Ferðslutrygdarætlan fyri vegateinin - Undir Gøtueiði - Runavík

Núverandi støða

Hesin vegateinurin er partur av høvuðsfarleiðini millum Runavík/Klaksvík og Tórshavn. Vegurin fer ígjøgnum bygt øki í fleiri støðum. Partur av vegnum er kommunalur vegur. 

Roknast kann við, at farleiðin á hesum vegateini fer at verða broytt munandi, tá Eysturoyartunnilin letur upp. Tá fer ein stórur partur av ferðsluni, sum í dag kemur úr Gøtu og norðanfyri, og sum skal til Tórshavn, væntandi at koyra ígjøgnum  Eysturoyartunnilin umvegis Søldarfjørð/Runavík, í staðin fyri, sum í dag, ígjøgnum  bygdirnar Undir Gøtueiði og Skipanes. 

Í dag koyra 5.700 bilar um samdøgrið ígjøgnum Undir Gøtueiði, 6.200 ígjøgnum Søldarfjørð og 6.600 ígjøgnum Glyvrar/Runavík. 

Tá tunnilin letur upp, minkar ferðslan ígjøgnum Undir Gøtueiði/Skipanes niður í eina helvt, meðan ferðslan ígjøgnum Søldarfjørð og Runavík verður umleið tann sama. 

Ferðslumynstrið ígjøgnum Søldarfjørð og Runavík fer tó at broytast. Ferðslan har er í dag umleið líka stór í báðar rætningar. Roknast kann við, at ferðslan fer at broytast soleiðis, at stórur partur av ferðsluni fer at koyra suðureftir í morgunmeldurtíðini og mótsatt  seinnapartin. 

Til samanberingar kann nevnast, at á landsvegnum við Sund, sum er høvuðsfarleið  millum Norðoyggjar/Eysturoy og Tórshavn, er býtið av ferðsluni í morgunmeldurtíðini, at 75 prosent av ferðsluni koyrir ímóti Tórshavn og 25 prosent úr Tórshavn. Í meldurtíðini seinnapartin er sundurbýtingin av ferðsluni øvugt. 

At ferðslumynstrið broytist á henda hátt kann fáa ávirkan á ferðslutrygdina og styrkina á
vegateininum. Serliga fer hetta at ávirka vegamótið á Lambareiði, har frákoyringarbreytir eiga at verða gjørdar, soleiðis at styrkin í vegamótinum ikki verður ávirkað og
kann elva til óhapp. 

Ein ferðslutrygdarætlan fyri allan teinin frá Undir Gøtueiði og til og við Runavík var gjørd í 2011. Ætlanin var gjørd í samstarvi við Runavíkar kommunu og løgregluna. Hendan
ætlan hevur í fleiri ár verið grundarsteinurin í teimum verkætlanum, sum eru gjørdar á teininum síðani 2011.

Tilmæld loysn

Mælt verður til, at frákoyringarbreytir verða gjørdar í vegamótinum við Lambareiði. Eisini  verður mælt til at gera eina dagføring av verandi ferðslutrygdarætlan fyri vegateinin Undir
Gøtueiði – Runavík, og at dagføringin av ferðslutrygdarætlanini eisini umfatar teinin út til Toftir. Í ferðslutrygdarætlanini skal eisini takast hædd fyri vegamótunum í Rókini og á Høganesi.

Kostnaðarmeting 2019

Frákoyringarbreytir við Lambareiði:
700.000 krónur.


Ferðslutrygdarætlan:
250.000 krónur.

Avleiddar verkætlanir

Eingin avleidd verkætlan.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Eingin samvirkan.

 

Seinast dagført: 05.07.2018

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: