Um Hestin

Um Hestin

Leiðin um Hestin er ein sera flottur 9,3 km langur teinur, sum byrjar í Lopra og endar suðuri í Sumba. Leiðin skákar úr Lopra og niðan á Hestin. Síðan gongur leiðin av Hestinum oman til Sumbiar. Tá vegurin liggur hægst, er hann á 390 metra hædd.

Vegurin um Hestin er eldra farleiðin til Sumbiar, sum var nýtt, áðrenn Sumbiartunnilin kom í 1997. Hann er einbreytaður við ongari vegøksl. Ein stórur partur av vegnum er í sera ringum standi.

Vegurin um Hestin er einasta leið til Víkabyrgis, har eingin er fastbúgvandi í dag, men bygdin verður nógv nýtt sum frítíðarstaður. Nógv vitja bygdina um summarið og veturin eisini.

Beinisvørð, sum er ein av okkara náttúruperlum, liggur eisini fram við hesum vegi. Her ber til hjá fólki við rørslutarni ella eldri fólki at steðga og njóta útsýnið frá vegnum. Nógv fólk koyra eisini henda vegin og seta bilin fyri ganga fram við Eggini oman ímóti Lopra, har tað ber til at síggja ta stórbæru náttúruna á vestursíðuni á Suðuroynni.

Asfalt: Vegastrekkið úr Sumba, uml. 2 km langt, var asfalterað í 2012, og tað strekkið er í dag í sømiligum standi.

Restin av vegnum, 7,3 km, er sprænt asfalt, sum var lagt í 1993-1997, og er sera vánaligt. Tað eru gjøgnum árini gjørdar bøtingar á asfaltið, men nú er vegurin í so ringum standi, at alneyðugt er, at vegastrekkið verður asfalterað av nýggjum.

Orsakað av, at støðan er so vánalig á asfaltinum , er neyðugt at skelta avmarkingar, t.d. at bilar 7 tons og hægri ikki mugu koyra eftir hesum vegnum.
MYND

Vegøksl: Eingin vegøksl er á vegnum. Í støðum eru asfaltkantarnir skrædnaðir, og kann tað tí vera vandamikið at koyra út á vegkantin.

Víkipláss: Víkiplássini eru fá, og fá støð eru til eitt nú tveir bussar at møtast.

Parkeringspláss og dvalarvikar: Eingi parkeringspláss og dvalarvikar eru fram við vegnum. Hetta merkir, at bilar ofta parkera á víkiplássunum ella á lendi fram við vegnum. Hetta kann til tíðir gera tað enn trupulari hjá tveimum bilum at møtast.

Ætlanin er at gera ein dvalarvika og parkeringspláss nærhendis við Hestin, soleiðis at tað ber til nýta útsýni niðan á Beinisvørð, vestursíðuna av Suðuroy og út á hav.

Her er ætlanin at staðseta dvalavíka á Hestin beint við Beinisvørð við útsýni fram við vestursíðuni og norður eftir Suðuroynni.

Bilverja: Bilverja er ikki allastaðni, men har hon er, er hon í sera ringum standi og eigur at verða skift út.

Prestar: Fáir ella eingir prestar eru fram við vegnum.

Vegrist: 3 vegristir eru á hesum strekkinum, tvær av teimum vóru umvældar í summar 2018, meðan tann triðja eisini treingir til ábøtur.

Vetrarhald: Vegurin verður ikki kavaruddaður og saltaður um veturin. Av tí at ferðafólk hava staðið føst á vegnum, eigur at verða skeltað við upplýsing um, at einki vetrarhald er á vegnum.

Seinast dagført: 08.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: