Ferðsluhagtøl

Í Føroyum skrásetir Føroya Politi á hvørjum ári 500 til 600 ferðsluóhapp. Av hesum verða uml. 100 løgreglufrágreiðingar skrivaðar, har tað ber til at kanna umstøðurnar í sambandi við ferðsluóhappini. Hetta er vanligt við akfars- ella fólkaskaða. Restin av óhappunum síggjast bara í teim løgreglufrágreiðingum, sum vera gjørdar fyri hvørt samdøgur. Ein fimtingur av skrásettu óhappunum eru parkeringsóhapp. Árliga verða uml. 30-40 óhapp við fólkaskaðum skrásett, og í 15-30 av hesum óhappum er rúsdrekka ein orsøk. Seinastu mongu árini eru millum 1 og 6 fólk deyð í ferðsluni um árið.

Í tíðarskeiðinum 1. januar 2014 til 31. desember 2017 hevur politiið skrásett 138 óhapp við fólkaskaðum, av hesum eru:

  • 10 óhapp, har fólk eru deyð
  • 27 fólkaskaðaóhapp í vegamóti (20 % - í grannalondum okkara er talið uml. 40 % )
  • 1 fólkaskaðaóhapp orsakað av seyði (út av 64 óhappum)
  • 25 fólkaskaðaóhapp har fólki til gongu eru innblandaði (út av 39 óhappum)
  • 20 fólkaskaðaóhapp orsakað av rúsdrekka (út av 84 óhappum)
  • 4 fólkaskaðaóhapp í hálku (út av 238 óhappum)

Kanningar frá grannalondunum vísa, at løgreglan bara fær innlit í uml. 10 % av øllum ferðsluóhappum. Í Føroyum skrásetir løgreglan uml. 15 óhapp av seyði um árið, meðan tryggingarfeløgini gjalda endurgjald fyri uml. 300 seyðir, ið eru ákoyrdir í ferðsluni. Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, metir tó, at yvir 1.000 seyðir doyggja um árið orsakað av ferðsluóhappi. Tí er millum annað skipað innsavnan av upplýsingum um óhapp frá skaðastovum og tryggingarfeløgum eitt hent ískoyti til skrásettu óhappini hjá løgregluni. Landsverk hevur tí tikið stig til samstarv við Trygd, Betri og Landssjúkrahúsið um upplýsingar, sum væntast at skula fara í gongd í 2019.

Fyri at gera eina meting av um, á hvørjum teinum og vegamótum flest óhapp henda, eru tvær sundurgreiningar gjørdar, sum vísa talið av óhappum á ávísum teinum pr. km. (tættleiki) og óhapp um árið pr. mió. koyrdan km (frekvens). Tættleiki og frekvensur kann eisini roknast í vegamótum sum óhapp pr. ár og óhapp pr. mió. akfør við vegamót.

Niðan fyri síggjast kort, ið lýsa óhappstættleika og –frekvens. Hagtøl fyri ferðsluóhapp frá løgregluni verða brúkt sum grundarlag fyri, hvar vandar á vegunum kunnu vera. Við einum neyvum yvirliti yvir, hvar óhappini henda og orsøkirnar, so er møguligt at finna hvørji ferðslutrygdartiltøk eru neyðug at seta í verk.  

 

Mælt verður til at menna samstarvið um
ferðsluhagtøl við teir partar, ið varða av
viðkomandi ferðslutølum, soleiðis at farast
kann skynsamt fram við ferðslutrygdartiltøkum.

 


Mynd 9: Óhappstættleiki 2014-2017 (óhapp pr. ár pr. km)
     Grøn linja: Eingin óhapp í tíðarskeiðnum
     Gul: 0,25 óhapp pr. km pr. ár
     Orange: 0,5 óhapp pr. km pr. ár
     Reyð: 1 óhapp pr. km pr. ár
     Svørt: Meiri enn 1 óhapp pr. km pr. ár


Mynd 10: Óhappsfrekvensur (óhapp pr. mió. koyrdan km)
     Grøn linja: Eingin óhapp í tíðarskeiðnum
     Gul: 0,25 óhapp pr. mió. koyrdan km pr. ár
     Orange: 1 óhapp pr. mió. koyrdan km pr. ár
     Reyð: 2 óhapp pr. mió. koyrdan km pr. ár
     Svørt: Meiri enn 2 óhapp pr. mió. koyrdan km pr. ár 

 


Mynd 11: Óhappstættleiki (óhapp pr. ár í vegamóti)
     Blá linja: 0,25 óhapp pr. vegamót pr. ár
     Violett: 0,5 óhapp pr. vegamót pr. ár
     Reyð: 1 óhapp pr. vegamót pr. ár
     Svørt: Meiri enn 1 óhapp pr. vegamót pr. ár

 

Viðvíkjandi neyðugum og fyribyrgjandi ferðslutrygdartiltøkum kann vegamótið Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur takast fram sum dømi. Hetta vegamótið er tað, har flest óhapp henda.


Mynd 12: Ferðsluóhapp í tíðarskeiðnum 2014-2017 í økinum við Eystara Ringveg í Tórshavn

 

Kannað verður, hvat slag av óhappum talan er um, um óhappini tykjast at henda av somu orsøkum, og hvørji tiltøk kunnu fyribyrgja enn fleiri óhappum í framtíðini.


Mynd 13: Óhappstøður fyri tey ferðsluóhapp, ið eru hend í vegamótinum. Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur frá 2014-2017 eru løgd inn á kort

 

Sum tað sæst í mynd 13, eru tað fleiri brot á víkiskylduna, og kann hetta vera orsakað av ringum sýni. Tiltøk, ið kunnu bøta um slíkar støður, eru ferðsluljós og rundkoyringar. Tórshavnar kommuna setti upp ferðsluljós á hesum vegamótinum á sumri 2018. Ferðslumongdin í vegamótinum er tó so mikið stór, at ein rundkoyring er ikki ein hóskandi loysn, og tí vóru ferðsluljósini vald.

Eingin eftirmeting er gjørd um óhapp í hesum vegamótinum, síðani ferðsluljósini vóru tikin í brúk.

Seinast dagført: 08.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: