Kunning til ferðafólk

Kunning til ferðafólk

Tað er alneyðugt við greiðari kunning til ferðandi í Føroyum. Landsverk hevur havt samskifti við stovnar, ið varða av vegakervinum í Íslandi, har umstøðurnar kunnu líkjast teimum í Føroyum. Tí verður Ísland ofta nýtt sum fyrimynd. Júst sum í Íslandi eru nógv ferðafólk ikki von at koyra á smølu kronglutu vegunum ella at koyra eftir veðurlíkindunum, og kunnu óhapp tí henda. Tað er okkara egna ábyrgd at ferðast skynsamt í náttúruni og upplýsa vitjandi um tað sama. Soleiðis kunnu vit fyribyrgja óhappum.

Føroyski vegirnir, ið føra til smærru bygdirnar, eru ikki nøktandi til nógvu øktu ferðsluna, sum er íkomin av ferðavinnuni. Teir eru gjørdir til ferðsluna hjá íbúgvunum í nærumhvørvinum og ikki til ferðslu av stórum bussum, sum í dag í hópatali vitja bygdir og støð, ið eru vorðin vælumtókt ferðavinnumál.

Tann nógv økta ferðslan hevur avbjóðingar við sær. Eitt nú, tá tveir bussar møtast, hava teir ofta ikki pláss til at víkja ella venda og mugu í ringasta føri bakka fleiri hundrað metrar til nærmasta víkipláss. Ofta hevur tað víst seg at vera ein avbjóðing hjá ferðafólki at koyra á teimum einbreytaðu vegunum og tunlunum. Bilførarnir vita ikki altíð, hvør hevur skyldu at fara inn í víkiplássini. Støðan kann gerast enn meiri álvarslig, um fleiri ferðafólk fara at ferðast til Føroya um veturin, har kavi og vindur kann vera ein avbjóðing.

Hvat gjørt er

Kunning um føroysk ferðsluviðurskifti til ferðafólk skal verða løtt at skilja. Samanumtikið skal upplýsast, hvussu Føroyar kunnu upplivast á tryggan hátt, samstundis sum at føroyska náttúran og nærumhvørvi verður virt. Eisini mugu ferðafólk kunnast og fáa upplæring í at taka atlit at skiftandi veðurlagi, sum er viðkomandi á fleiri farleiðum, serliga tá vindar og hálka er. Neyðugt er, at stovnarnir, ið varða av og vera ávirkaðir av ferðavinnuni, ikki bara orða neyðuga kunning og vegleiðing, men vissa fyri, at ferðafólkini eisini fáa hendur á tí. 

App, faldarar og filmar
Landsverk er komið við eini app til snildfonir, har tú fært upplýsingar um veðrið her og nú. Flest allar veðurstøðir eru útgjørdar við vevvmyndatóli, so tað ber til at síggja, hvussu umstøðurnar eru at koyra í. Harafturat fært tú eisini koyrilíkindini og tíðindi annars frá Landsverki. Appin var marknaðarførd við lýsingarátøkum á portalunum, tá hon varð útgivin. Í eitt longri tíðarskeið varð appin hjá Landsverki eisini nevnd í fleiri ferðslutrygdarfilmum, sum stovnurin hevði koyrandi í Gevið Gætur í sjónvarpinum beint áðrenn Dag og Viku. Eisini er hon nevnd í faldarum, sum kunningarstovur og bilútleigarar hava fingið frá Landsverki. Kanningar vísa, at tey, ið brúka appina, kanna flest veðurtíðindi, tey flestu, ið nýta hana, eru ung fólk. Í sambandi við ferðavinnu er ynski hjá Landsverki at dagføra appina, soleiðis at snarleiðin verður sjónligari á heimasíðuni hjá Landsverki, og at hon verður meira brúkaravinarlig, har betringar kunnu fremjast. Við appini frá Landsverki hevur tú veðrið og fráboðanir beint við hondina. Føroyakortið í appini vísir ávaringar um koyrilíkindir, tá tær eru, umframt avfall, aldumátingar, hita og vind. 

Við íblástri úr Íslandi, hevur Landsverk tey seinastu árini gjørt faldarar til ferðandi. Hesir faldarar eru latnir millum annað ferðaskrivstovum og bilútleigarum. Tað hevur verið góð undirtøka fyri hesum faldarum, og hvørt summar hevur tað verið neyðugt at økja um talið av faldarum, samstundis sum neyðugt hevur verið við dagføringum av faldarunum fyri at fáa fleiri upplýsingar við.


Mynd 6: Valmøguleikar í appini hjá Landsverki

Av tí at tað kann vera trupult hjá ferðafólki at koyra á smølu føroysku vegunum, gjørdi Landsverk filmin Driving in the Faroes í 2012. Filmurin hevur millum annað verið vístur á heimasíðum og á kunningarstovum. Filmurin vísir útlendsku gestunum, hvussu tey skulu koyra í Føroyum – eitt nú, hvussu koyrt verður í teimum trongu einbreytaðu tunlunum og hvørjar víkiskyldur eru. Vaksandi bussferðslan er eisini ein avbjóðing á smølu vegunum og ferðsluóhapp kunnu standast av, at seyður óvæntað kemur út á vegin. Filmurin er vegleiðandi um, hvussu farast skal fram í slíkum støðum.

Kunning kann fevna um:

  • at gera tað lætt hjá ferðafólki at kanna veðrið og finna upplýsingar um  vegirnar, tey hava í hyggju at koyra eftir
  • at koyrast skal varliga, har sýnið er avmarkað. Til dømis á eini herðu, sum tekur sýnið fyri framman.
  • at varliga skal koyrast t.d. har sýnið er avmarkað, á einari herðu, sum tekur sýnið fyri framman
  • at tey koyra eftir umstøðunum og vera kunna um trygd yvirhøvur
  • at tey verða leidd til støð, har kendu myndirnar verða tiknar
  • at tey verða kunnaði um skeltini og týdning teirra
  • at tey verða kunnaði um, at seyður gongur leysur og kann koma út á vegin
  • at tey verða kunnaði um, nær og hvar kavin verður ruddaður og vegir saltaðir
  • at skelting og møguligur bummur eru á støðum, sum ikki verða ruddað fyri kava

 

Torført er at finna eina endaliga felags loysn, sum loysir allar trupulleikar. Velur man eitt nú at hava eftirlit við, hvussu nógv fólk kunnu vitja eina bygd samstundis, so ber tað til at at skipa ferðsluna til og úr bygdini. Hetta fer tó ikki loysa trupulleikan við tí sliti, sum vegurin verður útsettur fyri av nógvari og tungari ferðslu.

Ítøkilig økir og avbjóðingar vera greinaðar í hesi samferðsluætlan, og tilmæli um møgulig tiltøk, sum eru tillagað til umstøðurnar, eru lýst. Nøkur av tilmælunum eru at seta upplýsandi og vegleiðandi skelti upp fram við vegnum, soleiðis at óhapp kunnu fyribyrgjast, at fleiri víkipláss verða gjørd fram við einbreytaðu vegunum, at skipað verður fyri minni shuttle-busstænastu til og úr mest vitjaðu bygdunum, at tænastuveiting av leigu av el-súkklum verður stovnað, og at ljóskurvar ella aðrar ITS-loysnir verða settar upp, ið eitt nú kunnu lýsa umstøðurnar á vegnum fyri framman ella boða frá, um bygdin fyri framman hevur pláss fyri fleiri ferðafólkum, bilum og/ella bussum. Intelligent Transport System er tøknilig útgerð, sum lættir um flutning av fólki og farmi. Dømi uppá ITS útgerð eru ljóskurvar, sjálvvirkandi talvur, ið máta ferð og aðrar upplýsningstalvur.

Seinast dagført: 07.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: