Samstarvum ferðavinnu

Samstarv um ferðavinnu

Í januar 2016 setti landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum ein arbeiðsbólk at orða eina virkisætlan fyri ferðavinnuna, sum skuldi vera grundarlag undir einari tilgongd at menna ferðavinnuna í Føroyum. Har var ein av høvuðsniðurstøðunum, at ein menningardeild skuldi skipast á Visit Faroe Islands, sum í samstarvi við kommunur, kunningarstovur og vinnu, skuldi samskipa og stuðla undir, at ferðavinnutilboð vera ment kring landið. Har varð lagt upp til samskifti við eitt nú Strandfaraskip Landsins viðvíkjandi broyting í flutningstørvinum og kostnaðarbygnaðinum fyri ferðaseðlar. Arbeiðsbólkurin legði dent á, at Strandferðslan er ein lyklaleikari í sambandi við ferðavinnuna, og heitt varð á stóra flutningsveitaran at seta í verk eina bókingarskipan á netinum. Ein tænasta, har ein kann leggja eina ferð til rættis á netinum, hevur verið eftirlýst av ferðavinnuni og øðrum í longri tíð og kann hon sambært arbeiðsbólkinum menna ferðavinnuna um alt landið og økja um inntøkumøguleikarnar hjá Strandferðsluni (Álit um ferðavinnu í uttanríkis- og vinnumálum 2017).

Landsverk hevur ikki verið partur av strategiætlanini hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum frá byrjan, og er tað kanska heldur ikki eyðsæð, at undirstøðukervið eigur ein leiklut í kjakinum og arbeiðinum við ferðavinnu. Tó er stovnurin Landsverk ein sentralur stovnur, ið mennir og røkir undirstøðukervið fyri eitt nú ferðavinnuna. Samstarvið er neyðugt, tí vegakervið er ein av grundsúlunum í sunnari ferðavinnu. Tað eigur at vera ynskiligt at støð ikki treytaleyst vera marknaðarførd uttan at viðkomandi vegakervið megnar trýstið. Sum dømi kunnu nevnast Sóljuleiðirnar um Hestin og um Agnið. Vera ikki skjótt dagføringar framdar á leiðunum, so gerst neyðugt at seta skelti upp, har upplýst verður, at tung akfør ikki kunnu koyra eftir vegunum. Her er talan um vegir, ið ikki longur megna tungari ferðslu.

Í virkisætlanini hjá arbeiðsbólkinum, sum landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum setti at greina menning av ferðavinnu í Føroyum, stendur skrivað, at arbeiðsbólkur mælti til, at kommunurnar stremba eftir at byggja upp vælvirkandi ferðavinnusamstørv ferðavinnuni at frama. Harumframt var mælt til, at kommunurnar sjálvar eiga at sleppa at skipa ferðavinnuna í økinum og hvørja raðfesting ferðavinnan eigur at hava. Í hesum eru landsvegirnir ikki tiknir við, og mælir Landsverk til samskifti og samstarv, soleiðis at byrgt verður fyri at føroyska undirstøðukervið ikki verður ein forðan fyri menning av ferðavinnuni.

Samskipan

Um farið verður skynsamt fram frá byrjan, kann álit og samvirkan millum partarnar styrkjast og mennast.

Visit Faroe Islands fæst við ferðavinnu burturav, og hevur samskifti og samstarv við ymsar stovnar í Føroyum. Stovnurin hevur borið fram, at ynski er um at skipa samstarv millum Strandfaraskip Landsins og Landsverk um undirstøðukervið, soleiðis at tryggja verður, at føroysku landsvegirnir og ferjurnar kunnu taka ímóti einum vaksandi ferðafólkatali. Stovnurin kundi møguliga virka sum eitt slag av samskipara fyri felags menning av ferðavinnuni í Føroyum. Bæði Landsverk og Strandferðslan eru áhugaði í at gerast partar av samstarvinum, tá Visit Faroe Islands viðgerð viðurskifti, ið viðvíkja vegakervið og farleiðir sjóvegis. Við tí fyri eygað at menna samstarvið, skapa úrslit og hava ein grundarstein at byggja felags mannagongdir á, er neyðugt at ráðini yvir stovnunum eisini samvirka.

Landsverk og Strandferðslan eru undir Samferðslumálaráðnum, ið umsitir ferðslumál, meðan Visit Faroe Islands er undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, sum umsitur vinnu- og uttanríkismál. Heitt verður á ráð, ferðavinnuskrivstovur, kommunur, stovnar, ið á ein ella annan hátt varða av ella eru ávirkaðir av ferðavinnuni, um at uppraðfesta samstarv og samskifti partanna millum.

 

Eitt slíkt samstarv um ferðavinnu kann lýsast soleiðis:

Seinast dagført: 07.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: