Verandiavgjøld

Skrásetingargjald

Skrásetingargjald er eitt avgjald fyri akfør, ið skulu nýtast á vegunum, og verður rindað av persóninum, ið eigur akfarið. Skrásetingarskyldug akfør gjalda harafturat eitt CO2-avgjald í landskassan, tá akfarið verður skrásett. Gjaldið verður ásett eftir, hvussu nógv gramm av CO2 akfarið letur frá sær fyri hvønn kilometur (g/km).

Eitt høgt skrásetingargjald kann bera í sær, at innflutningurin av bilum minkar, men tað merkir eisini, at brennievnisbilarnir verða seinni skiftir út. Ein bilpark við høgum miðalaldri dálkar meira enn nýggjari bilar.

Lækkar avgjaldið hinvegin, kunnu fólk eggjast til at keypa fleiri bilar, og harafturat orkuvinarligari bilar. Svøríki, Týskland og Ongland hava einki skrásetingargjald til persónbilar, og tílíkar tillagingar merkja saman við góðari kunning um umhvørvisvinarligar bilar, at fólk keypa nýggjar bilar, ið dálka minni. Danmark hevur hægsta skrásetingargjald í ES, men einki skrásetingargjald er á hybrid- og el-bilum, ið kosta undir 400.000 krónur. Tó hava danir ætlanir um, at hybrid- og el-bilar eisini skulu rinda skrásetingargjald frá ár 2022. Í dag eru umleið 200.000 el-bilar í Noregi. Frá 2017 til 2018 vaks talið av el-bilum í Noregi við 40 prosentum, og yvir 40 prosent av øllum nýggjum privatbilum, sum verða seldir í dag, eru el-bilar. Avgjald er ei heldur lagt á el-akfør, men MVG-gjaldið kemur í gildið aftur í 2020.

Í Føroyum er áhugin fyri el-bilum eisini vaksandi, og einki MVG, skrásetingargjald ella vegskattur skal rindast, um tú keypir ein el-bil. Í 2016 vóru 21.917 skrásettir persónbilar, harav 12 vóru el-bilar. Í 2017 vóru 22.935 skrásettir persónbilar, harav 18 el-bilar. Í apríl 2019 eru 25.157 skrásettir persónbilar, harav 122 el-bilar. Ein vøkstur á 120 el-bilar í trý ár.

Ein háttur at fáa fólk at keypa umhvørvisvinarligar bilar er, at skrásetingargjaldið kann verða tengt at, hvussu nógv bilurin brennir. Akstovan hevur áður mælt til, at skrásetingargjaldið skal taka støði í CO2 útlátinum, og ikki í nývirðinum á bilinum.
Fyri brennievnisakfør, sum eru skrásetingarskyldug eftir ferðslulógini, verður ásett skrásetingargjald, sum byggir á eitt virðisgjald og eitt CO2-avgjald. Tó er CO2 ongantíð broytt í mun til virðisavgjaldið, og sambært Akstovuni svarar virðisavgjaldið til 90 prosent, og CO2 avgjaldið til 10 prosent. Gjaldið verður rindað í landskassan, samstundis sum akfarið verður skrásett. Henda høvuðskonta fevnir eisini um burturbeiningargjald og umskrásetingargjald.

VEGSKATTUR (VEKTGJALD)
Vegskattur er avgjald, ið verður lagt á skrásett akfør eftir vektini, útláti, nýtslu og drívmegi. Tað vil siga, at tyngri bilar rinda meira í vegskatti enn smærri bilar, tí slitið á vegirnar er størri.

Hækkar vegskatturin ella vektgjaldið, kann hetta bera í sær, at keypsmynstrið av bilum broytist. Um til dømis el-bilar sleppa undan at rinda vegskatt, hevur tað jaligar avleiðingar fyri lokala umhvørvið, tí sølan av el-bilum veksur. Lækkar vegskatturin hinvegin, er lættari at ogna sær akfør við stórum brennievnismotorum, ið dálka.

Danir hava givið gjaldinum nýtt navn og kalla tað fyri ‘grøn afgift’ ella grønt avgjald á føroyskum. Endamálið er, at umhvørvið skal setast á breddan, og at avgjaldið kemur umhvørvinum til góðar. Ein orsøk, ið verður nevnd, um hví gjaldið er sett í verk, er, at tað kann nýtast til handfaring av burturkasti og í øðrum umhvørvissamanhangi. Ein atfinning móti hesum nýggja heitinum er, at nú kann politiski myndugleikin umberast fyri, at minni fígging fer til vegin, tí avgjaldið hevur ein breiðari týdning. Heitið leggur ikki longur upp til, at avgjaldið ger góðan mun á vegunum.

Heitið á avgjaldinum vegskattur og vektgjald merkir upprunaliga, at talan er um pening, ið skal nýtast til vegirnar, tí bilarnir nýta vegirnar og slíta teir, og tískil kundi hendan inntøkan verið nýtt til at menna og viðlíkahalda vegirnar við. Tó er hvørki føroyski vegskatturin ella danska avgjaldið oyramerkt til vegir.

Eitt líknandi gjald, sum føroyskir skattgjaldarar eisini kenna væl, er kringvarpsgjaldið, sum TAKS við lóg krevur inn fyri Kringvarp Føroya. Gjaldið verður kravt inn á sama hátt sum vanligur skattur, heilsutrygd og onnur gjøld. Ein munur á vegskattinum og kringvarpsgjaldinum er, at peningurin, ið TAKS krevur inn til Kringvarpið, verður nýttur til kringvarpsarbeiði uttan politiskaávirkan. Vegskatturin fer tó í landskassan og kemur ikki vegakervinum í nóg stóran mun til góðar.

1. januar 2016 hækkaði vegskatturin við 10 prosentum, men hesin peningur hevur ikki verið undirstøðukervinum til gagns.

Um vegskatturin ella skrásetingargjaldið hækkar, er eingin vissa
fyri, at avlopið fer til landsvegirnar.

BRENNIOLJUGJALD
Avgjaldið verður sett eftir brennievnisnýtsluni.

Tað er eingin loyna, at størsti syndarin innan dálking av umhvørvinum er brennievni, og tað hava ongantíð verið so nógvir bilar pr. høvd í Føroyum sum í dag. Samlaða talið av persónbilum er nú 25.157 persónbilar. Ein grundgeving fyri at hækka gjaldið kann vera í sambandi við veðurlagsbroytingar, men eitt hægri brennioljugjald kann hava ta avleiðing, at eitt nú vørur og tænastur frá vinnuni dýrka, tí flutningurin av vørum gerst dýrari.

Lækkar gjaldið hinvegin, gerst tað meira freistandi at koyra fleiri kilometrar, og nýtslan av vegunum økist, samstundis sum dálkingin veksur. Á sama hátt sum við vegskattinum, er inntøkan av avgjaldinum ikki oyramerkt at fara til umhvørvistiltøk ella viðlíkahald av vegunum.

MVG
MVG merkir meirvirðisgjald, og er ein óbeinleiðis skattur, sum verður roknaður av søluprísinum av vøruni. Tá eitt akfar skal flytast inn til Føroya, skal MVG rindast. Meirvirðisgjaldið er eitt fast gjald á 25 prosent av vøruni. Um akfarið er framleitt í ES, skal inngangandi MVG rindast til TAKS. Er framleiðslan farin fram uttan fyri ES, verður GATT-tollur lagdur omaná.

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: