Runt Agnið

Runt Agnið

Leiðin Runt Agnið er ein 4 km langur teinur, sum gongur frá Æðuvíkarvegnum til Nesveg. Leiðin liggur uppi yvir Toftavatni við útsýni yvir á vatnið og norður eftir Eysturoynni.

Leiðin hevur eitt rættiliga opið landslag, sum ger, at útsýnið er sera langt yvir fjøllini og dalarnar. Vegurin Runt Agnið, frá íbindingini á Nesi og til íbindingina í Æðuvíkarvegin, er í sera vánaligum standi, tí vegurin er nógv sokkin í støðum, og asfaltið er sera veikt. Her má koyrast við varsemi.

Í sambandi við, at SEV setti myllurnar upp úti í Neshaga í 2006, var vegøksl gjørd ein part av vegnum í eystaru síðu frá vegamótinum við Æðuvíkarvegin til vegamótið út til Neshaga.

Vegøksl og víkipláss: Vegateinurin frá Nesi og til íbindingina í Æðuvíkarvegin er smalri enn 3 m, og vegøksl manglar á stórum parti av vegnum.

Tað eru fleiri víkipláss á hesum vegateini, men tað er bara eitt, har tað ber til hjá einum bussi at víkja. Hini eru øll ov stutt.

Vegateinurin frá íbindingini í Æðuvíkarvegin og til íbindingina í Rituvíkarvegin er millum 4-6 m breiður, uttan vegøksl. Har smalast er, eru víkipláss gjørd, soleiðis at tað ber til hjá tveimum stórum bilum at møtast.

Asfalt: Vegateinurin frá Nesi til íbindingina til Mylluvegin er í sera ringum standi. Vegurin er sokkin og skrædnaður í fleiri støðum og krevur ábøtur.

Av tí at støðan er so vánalig á asfaltinum á hesum teininum, verður neyðugt at skelta avmarkingar, at akfør tyngri enn 3,5 tons ikki mugu koyra eftir hesum vegnum.

Parkeringspláss og dvalarvikar: Eingi parkeringspláss og dvalarvikar eru fram við hesum vegi. Tað ber í sær, at bilar ofta parkera á víkiplássunum ella fram við smala vegnum. Tað ger tað trupult hjá tveimum bilum at møtast.

Bilverja: Við Nesvatn manglar bilverja. Bilverja eigur at verða sett upp soleiðis, at bilar ikki koyra útav og vandi er fyri, at drekkivatnið verður dálkað.

Prestar: Í nóg góðum standi.

Vetrarhald: Vegurin verður ikki kavaruddaður og saltaður um veturin. Her skal skeltast við upplýsing um, at einki vetrarhald er á vegnum.

 

Seinast dagført: 08.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: