Oyrareingir-Signabø

Núverandi støða

Í 2014 var 1 mió. krónur játtað til at dagføra 650 m av landsvegi frá Oyrareingjum til Signabøar. Játtanin rakk ikki til dagføring av øllum teininum, so raðfest var at breiðka og
asfaltera góðar 200 metrar, har mest fekst fyri játtanina. 
Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar.

Tilmæld loysn

Um restin av vegateininum skal dagførast á sama hátt, kostar tað umleið 7 mió. krónur at breiðka og asfaltera íroknað gongubreyt og ljós. Um gongubreytin verður droppað, og
vegurin heldur verður gjørdur sum ein ‘2 minus 1 vegur’, kostar tað umleið 4 mió. krónur at gera allan vegateinin lidnan. Tað er ein tvíbreytaður vegur (6 m), sum verður strípaður til eina breyt. Tá er pláss fyri bæði gongu- og súkkluferðslu í báðum síðum. 

Nógv samskifti hevur verið áður um henda vegateinin, har Landsverk hevur gjørt greitt, at tað kostar umleið 3 mió. krónur at breiðka restina, men tá er asfaltering ikki íroknað. Ein ‘2-1’ loysn hóskar væl til ferðsluna her, og tá er ein gongubreyt ikki
neyðug.

 

Kostnaðarmeting 2019

Breiðkan, asfaltering, gongubreyt og ljós:
7 mió. krónur.


‘2 minus 1’ vegur uttan gongubreyt:
4 mió. krónur.

Avleiddar verkætlanir

Eingin avleidd verkætlan.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Eingin samvirkan. 

 

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: