Um Hovsegg

Leiðin um Hovsegg er partur av gamla landsvegnum í Suðuroy, sum bindur bygdirnar í oynni saman.

Í 2007 bleiv Hovstunnilin tikin í nýtslu, og tí er teinurin um Hovsegg ikki longur ein høvuðsleið. Vegurin hevur tí minni ferðslu og passar væl til at vera ein Sóljuleið.

Leiðin gongur úr Øravík, um Hovsegg, og endar niðri í Hovi. Á leiðini er frálíkt útsýni norðureftir, t. d. á Dímunarnar. Vegurin gongur ígjøgnum brattlendi gjøgnum Hovsegg, har gott útsýni er oman yvir Hov. Tá vegurin er hægst, liggur hann á uml. 210 metra hædd. Vegurin er einbreytaður við ongari vegøksl. Av tí at tað ikki er meira enn 10 ár síðani, at hetta var høvuðsleið, er vegurin í rímiligum standi.

Asfalt: Í rímiligum standi.

Vegøksl: Eingin vegøksl er á vegnum.

Víkipláss: Víkiplássini nøkta tørvin til ferðsluna á leiðini.

Parkeringspláss og dvalarvikar: Ætlanin er at gera ein dvalarvika á høvdini úti á eggini. Her er framúrskarandi útsýni bæði suðureftir og norðureftir.

Bilverja: Bilverja er har, tað er neyðugt, og er hon í rímiligum standi.

Prestar: Prestar eru í rímiligum standi.

Vegrist: Tvær vegristir eru á strekkinum, og eru tær í brúkiligum standi.

Vetrarhald: Vegurin verður ikki kavaruddaður og saltaður um veturin. Vegurin eigur at verða skeltaður við upplýsing um, at einki vetrarhald er á vegnum.

Seinast dagført: 08.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: