Múlavegurin(Sóljuleið)

Núverandi støða

Múlavegurin varð gjørdur í áttatiárunum. Vegurin er 7 km langur og liggur millum Norðdepil og Múla. Vegurin er einbreytaður grúsvegur, tó eru einstakir teinar asfalteraðir. Múlavegurin liggur í umleið 80 metra hædd úr Norðdepli og norður til Múla. Vegurin er einasti landsvegur í dag, sum ikki er asfalteraður.

Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar. Bygdin Múli, er ein avfólkað bygd, men húsini verða í dag brúkt sum summarhús. 

Tríggir dvalarvikar eru gjørdir á vegateininum. Ein sunnan fyri bygdina, ein við Krossdalsá og tann seinasti í Ærgisdali.

Tilmæld loysn

Mælt verður til, at gjørdar verða vegakslar fram við vegnum, og at víkipláss verða gjørd við í mesta lagi 300 m frástøðu. Allur teinurin eigur at verða asfalteraður, og teinurin við Svarthamar má asfalterast innan stutta tíð. 

Bilverja manglar á longum teinum, og hetta eigur eisini at verða gjørt.

Kostnaðarmeting 2019

Akslar og víkipláss:
39 mió. krónur.

Asfalt:
9 mió. krónur.

Bilverja:
4 mió. krónur.

Tilsamans:
52 mió. krónur.

Avleiddar verkætlanir

Ongar avleiddar verkætlanir.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Eingin samvirkan.

 

Seinast dagført: 03.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: