Fígging og skipanav verkætlanum

Niðanfyri verða fýra høvuðsmyndlar fyri, hvussu verkætlanir kunnu fíggjast, lýstir nærri. Hesir myndlar verða nýttir aðrastaðni, og teir tryggja, at peningur fer til ítøkiligu verk-
ætlanina.

TAÐ FINNAST NÓGVIR YMISKIR HÆTTIR AT FÍGGJA OG SKIPA VERKÆTLANIR EFTIR, MEN TEIR FÝRA HØVUÐSMYNDLARNIR, SUM VERÐA NÝTTIR Í DAG ERU:

» BOOT-myndilin; nevndur »Build-Own-Operate-Transfer«

» PPP-myndilin; nevndur »Public-Private Partnership«

» Lánitrygd-myndilin – Alment partafelag

» Almenn verkætlan

BOOT-MYNDILIN
BOOT myndilin er eyðkendur við, at eitt privat felag ígjøgnum tillutað loyvi fær ábyrgdina av at prosjektera, byggja, fíggja, reka og viðlíkahalda eina verkætlan, til dømis ein tunnil, í eitt ávíst áramál (20-30 ár). Privata felagið skal seta pening í. Írestandi fíggingin verður fingin til vega gjøgnum lántøku á kapitalmarknaðinum. Tá loyvistíðin er av, fellur verkætlanin til landið. Fyrimunirnir við eini slíkari loysn eru, at rentustøðið hjá landinum
neyvan ávirkast, og at íløgan kann framskundast, tí hon liggur uttan fyri politiska ávirkan. Vansin er, at tað verður dýrari hjá brúkarunum, orsakað av at privata felagið má rinda
eina hægri rentu fyri lántøkuna, tí kredittvirðið er lægri enn hjá tí almenna. Harumframt krevur eginkapitalurin eina væl hægri rentu/avkast, enn hjá tí almenna. Hesin hægri meirkostnaðurin, ið privata felagið skal renta, verður lagdur oman á kostnaðin. Hetta er sjálvandi treytað av, at verkætlanin er trygg, soleiðis at skilja, at fíggjaravtalur við lánveitararnar vera hildnar.

PPP-MYNDILIN (PUBLIC-PRIVATE PARTNERSHIP)
Í hesum myndlinum gera landið og eitt privat felag partnaraavtalu undir nærri ásettum treytum um bygging, rakstur, fígging og viðlíkahald í einum loyvistíðarskeiði. Ein týðandi munur millum BOOT og PPP er, at í PPP-myndlinum er tað landið, ið ber ferðsluváðan, t.e. inntøkusíðuna. Hetta merkir, at landið tryggjar privata felagnum eina fasta avtalaða minstu inntøku, aftur fyri at felagið lýkur nærri avtalaðar ásetingar í sambandi við verklagið og raksturin av hesum. Slíkar ásetingar fevna vanliga um liðugtgerð av verkætlanini til ásetta tíð, krøv um atkomuleika hjá brúkarum, krøv um viðlíkahaldsstøði og trygdar,- og tilbúgvingarviðurskiftir.

Eftirsum tað almenna ber inntøkuváðan, verður fíggingarkostnaðurin lægri enn í BOOT-myndlinum. Ein avleiðing í PPPmyndlinum er, at meðan tað almenna ber inntøkuváðan, fellur avlopsinntøkan av eini meirferðslu til privata felagið.

LÁNITRYGD-MYNDILIN (ALMENT PARTAFELAG)
Hesin hátturin minnir nógv um PPP-myndilin og er nógv nýttur í Norðurlondum. Eitt nú til sambandið um Stórabelt, Oyrasund og føroysku undirsjóvartunlarnar. Eyðkennið er,
at ábyrgdin fyri bygging, rakstri og viðlíkahaldi verður latin einum almennum partafelag, ið virkar undir somu rættarligum treytum sum eitt privat partafelag. Verkætlanin verður fíggjað á kapitalmarknaðinum við almennari trygd. Tað merkir, at fíggjarkostnaðurin
verður munandi lægri enn hjá einum privatum felagi. Tað almenna ber í útgangsstøðinum váðan av íløguni og rakstrinum.

Byggiváðanum kann landið sleppa sær undan við at bjóða verkætlanina út, sum er at lata privatar arbeiðstakarar standa fyri byggingini. Eisini er tað upp til almenna felagið, um tað ynskir at bjóða út viðlíkahald og so framvegis. Hesin myndilin leggur støði undir, at prísurin fyri at ferðast er tann bíligasti, samanborið við aðrar loysnir, og hevur tí eisini størst samfelagsligt gagn.

Samanumtikið er tað bíligast at byggja eitt verklag, har tað almenna veitir trygd mótvegis lánveitaranum, tí fíggingarkostnaðurin – tað er rentan til partaeigararnar og lánistovnarnar
– vigar tungt í einum vanligum íløguroknistykki av hesum slagi.

ALMENN VERKÆTLAN Á FÍGGJARLÓGINI
Um ein verkætlan verður fíggjað beinleiðis yvir fíggjarlógina uttan týðandi lántøku, nervar hetta ikki kredittvirði og rentu.

Ein vansi kann tó vera, at verkætlanin er bundin at politisku skipanini, og tann óvissan kann gera tað torført at optimera uppgávuna. Hinvegin eru fyrimunirnir fleiri. Eitt nú at
ferðaprísurin kann ásetast soleiðis, at samfelagsnyttan verður, sum tað almenna ynskir. At verkætlanin kann fíggjast við eini samanseting av beinleiðis brúkaragjøldum og skattainntøkum, ger eisini, at møguleiki er fyri at fíggja verkætlanina á ein meira
samhaldsfastan hátt. Harafturat er ein fyrimunur eisini, at arbeiði er opið, og øll kunnu fylgja við.

Seinast dagført: 05.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: