Dagføring av Kunoyartunlinum

Núverandi støða

Verðandi farleið Norður um Fjall, úr Klaksvík og norður til Árnafjarðar og víðari til Norðdepils, varð tikin í nýtslu, tá tunlarnir vóru latnir upp í ávikavist 1965 og 1967.

Tunlarnir hava bert eina koyribreyt og lúka ikki nútíðarinnar krøv til hædd, breidd og trygdarútgerð. Fríhæddin er 3,2 m og breiddin 3,5 m, og kunnu tí stór akfør ikki fara gjøgnum tunlarnar. Tunlarnir eru ein fløskuhálsur til norðara partin av Norðuroyggjunum.

Í 2018 var gerandisferðslan um samdøgrið 1.400 akfør, sum eru tald vestan fyri Árnafjarðartunnilin. Í januar 2018 búðu 355 fólk á Viðareiði, 245 í Hvannasundi, 166 í Norðdepli, 1 í Depli, 2 á Norðtoftum og 64 í Árnafirði.

Tilmæld loysn

Mælt verður til at arbeiða víðari við Loysn 1, tí hon vissar um ferðslutryggari linjuføring enn Loysn 3 og er bíligari enn Loysn 2, hóast umkoyringarvegur skal gerast.

 

Kostnaðarmeting 2019

10-12 mió. krónur.

Avleiddar verkætlanir

Eingin avleidd verkætlan.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Eingin samvirkan.

 

Seinast dagført: 03.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: