Ferðavinnan í tølum

Í 2015, tá sólarmyrkingin var, komu heilt nógv ferðafólk til Føroya. Umsetningurin frá útlendsku ferðafólkunum var tá 665 mió. kr. sum var ein vøkstur á 89 mió. kr., samanborið við árið fyri. Tað er ein vøkstur upp á 13,4 %. Fyrsta ársfjórðing 2017 vóru 21.395 gistingar í Føroyum, sum er 930 fleiri enn sama tíðarskeið í 2015, hóast tað var sólarmyrking. Síðani hevur ferðavinnan blómað.

Sum dømi kunnu tøl samanberast í tíðarskeiðnum 2013-2018. Í 1. ársfjóðringi 2013 var talið av gistingum í gistingarhúsi í Føroyum 13.187, og í 2018 var talið 20.543. Tað er ein vøkstur á 7.356 gistingar ella 55,9 %. Í tíðarskeiðnum er talið av gistingum farið frá 132.265 gistingum í 2013 til 174.809 í 2017. Tað er ein vøkstur á 32 %. Talið av gistingum fyri 2018 er ikki tøkt enn.

Tíverri eru eingi tøl tøk fyri gistingum í Airbnb íbúðum. Visit Faroe Islands hevur gjørt eina leysliga meting av Airbnb-gistingum í Føroyum, men roknast kann við, at tølini fyri gistingum eru væl hægri. Visit Faroe Islands metir, at fleiri enn 300 føroyingar leiga út gjøgnum Airbnb, og at talið av Airbnb gistingum er millum 15.000 og 20.000 gistingar um árið. Tískil kann samlaða talið av gistingum liggja um 200.000  (Visit Faroe Islands: Ársfrágreiðing 2017).

Eingi hagtøl eru tøk fyri summarið 2018 enn, men Visit Faroe Islands metir, at talið av ferðafólki í 2018 er hægri enn í 2017, og at talan er um ein áhaldandi vøkstur í ferðavinnuni. Metingin sigur, at gott og væl 100.000 ferðafólk eru í Føroyum um árið. Stórur partur av teimum, ið búðu í Airbnb íbúðum, valdu hesa loysn, tí eingi kømur vóru tøk á nøkrum hotelli (Visit Faroe Islands: Ársfrágreiðing 2017). Í verandi løtu eru Atlantic Airways og Smyril Line í ferð við at byggja tvey stór hotell, sum helst fara at nøkta nakað av gistingartørvinum í Føroyum, serliga í høvuðsstaðnum. Hotel Føroyar byggir eisini út. Hotellið hjá Atlantic Airways hevur fingið heitið Hilton Garden Inn, og er partur av Hilton ketuni. Tað kann draga enn fleiri ferðafólk hendaveg, tí Hilton hotell-ketan er sera kend og kann draga ein øðrvísi málbólk av ferðafólkum higar.

Í 2016 keyptu ferðafólkini vørur og tænastur fyri uml. 606 mió. kr., sum er ein vøkstur á 6,7 % í mun til 2015, har talið var 568 mió. kr. Tøl eru í skrivandi løtu ikki tøk fyri 2017 (Visit Faroe Islands: Ársfrágreiðing 2017). Umsetningurin frá útlendskum ferðafólkum væntast at vera komin upp á 700 mió. kr. fyri 2017 og 2018, sum er 10 % av samlaða føroyska útflutningsvirðinum (Álit um ferðavinnu í uttanríkis- og vinnumálum 2017). Samanumtikið hevur 2018 verið eitt gott ár fyri ferðavinnuna í Føroyum, har fleiri ferðafólk hava vitjað og nøgdsemi er høgt. Sambært Gallup kanning hjá Visit Faroe Islands, ið verður almannakunngjørd í næstum, siga 97,5 %, at tey eru væl nøgd. Ferðafólkatalið er vaksandi, og er tað í samljóði við viljan hjá politiska myndugleikanum, ið vil menna ferðavinnuna í Føroyum. Visit Faroe Islands hevur eina visjón um, at ferðavinnan skal gerast ein støðisvinna og skal tvífalda umsetningin, so hon gevur av sær eina milliard krónur í 2020 (Visit Faroe Islands: Ársfrágreiðing 2017).

Um ferðavinnan skal gerast búskaparliga burðardygg og kasta nóg nógv av sær, skal tíðarskeiðið, ið ferðafólk vitja í, víðkast, soleiðis at talið av vitjanum um várið, heystið og veturin hækkar. Afturat neyðugu búskaparligu burðardygdini, skulu atlit verða tikin at umhvørvi, náttúru og mentan, samstundis sum ferðafólkatalið veksur. Almennir stovnar, ið varða av, ella á ein ella annan hátt hava ábyrgd av at tillaga umstøðurnar til vaksandi ferðavinnuna, mugu samstarva, soleiðis at ferðavinna, mentan, náttúra og umhvørvið kunnu spæla saman og eisini í framtíðini verða samfelagnum til góðar.

Seinast dagført: 07.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: