Bygdin Saksun er ein av mest vitjaðu bygdunum í Føroyum, bæði av útlendskum gestum og føroyingum. Seinastu árini hevur eitt hækkandi tal av vitjandi verið til bygdina, har tað sambært Sunda kommunu og Visit Faroe Islands nú er vorðið neyðugt at skipa og vegleiða vitjandi á staðnum. Sambært Gallup kanning hjá Visit Faroe Islands, sum verður almannakunngjørd í næstum, vitja 57,8 % av útlendsku ferðafólkunum Saksun. Til samanberingar kann nevnast, at 31,7 % av ferðafólkunum vitjaðu Mykines.

Visit Faroe Islands hevur vitjað nógv støð í Føroyum, harímillum Saksun. Tosað hevur verið við fólk, sum hava tilknýti til ferðavinnuna. Kanningin hjá Visit Faroe Islands vísti, at neyðugt er at skipa ferðafólkastreymin til Saksunar. Í løtuni verða átøk fyrireikaði, sum kunnu skipa ferðafólkavitjanirnar til Saksunar í samstarvi millum Sunda kommunu, Visit Faroe Islands og Landsverk.

Endamálið við samstarvinum er eitt nú at menna vegleiðingina til ferðafólk. Ætlanin er at gera fleiri skelti, at merkja økir til parkering, stað til uppihald, vesir, gøtur og øki at ganga á, tillagingar á Saksunarvegnum við vegaøksl o.a.

Landsverk hevur gjørt teljingar av ferðsluni á Saksunarvegnum í tíðarskeiðinum frá januar til desember 2018. 

Hesar teljingar vísa, at 200 til 350 akfør koyra um dagin á Saksunarvegnum, frá juni til september, tá trýstið av ferðafólkum er mest. Teljingarnar vísa eisini, at í juli mánaða var onkur dagur, har 50 stór akfør koyrdu eftir Saksunarvegnum. 

Saksunarvegurin er smalur og hevur ikki vegaøksl. Tó hevur hann í áratíggjur nøkunlunda nøktað tørvin hjá teimum, ið búgva í Saksun. Í 2018 koyrdu 3 bilar útav vegnum og endaðu í ánni. Allir bilførararnir vóru útlendingar. Verður ferðafólkaktrýstið í Saksun á sama støði næsta ár ella enn hægri, kunnu vit vænta enn fleiri óhapp.

Tí er neyðugt at vísa á loysnir, sum kunnu betra umstøðurnar hjá teimum ferðandi á vegunum. 

Landsverk mælir til, at einbreytaðu vegirnir verða bygdir út við vegaøksl og víkiplássum, so bussar, bilar, fólk á súkklu ella til gongu kunnu møtast og víkja uttan trupulleikar. Samstundis er landbúnaðarvirksemi í Saksun, og vegurin verður nýttur til tað
endamálið eisini. 

Ein viðkomandi spurningur er, um avmarking skal vera fyri, hvussu nógv ferðandi kunnu vera á Saksunarvegnum ella í bygdini í senn. Hetta er somuleiðis viðkomandi um trygdina í bygdini, um eldur kemur í ella onkur gerst álvarsliga sjúkur, tí ein brand- ella sjúklingabilur skal altíð ótarnaður sleppa til og úr bygdini. Fleiri møguligar loysnir fyri at skipa ferðsluna til og úr Saksun hava verið viðgjørdar, so sum:

  • Seta ljóskurv upp, ið lýsir reytt, tá eingi parkeringspláss eru tøk ella ov nógv ferðsla er á vegnum og í bygdini. Hetta má skipast soleiðis, at tað ikki ávirkar lokalsamfelagið
  • At seta upplýsandi og vegleiðandi skelti upp av týdningi fyri ferðsluna á Saksunarvegnum
  • Stovna tænastu við shuttle-bussum, ið koyra úr Hvalvík til Saksunar
  • Stovna útleigutænastu av súkklum og/ella el-súkklum
  • At krevja parkeringsgjald fyri parkering í bygdini

 

 

 

 

Um ferðafólkavitjanirnar til Saksunar gerast enn fleiri enn summarið 2018, er alneyðugt at raðfesta eina hækking í játtan til tiltøk á Saksunarvegnum og til Saksunar bygd. Her er eitt nú neyðugt at gera ábøtur á Saksunarvegin, har endamálið við arbeiðinum er at skipa ferðafólkastreymin til og úr Saksun og at gera tað tað trygt og liviligt bæði hjá teimum, sum búgva á økinum og teimum vitjandi. Viðurskifti sum lógarheimildir, ábyrgdarøki, fígging og annað, ið helst gerst viðkomandi í tilgongdini at fremja nakrar loysnir, skulu avgreiðast í góðum samskifti partanna millum. 

Ferðafólkatalið til Saksunar kann heilt einfalt ikki vaksa meira, um einki verður gjørt.

Myndin vísir ferðslu um samdøgrið á Saksunarvegnum í 2018.

Møgulig loysn

Uppskotið frá Landsverki at framtíðartryggja farleiðina til Saksunar inniber millum annað, at ein vegøksl verður gjørd fram við vegnum báðumegin við. Vegaøkslin tænir fleiri endamálum, enn um bert víkipláss verða gjørd. Fyrimunurin er, at bilar kunnu flyta seg út á vegaøkslina fram við øllum vegnum og nýta hana til víkipláss og loyva súkklandi og gangandi framvið.

VEGABREIDDIN, SUM MÆLT VERÐUR TIL AT NÝTA TIL SAKSUNARVEGIN ER HENDAN:
 

Vegur til lágferðslu.

Er ársmiðalferðslan minni enn 500 bilar, kann vegurin gerast sum ein einbreytaður vegur, sum er 4 m breiður íroknað 0,5 m vegaøksl í báðum síðum.

Á einbreytaðum vegi eiga víkipláss at gerast við 250 m frástøðu og ongantíð longri ímillum enn at sýnið er frá einum víkiplássi til tað næsta.

Kostnaðarmeting 2018

m
Upphæddirnar eru í 2018 prísum og pr. ár í mió. kr.

Tilmæld loysn

Mælt verður til at arbeiða víðari við loysnini at gera vegøksl og fleiri og størri víkipláss.

Verkætlanin hevur skund, tí avbjóðingarnar eru sjónligar og kunnu gerast fleiri og avleiðingarnar álvarsamari.

Seinast dagført: 08.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: