Inngangur til framhald avfíggingarpartinum

Inngangur til framhald av fíggingarpartinum

Sum nevnt í partinum Hvat er eftirsleip? undir høvuðsevninum
Trygt ferðslukervi við skerdum viðlíkahaldi? sæst, at samlaða
eftirsleipið er umleið 375 mió. krónur á tunlum, brúm, asfalti
og síðuøki:

EFTIRSLEIPIÐ BÝTT Í ØKI:

Tunlar: 150 mió. kr
Brúgvar: 25 mió. kr.,
Asfalt: 100 mió. kr.
Síðuøki: 100 mió. kr.

Harafturat kann lesast í partinum Fígging av samferðslukervinum um munin millum inntøku av gjøldum frá bileigarum og útreiðslur til samferðslukervið, og hvussu inntøkan frá vegskatti og skrásetingargjaldi einsamøll er væl hægri, enn mettur viðlíkahaldstørvur á landsvegakervinum. Sostatt rindar føroyski bileigarin væl meira í ymsum skattum og avgjøldum í dag enn tað, hann fær út aftur til viðlíkahaldið av landsvegakervinum. Inntøkurnar frá avgjøldum, sum verða álagdar bileigarum at rinda, er nóg mikið til at varðveita verandi virði, heinta inn eftirsleipið innan lutfalsliga stutta tíð og samstundis hava avlop, ið fer í landskassan ella kann nýtast til nýíløgur. Fyri at varðveita verandi virði og samstundis heinta inn eftirsleipið á landsvegakervinum, mælir Landsverk til, at játtaðar verða 90 mió. krónur árliga í 20 ár.

Samferðsluætlanin 2018-2030 varð umrødd í aðalorðaskifti í Løgtinginum 11. apríl 2019, og politiski myndugleikin er varugur við ringu støðuna, ið samferðslukervið er komið í. Politiskt verður eftirlýst, at Landsverk viðger møguligar aðrar hættir at fíggja samferðslukervið við.

Endamálini við øðrum avgjøldum kunnu vera ymisk. Avgjøld í samferðslukervinum kunnu nýtast til fígging av íløgum, rakstri og viðlíkahaldi ella til reguleringar av ferðsluni, soleiðis at ferðslumynstrið kann tillagast nýggjar umstøður. Í Føroyum koyrir ferðslan lutfalsliga ótarnað, samanborið við onnur størri lond. Hóast bilrøðirnar kunnu gerast langar, og bíðitíðin at sleppa framat kann tykjast long, eru tað lutfalsliga munandi longri røðir av bilum í eitt nú Keypmannahavn, har ein kann uppliva at standa í bilrøð og bíða upp í ein tíma. Avbjóðingar eru tó í morgun- og seinnapartsferðsluni, serliga inn og úr Havnini. Tílíkum avbjóðingum slepst valla undan, tá so nógvir bilar fara avstað um somu tíð, men arbeiðið at tillaga ferðslukervið er støðugt, og ábøtur verða framdar við antin ljósskipanum, rundkoyringum, breiðkan av vegum ella við at gera nýggjar farleiðir.

AVGJØLD Í FERÐSLUNI AÐRASTAÐNI
Býráðspolitikarar í Keypmannahavn hava umrøtt ymsar gjaldsskipanir og hava hugt eftir, hvørjar royndir eru aðrastaðni. Sokallaðir gjaldsringar eru gjørdir í London, Stokkhólmi, Singapor og Oslo, har tað frammanundan er siðvenja at rinda fyri at koyra á vegunum. Nevnast kann, at í Oslo er skipanin við gjaldsringum og ‘roadpricing’ í høvuðsheitum ikki sett í verk at stýra ferðsluni, men til frama fyri fígging av íløgum í ferðsluni, til dømis tunlar ella sporvognar.

Í London skalt tú rinda eina upphædd við telefonini, umvegis interneti ella í kioskum. Myndatólini í London halda eisini eyga við, um gjøldini verða rindað, so tað er ikki ráðiligt at sleppa sær undan. Í Stokkhólmi taka myndatól sjálvvirkin mynd av nummarplátum, tá bilar koyra inn í býin. Pengarnir verða síðani kravdir inn við skattarokning. Í Singapor er skipanin grundað á gjaldskort, ið verða sett í ein lesara, sum liggur í bilinum, og á ring- og innkomuvegum eru gjaldsstøðir, ið sjálvvirknar krevja gjald frá kortinum. Í Keypmannahavn hevur verið tosað um at seta eina skipan í verk, ið líkist tí við Stórabelts- og Oyrasundsbrúgvarnar, har bilarnir hava eitt skrásetingartól (kubba) í bilinum, sum ger at gjaldið verður kravt inn sjálvvirkandi, tá farið verður yvir um brúnna. Tað er ein lutfalsliga lættur máti at skipa gjaldið uppá, og tøkniliga er tað eisini lættari at umsita, enn skipanirnar í Stokkhólmi og London, har myndatól vera nýtt.

Kanningar vísa, at orsakað av gjaldsringunum í bæði Stokkhólmi og London, er CO2 útlátið minkað við 8-12 prosentum. Í sambandi við avbjóðingar við CO2 útláti, kann verða álagt akførum, ið dálka mest, at gjalda meira fyri at koyra inn til býirnar. Tað kann hava við sær, at fólk ogna sær minni dálkandi bilar (Frágreiðing: Trængselsafgift i hovedstaden, Vejdirektoratet 2012).

Í 2016 lat Landsverk politiska myndugleikanum eitt notat um, hvussu vegakervið, saman við Vága- og Norðoyartunlunum, millum annað kundi verið fíggjað við brúkaragjaldi, og hvat kostnaðurin kundi verið. Viðgerðin av fíggingini í hesi Samferðsluætlanini tekur lutvíst støði í nevnda notati. Endamálið við notatinum var at lýsa eina støðu, har undirsjóvartunlarnir møguliga skuldu yvirtakast, og hvussu gjøgnumkoyringin skuldi vera ókeypis, og hvussu hetta skuldi fíggjast. Í hesum føri er talan um fígging av núverandi vegakervi og ikki yvirtøku av Vága- og Norðoyartunlunum. Er politiskt ynski um at fremja yvirtøkuna, eru árligu útreiðslurnar av hesum undirsjóvartunlum 6 mió. krónur fyri Vágatunnilin og 8,5 mió. krónur fyri Norðoyartunnilin. Samanlagt umleið 14,5 mió. krónur, har neyðuga fíggingin kemur frá brúkaragjaldi ella umvegis skattin. Samlaðu útreiðslurnar eru dagførdar úr nevnda notati, har tær samanlagt eru 13,5 mió. krónur. 

Raksturin av undirsjóvartunlunum er inntøkufíggjaður og uttan fyri fíggjarlógina. Inntøkan er oyramerkt til rakstur og viðlíkahald av undirsjóvartunlunum, og endar ikki sum fígging av øðrum verkætlanum, sum í stóran mun ikki beinleiðis eru viðkomandi fyri samferðslukervið. Fyri tunlarnar og brúkaran av teimum, er hetta ein fyrimunur. Á landi er støðan øðrvísi, har arbeiðið at reka og viðlíkahalda tunlarnar er tengt at játtanini, ið politiski myndugleikin á hvørjum ári letur landsvegahaldinum. Eitt alment partafelag, ið varðar av nýtsluinntøku, hevur fríari teymar at reka tað verklagið, hetta er stovnað til, uttan at politiska skipanin setir treytirnar. Politiska landslagið tykist ikki vísa rakstrinum ella viðlíkahaldinum av verkløgum nóg stóran áhuga, og hetta tarnar arbeiðinum hjá Landsverki at halda støðið á landsvegum, tunlum og brúm á einum nøktandi og sámiligum støði. 

Um yvirtøka av undirsjóvartunlunum verður framd, verður staðiliga mælt til, at játtanin fylgir við, soleiðis at tunlarnir framhaldandi verða hildnir í góðum og tryggum standi.
 

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: