkgrót, sum manglar. Tilfarið til kjarnuna í byrgingini fæst frá núverandi byrging. Dekkgrót eru so stórir steinar, at teir bert kunnu fáast til vegar frá grótbroti. 

Aðrar verkætlanir sum kunnu fáa gagn av tilfari frá tunlunum er ein umkoyringarvegur oman fyri Klaksvíkina og ein vegur frá Hvannasundi til Bergið, sunnast á Viðoynni, har Landsverk hevur gjørt uppskot um rennistrong til Svínoyar.

 

Seinast dagført: 03.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: