Viðmerkingar og tilmæli

Um ætlanin er at taka í nýtslu gjaldsskipanir og harvið fáa gjaldstunlar, eigur hetta at vera væl gjøgnumhugsað. Fyrilit má takast fyri, at fleiri av tunlunum avloysa nakrar vánaligar
farleiðir, har tað kann vera ótryggari at koyra. Til dømis er Hovstunnilin komin fyri Hovsegg sum høvuðsfarleið í Suðuroy. Um vit seta eitt gjald á tunnilin, kann tað bera í sær, at fleiri velja gamla vegin ístaðin. Fleiri av hesum gomlu vegunum eru longu niðurraðfestir í dag í samband við viðlíkahald. Gomlu vegirnir eru ikki longur í standi til at klára eina økta ferðslu, og tað er tí ótryggari at velja hesar vegir. Gjaldsstøðirnar eiga at verða settar soleiðis, at tað ikki eru aðrar møguligar vandamiklar farleiðir at koyra eftir.

» Um onnur ella fleiri avgjøld verða løgd á bileigarar enn tey,
   ið eru, mælir Landsverk staðiliga til, at peningurin verður
   nýttur til at viðlíkahalda tað, ið rindað verður fyri.

» Um ætlanin er at arbeiða víðari við tunnilsgjaldi, gjaldsstøðum ella øðrum møguligum 
avgjøldum, mælir Landsverk til, at tað verður tikin politisk avgerð um at gera nakrar 
meginreglur fyri, hvussu ein tílík skipan skal byggjast upp. Skipanirnar kunnu verða   hildnar at vera órættvísar, tí tær kunnu seta nakrar eyka forðingar á landsvegakervið. 
Harumframt mugu umsitingarligar útreiðslur og uppsetan av gjaldsstøðum havast í huga.

» Eisini verður mælt til, at aðrir møguligir fíggingarhættir
   verða settir í verk, um gjaldið skal vera tíðaravmarkað. Til
   dømis til verklagið er útgoldið fyri síðani at fella burtur.
   Alternativt at gjaldið lækkar framyvir, og at inntøkan verður
   bundin at fara til rakstur og viðlíkahald. Eitt gjald krevur tó
   umsiting.

» Hóast aðrar fíggjarskipanir enn verandi verða lýstar her,
   mælir Landsverk til at varðveita samhaldsfestið, sum er
   eyðkenni fyri aðrar verkætlanir í samferðslukervinum.

Verandi skipan kann regulerast og verandi gjøld, ið hava við bilognarskap at gera og tær inntøkur, ið fylgja við, kunnu javnførast. Eitt nýtt játtanarbýti av inntøkuni frá verandi
gjøldum er tó ein politisk uppgáva.

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: