Núverandi støða

Vegurin, sum er stívar 7 km langur, gongur frá Velbastað. Teinurin er smalur, liggur høgt og er í støðum brattur. Serliga í vánaligum veðri eru trupulleikar av at koyra til og úr bygdini.
Trupulleikar kunnu vera av oman- og áarlopum. Í oktober 2019 búðu 10 fólk í Syðradali. Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar.

Tilmæld loysn

Verandi vegur kann betrast við víkiplássum, vegøksl, bilverju og øðrum.

 

Kostnaðarmeting 2019

Dagføringar í vegi:
39 mió. krónur (5.500 krónur/ m).

Avleiddar verkætlanir

Eingin avleidd verkætlan.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Grót frá Sandoyartunlinum kann brúkast.

 

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: