Umkoyringarvegurum Kollafjørð

Núverandi støða

Inni í Firði í Kollafirði fer verandi landsvegur ígjøgnum bygt øki. Hetta er partur av høvuðsfarleiðini millum Norðoyggjar/Eysturoy og Tórshavn, og hetta er tann landsvegurin í landinum, har mest gjøgnumkoyrandi ferðsla fer ígjøgnum
bygt øki.

Frá Skálafjørðinum til Havnar er hetta einasti teinur, sum fer ígjøgnum bygt øki.
Framrokningar vísa, at um ein umkoyringarvegur um Kollafjørð verður gjørdur, eftir at Eysturoyartunnilin er latin upp, fellur ársmiðalferðslan gjøgnum bygdina úr 5.000 bilum niður í 3.000 bilar um samdøgrið. Umkoyringarvegurin er tá ikki eins viðkomandi og í dag.

Tilmæld loysn

Ætlanin er at gera nýggjan veg oman fyri bygda økið. Vegurin verður bundin í verandi rundkoyring og verður umleið 2,0 kilometrar til longdar. 

Vegurin fer at lætta um ferðsluna ígjøgnum Langasand og inni í Firði.

Kostnaðarmeting 2019

40 mió. krónur (20.000 kr./m)

Avleiddar verkætlanir

Eingin avleidd verkætlan.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Eingin samvirkan.

 

Seinast dagført: 05.07.2018

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: