Onnur møguligavgjøld

BUMMGJALD
Bummgjald ella tunnilsgjald er kent frá bæði Vága- og Norðoyatunlinum, har gjaldsstøð er sett upp inni í tunlunum, ið krevur gjald frá teimum bilum, sum koyra ígjøgnum. Tøkniliga
er hetta eisini væl møguligt at gera inni í flestu av hinum tunlunum í landinum. Tó ikki uttan avbjóðingar.

Til dømis um rindast skal fyri at koyra ígjøgnum allar tunlar ella gjøgnum tunlar við nógvari ferðslu, skal ferðastuðul latast fastbúgvandi, skulu íbúgvar fáa tunnilskort, soleiðis at tey rinda minni, og skulu lesandi og skúlabørn fáa serligan avsláttur? Hvussu við heimatænastu, postbilinum og øðrum tænastum og vinnu? Skulu serligar skipanir setast í verk til frama fyri ávísir bólkar? Við bummgjaldi í tunlunum kann vera trupult at áseta prísir, ið eru rættvísir fyri øll. Hinvegin kunnu øll møgulig undantøk gera, at innkrevjingin gerst ein umsitingarlig byrða.

Gjaldsskipanir við bummgjøldum kunnu vera settar í verk í sambandi við fígging til gerð av landsvegi ella tunlum ella til dagføringar av eitt nú trygdarskipanum í tunlunum. Tað vil siga, at gjald kann krevjast inn í eitt avmarkað tíðarskeið, til verklagið er framt og útgoldið, ella til dagføringar eru framdar, og síðani kann tað fella burtur aftur. Gjaldið kann eisini minka, eftir at verklagið er útgoldið, og avlopið kann fara til rakstur og viðlíkahald. Í Noregi er vanligt at tunlar, brúgvar og eisini bygningar verður fíggjað av inntøku frá nýtsluni av verklagnum. Hesar skipanir eru í høvuðsheitum galdandi í býarøkjum. Vanliga er
afturgjaldingartíðin fyri verkløg, ið verða goldin við bummpengum, 15 ár. Tá verklagið er útgoldið, fer gjaldið úr gildi (Samrøða við norska Vegvesen). Rakstur og viðlíkahald verða ikki rindað við bummpengum. Í
Noregi er ein nytturegla. Tann, ið ynskir at fáa nyttu burtur úr einum verklagi, skal gjalda, og tann, sum rindar, skal fáa nyttu av verklagnum. Peningur til nýgerð, dagføringar, rakstur og viðlíkahald av verkløgum her á landi verður játtaður árliga á fíggjarlógini, undantikið undirsjóvartunlarnir. 

Nakrar avbjóðingar við bummgjaldi kunnu vera. Eitt nú, at bilar savnast í hópatali uttan fyri býin í sethúsabýlingum, tí bilførararnir vilja ikki koyra inn í ásetta gjaldsøki. Bilar parkera til dømis javnan við gjaldstunlarnar í Føroyum, tí fólk velja at koyra saman ígjøgnum hesar. Ein onnur avleiðing av at býta landið upp í sonur, har gjøld verða løgd á ferðsluna, er, at kommunur kunnu verða býttar upp í partar. Eitt dømi kundi verið Brúgvin um Streymin, tí hetta býtir Sunda kommunu í tvey. Í øðrum lagi, at gjald varð tikið í Leirvíkstunlinum, sum hevði býtt Eysturkommunu sundur. Tey flestu av tilboðunum hjá kommununi verða í dag savnaði á Oyrarbakka. Tað merkir, at allir borgarar, sum
búgva í Streymoynni, mugu gjalda fyri at sleppa fram at teimum kommunalu tænastunum. Í Suðuroy kann ein gjaldsstøð verða sett soleiðis, at ávísir borgarar mugu rinda meira fyri at koma til Smyril. Tað er heldur óheppið. 

Ein møguleiki at basa slíkum avbjóðingum er við einum sonevndum borgarakorti, har møguligt er at fáa atgongd til tær vanligu tænasturnar, um tær eru uttan fyri nærøkið.

- Ferðsluavgjøld kunnu hava við sær eina minking í ferðsluni og tí samstundis eina minni inntøku frá bummgjaldinum enn væntað. Ferðslumynstrið lagar seg eftir kostnaðinum at koyra í gjaldsøkjum.

Í HESUM PARTINUM ERU TVEIR YMISKIR MØGULEIKAR LÝSTIR, HAR GJALDSSTØÐIR ERU SETTAR Í ÁVIKAVIST TUNLAR Á LANDI OG VIÐ LANDSVEGIR SUM KNÚTAPUNKT.

Við nýggjastu ferðslutølunum hjá Landsverki, ber til at gera eina meting um, hvørjar inntøkurnar kundu verið frá gjaldsstøðum á landsvegum og tunlum. Einvegis gjaldið verður roknað út í talvunum niðanfyri. Um rakstrarkostnaðurin fyri eina støð er hægri enn inntøkan, verður støðin ikki tikin við. Í talvunum er eisini hædd tikin fyri útreiðslunum av at hava eina gjaldsskipan. Eisini verður víst á, hvussu stórur umsitingarkostnaðurin er av tí samlaða kostnaðinum, ið kemur inn, og hvussu stórur partur av hvørjari krónu fer til umsiting.


Tunlarnir í Føroyum. Tunlar við møguligum gjaldsstøðum
vístar við grønum.

Talvan niðanfyri er dømi um, hvat hevði komið inn við ymsum prísum í tunlunum. Gjaldstunlarnir í roknistykkinum eru Hovs-, Kollfjarðar-, Leyna-, Norðskála- og Leirvíkstunnilin. Tað vil siga 5 gjaldsstøðir. Orsøkin til at hesir tunlar eru brúktir í roknistykkinum er, at teir hava mest ferðslu. Tað loysir seg ikki at leggja eitt gjald á smærri tunlar, tí útreiðslurnar eru hægri enn inntøkurnar.

Trý ymisk dømi eru kannaði, ið ynski hevur verið um at finna fígging til.

DØMINI ERU:

   1. Manglandi viðlíkahald– Her verður kannað, hvussu
       fígging kann finnast til at fáa landsvegahaldið upp á eitt
       nøktandi støði (70 mió. kr.). Kannað verður tískil, hvussu 30
       mió. kr. fáast av eyka inntøkum. Hetta dømið tekur støði í,
       at játtanin til landsvegahaldið framhaldandi er uml. 40 mió.
       kr., sum hon er í verandi løtu.

   2. Manglandi viðlíkahald + eftirsleip – Her verður kannað,
       hvussu fígging verður funnin til at fáa landsvegahaldið upp
       á eitt nøktandi støði og heinta inn eftirsleipið á 15-20 ár
       (90 mió. kr.). Her verður kannað, hvussu 50 mió. kr. fáast
       av eyka inntøkum. Hetta dømið tekur støði í, at játtanin til
       landsvegahaldið framhaldandi er uml. 40 mió. kr., sum hon
       er í verandi løtu.

   3. Fullfíggjað landsvegahald – Her verður kannað, hvussu
       alt landsvegahaldið og eftirsleipið kann fíggjast. Kannað
       verður, hvussu 90 mió. kr. fáast av inntøkum.


Í roknistykkinum verður roknað við, at tað skal gjaldast fyri
hvørja ferð, koyrt verður ígjøgnum tunnilin.

Ein annar fíggingarmøguleiki er at seta gjaldsstøðir upp við landsvegirnar. Gjaldsstøðirnar eru settar upp, har eingin onnur møgulig farleið er. Valdar eru 10 gjaldsstøðir, sum eru
strategiskt staðsettar, serliga í mun til ferðslunøgdina, og at tað ikki eru aðrar møguligar farleiðir at velja at koyra eftir. Brúgvin um Streymin er til dømis ikki vald, tí hon býtir Sunda kommunu í tvey. Staðseting av gjaldsstøðunum er tengt at, hvussu nógvur peningur fæst inn, og tí eru tað ikki allar, ið eru viðkomandi. Júst sum við smærru tunlunum.

Uppskot til staðseting av 10 gjaldsstøðum kring landið:

Møgulig inntøka við gjaldsstøðum á landsvegi:



Í hesum modellinum verður roknað við, at gjaldast skal fyri hvørja ferð, koyrt verður ígjøgnum gjaldsstøðina.

ROADPRICING
Roadpricing er ein skipan, har brúkarin av vegakervinum rindar fyri koyrda teinin. Hetta er í mun til bummpengar, har rindað verður fyri at koyra fram við bummstøðini ella inn í ein gjaldsring. Eitt slíkt gjald kann taka støði í hvørjum koyrda kilometri, hvørjir vegir verða nýttir, slag av akfari og í tíðini á degnum.

Roadpricing kann vera eitt amboð at skipa ferðsluna, og kann minka um ferðsluna, um tað verður mett neyðugt. Avleiðingar kunnu tó vera, har fólk velja aðrar farleiðir, tí tey vilja sleppa undan at rinda, vinnulívið kann merkjast av tí, og kostnaðurin fyri vørur fara upp, og umsiting, eftirlit og skráseting kann gerast drúgt arbeiði.

Í Danmark verður roadpricing nógv umrøtt politiskt. Talsmenn fyri at seta roadpricing í verk siga, at tøknin til at seta í verk roadpricing er klár. Skipanin verður stýrd umvegis fylgisvein, og kanningar hava víst, at neyvleikin er upp til 99 prosent.

Nakrir politikarar kalla roadpricing eitt fet mótvegis einum grønari undirstøðukervi, men eru ikki sinnaðir at gera royndir og vilja heldur hyggja at royndum aðrastaðni í heiminum, har prísir eru rímiligir, og tænastan er nøktandi. Her leggja teir eisini dent á, at útreiðslur til umsiting og embætisarbeiði ikki mugu vera ov høgar. Vissa má fáast fyri, at allar rokningar og prísir eru rættir, og at landið sum minst verður býtt í sonur.

Aðrir politikarar vilja als ikki hoyra um roadpricing, tí tá talan var um at seta roadpricing í verk í Danmark í 2011, var eingin undirtøka, og aðrar loysnir eru viðgjørdar síðani. Síðani eru tað aftur aðrir politikarar, ið síggja fyrimunir við roadpricing, um peningurin verður nýttur til at fíggja verkætlanir við, men tað er alneyðugt, at tað ikki órógvar tey koyrandi ella tarnar ferðsluni á nakran hátt (Roadpricing klar til brug: https://ing.dk/artikel/roadpricing-klar-brug-v-s-df-staar
-stadig-vejen-226193.).

Gjáirnar millum meiningarnar og kjakið sum heild líkist tí frá 2011. Ivasemið um roadpricing skyldast í stóran mun, at fleiri politikarar meta ikki, at tøknin til slíka skipan er tøk enn. Eisini fer umsitingin av skipanini og at býta landið sundur í sonur at hava útreiðslur við sær. Hjá teimum, ið ynskja at seta roadpricing í verk, eru nakrar av høvuðsgrundgevingunum, at soleiðis kann ferðslan lættari skipast, og undirstøðukervið gerast grønari.

Ímillum verkfrøðingar í Danmark er heldur ikki nakað greitt svar at finna um íverksetan av roadpricing, tí 39 prosent svaraðu nei, og 38 prosent ja. Restin svaraði, at tað vistu tey ikki. 1.382 fólk vóru spurd.

SJÁLVKOYRANDI BILAR
Roadpricing kann gerast meira viðkomandi í framtíðini við sjálvkoyrandi bilum. Ein sovorðin bilur kann vera settur til eina GPS- ella fylgisveinaskipan, sum hevur eitt taxametur, ið sigur, hvar, nær og hvussu langt verður koyrt. Um landið verður skipað í sonur, kann bilurin eisini skráseta, hvørja sonu hann koyrir í, og hvat gjald er galdandi á staðnum. Ein slík skipan fer helst at verða meira sjálvvirkandi í framtíðini, og fer væntandi ikki krevja tað sama í umsiting, enn um slíkt gjald varð sett í verk í dag. Hugsast kann, at við snildum bilum á vegunum í framtíðini, verða helst fleiri av verandi gjøldum óneyðug, og ein endurskoðan og umskipan av bæði vegakervinum og gjaldsskipanum má gerast.

Torført er at rokna út frá einari nágreiniligari og liðugt viðgjørdari skipan, har roadpricing er sett í verk. Í eini roynd, har tølini skulu takast við fyrivarni, kunnu vit taka samlaða koyrda talið av kilometrum, sum í dag er umleið 390 mió. km árliga. Um miðalprísurin er settur til 50 oyru/km, verður tað 195 mió. krónur. Gjøld kunnu setast eftir slagi av akfari, CO2 útláti og hvar og nær koyrt verður.

Ein familja, sum koyrir umleið 15.000 km um árið, skal sambært døminum omanfyri gjalda umleið 7.500 krónur. Ein hýruvognsførari, sum koyrir umleið 60.000 km um árið, skal gjalda umleið 30.000 krónur. Spurningurin er, um roadpricing skal heilt ella lutvíst setast í verk í staðin fyri vegskatt ella brennioljugjald, tí árliga roadpricing-gjaldið kann gerast høgt.

FERÐAGJØLD
Á fleiri ferðastøðum í øðrum londum vera ymisk ferðagjøld løgd á ferðafólkini. Eitt ávíst prosenttal kann leggjast omaná eina rokning fyri gisting á hotelli ella Airbnb. Eitt gjald kann leggjast á útlendsku bilarnar, ið koma til landið, eyka gjald fyri leigan av bili ella eitt yvirskipað ferðagjald, sum tey ferðandi rinda, tá tey koma til landið.

Tað sæst á fíggjarlógini í dag, har eitt ferðagjald longu liggur inni. Hetta er eitt gjald, sum tey ferðandi um flogvøllin gjalda, og lutvíst tey við Norrønu. Tann parturin av ferðafólkum, sum ferðast við Norrønu, og eru á einari sonevndari “viking cruise”, sum er ein ferð til Týsklands, og sum eisini er ein rættiliga stórur partur, rinda ikki ferðagjald. Ferðafólk, ið koma til landið við cruise-skipum rinda ikki ferðagjald. Ferðagjaldið var broytt frá 120 krónum til 65 krónur í 2013. Í 2017 komu 11,4 mió. krónur inn í ferðagjaldi. Inntøkurnar verða mettar til 12 mió. krónur í 2018 og 13 mió. krónur í 2019. Í talvuni niðanfyri verður víst, hvussu nógv ferðafólk ferðast til og úr Føroyum í 2018.

 



Ein annar møguleiki kundi verið at lagt eitt avgjald á yvirnáttingar á eitt nú gistingarhúsum. Í 2018 vóru 261.038 gistingar í Føroyum býtt upp í bæði føroyingar og útlendingar í og uttan fyri Streymoynna. Møguleiki er at leggja ymisk gjøld á ymsu gistingarbólkarnar so sum ból og biti, íbúð, hús og kamping, men her verður hugt eftir heildini. Um hesar gistingar tilsamans skulu geva avlop á 30 mió. krónur, soleiðis at peningur verður tøkur til landsvegahaldið á nøktandi støði, skal eitt gjald á 115 krónur leggjast oman á hvørja yvirnátting. Skulu 50 mió. krónur fáast inn til at heinta inn eftirsleipið, skal eitt gjald á 345 krónur leggjast oman á hvørja yvirnátting.

LEIGUBILAR
Tað er torført at finna álítandi tøl í sambandi við avgjald á leigubilarnar í Føroyum, tí eingin samlar hesi tølini inn. Fyritøkurnar, sum hava leigubilarnar, vilja heldur ikki upplýsa, hvussu nógv leigumál, tey hava. Virksemið er nógv størst um summarið, tá vit meta, at tað eru 300 leigubilar virknir í 3 mánaðir. Restina av árinum er nógv minni av virksemi. Tá meta vit, at tað eru 30 virknir leigubilar. Við hesum fortreytunum eru tað umleið 35.000 leigudagar um árið. Ein miðal bilur á flogvøllinum kostar í dag umleið 750 krónur at leiga um dagin. Fyri at tað ikki skal ávirka prísin ov nógv, er neyvan møguligt at leggja meira enn 10 prosent oman á henda prísin. Við einum avgjaldi á 75 krónur fáa vit eina inntøku á umleið 2,6 mió. krónur.

Ein annar møguleiki er at leggja eitt avgjald oman á útlendsku bilarnar, ið koma inn í landið. Í 2016 komu umleið 4.200 útlendskir bilar við Norrønu til Føroya. Her er tískil ikki serliga nógv av eyka inntøku at fara eftir. Um 100 krónur verða lagdar oman á hesar bilarnar, verður inntøkan 420.000 krónur fyri tað.

BENSINSTØÐIR SUM GJALDSSTØÐ
Eitt dømi um eina gjaldsskipan, ið ferðafólk rinda, er at finna í Eysturríki. Har skalt tú keypa ein navnaseðil ella eitt heftimerki at koyra á bilin. Hetta er eitt slag av vegskatti, tú rindar fyri at sleppa at koyra á motorvegunum. Slíkur seðil kann keypast á bensinstøðum og í kioskum. Í Eysturríki eru tey farin undir at menna hesa skipanina, soleiðis at hon verður talgild og brúkaravinarligari.

 

 

Við nýggju talgildu skipanini slepst undan heftimerkjum og leivdum av klistri ella lími á bilrútunum. Seðlarnir kunnu tá keypast hvar sum helst, og tað gerst lættari, um tú eigur meira enn ein bil (Ferðslureglur fyri ferðandi í Eysturríki: https://www.austria.info/dk/overnatning/rejsendertil/tips-til-dig-der-k-rer-i-bil-pa-ferie-til-strig).

FERÐAGJALD SKAL TÆNA FERÐAVINNUNI
Slík gjøld eru ikki óvanlig aðrastaðni, og grundgevingarnar eru ofta, at ferðafólkini kunnu rinda sín part av tí arbeiði, sum verður gjørt í sambandi við ferðavinnuna. Tað nýtist ikki at vera neiligt hjá tí ferðandi, men gjaldið kann lýsast sum, at tann ferðandi er við til at varðveita Føroyar og tey merkisstøð, ið útlendingar eru áhugaði í. Her er serliga vert at nevna tey náttúruøki, ið illa tola gongd av nógvum fólkum, sum til dømis Saksunarvegurin, Gjáarvegurin, Mykines, Múlavegurin og aðrar væl dámdar leiðir.
Peningurin kann harafturat nýtast til varðveitslu av føroyskum mentanar- og arkitekturarvi.

Neyðturviliga eru ferðaavgjøld ikki beinleiðis viðkomandi fyri stovnar sum Landsverk og Strandferðsluna, men av tí at góðar flutningsumstøður eru ein fyritreyt fyri eini væl virkandi ferðavinnu, eiga báðir stovnar at vera við í samskiftinum hesum viðvíkjandi. Eitt slíkt gjald eigur at tæna ferðavinnuni sum heild, har vegakervið og sjóvegis farleiðir eru ein natúrligur partur av teirri menning, sum arbeitt verður við í sambandi við hesa
vaksandi vinnu.

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: