Vága Floghavn - Íbinding

Núverandi støða

Ferðslan til og frá Vága Floghavn er vaksandi. Í 2018 ferðaðust 375.000 ferðafólk um floghavnina. Tað merkir, at dagføringar eiga at gerast, har landsvegurin og aðrir vegir
koma saman. Ein av avbjóðingunum við verandi vegamóti er, at sýnið ikki er nóg gott. Harafturat ganga fleiri fólk millum floghavnina og Hotel Vágar. 

Í 2018 var ársmiðalferðslan í Vágatunlinum umleið 2.500 akfør um samdøgrið, og millum Miðvág og Vatnsoyrar var hon 3.059.

Tilmæld loysn

Kanningar eru gjørdar viðvíkjandi gerð av rundkoyring, har atgongd til floghavnina og vinnuøkið norðan fyri landsvegin kann bindast saman. Har eru tó leivdir frá krígnum, ið hava virði, og eru friðaðar. Orsakað av hesum, verður mælt til, at vegamótið verður flutt longur eystureftir, har sýnið samstundis er væl betri. Her kann ein vinstrasnaringarbreyt gerast við 300 m av vegi. Ein arbeiðsvegur er longu gjørdur har. Samlaði kostnaðurin fyri
verkætlanina er tí minni, enn kostnaðarmetingin her. 

Í sambandi við umbygging av floghavnini, var gongurásin, sum knýtti floghavnina saman við hotellinum, niðurløgd. Tí hendir tað, at fólk eru til gongu á landsvegnum, har einki ljós er.

Tí verður mælt til at gera eina nýggja rás og ljósútbúnað millum vegamótini til floghavnina og hotellið. Frá hotellinum er ein rás til Sørvágs.

Kostnaðarmeting 2019

Frákoyringarbreytir og nýggjur vegur:
7 mió. krónur.


Rás og ljósútbúnaður:
1,2 mió. krónur.

Avleiddar verkætlanir

Eingin avleidd verkætlan.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Eingin samvirkan.

 


Reyða linjan er íbinding til floghavnina, og bláa linjan vísir gongubreyt og vegljósútbúnað.

 

 

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: