Elduvíkarleiðin(Sóljuleið)

Núverandi støða

Elduvíkarvegurin er 8 km langur og liggur á eystursíðuni á Eysturoynni. Henda leiðin er knýtt at Funningsleiðini, og er ein partur av Sóljuleiðunum norðan fyri á Eysturoynni. 

Á leiðini verður tann ferðandi leiddur gjøgnum trý ymisk landsløg, sum á hvør sín hátt eru vøkur. Tað fyrsta fram við Funningsfjørðinum vinstrumegin og Dalkinsfjalli høgrumegin. 

Leiðin gongur síðani runt um fjallið við útsýni norðureftir og endar í Elduvík. Bygdin er vøkur og liggur við endan á dalinum við 
útsýni yvir fjørðin og oyggjarnar norðanfyri. 

Vegurin til Elduvíkar er ein 4 m breiður einbreytaður vegur, sum er sera vánaligur í støðum. Hann er óslættur, tí asfaltið er slitið, og nógv stór hol eru í asfaltinum. Á sumri 2019 verður vegurin asfalteraður, har hann er ringast. 

Við ársbyrjan 2019 búðu 16 fólk í Elduvík. Ársmiðalferðslan er minni enn 500 bilar.

Tilmæld loysn

Vegøksl eigur at verða gjørd.

Kostnaðarmeting 2019

Dagføringar av vegi:

Øksl:
44 mió. krónur (5.500kr./ m).

Asfaltering:
8 mió. krónur ( 1.300.000 kr./km)

Avleiddar verkætlanir

Eingin avleidd verkætlan.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Eingin samvirkan.

 

Seinast dagført: 03.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: