Ferðavinna og samferðsla

Eitt væl virkandi og vælhildið undirstøðukervi og skip, ið lúka neyðugar treytir fyri ferðafólkaflutning, eru ein týðandi partur av grundarlagnum undir eini blómandi ferðavinnu. Eins og aðrir stovnar og virkir, ynskja Landsverk og Strandferðslan at veita
tænastur á høgum støði, ið kunnu nøkta tann tørv, ið brúkarin eftirspyr. Við vaksandi ferðavinnuni verður tað alsamt meiri neyðugt at taka atlit at føroysku samferðsluni, sum í verandi løtu ikki í nóg stóran mun verður viðlíkahildin ella dagførd.

Nýggjastu ferðsluteljingarnar hjá Landsverki staðfesta eina munandi hækking í talinum av akførum, sum nú koyra á føroysku vegunum, og er vaksandi talið av ferðafólkum ein
orsøk til hetta. Serliga í summarhálvuni. Landsverk hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at fyrireika og útbyggja undirstøðukervið við eitt nú sóljuleiðum og dvalarvikum. Hetta fyri
betri at nøkta tørvin í sambandi við vaksandi ferðavinnuna. Visit Faroe Islands hevur sum mál, at ferðavinnan skal umseta fyri eina milliard krónur í 2020. Væl gongst at skapa vøkstur, men avbjóðingar fylgja við vøkstrinum. Smæstu bygdirnar eru ikki førar fyri at taka ímóti ov mongum ferðafólkum.

Ferðavinnan skal gerast nýggj grundleggjandi vinna í landsbúskapinum, og hon skal mennast á burðardyggan hátt – við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum. Hetta er høvuðsmálið hjá Visit Faroe Islands, sum við tvífaldaðari játtan á løgtingsfíggjarlógini legði til brots at marknaðarføra Føroyar í 2013. Málið var at tvífalda umsetningin í vinnuni úr 384 mió. kr. í 2011 upp í eina milliard í 2020.

Átøkini hjá Visit Faroe Islands hava riggað væl. Alsamt fleiri útlendskir fjølmiðlar vísa á Føroyar sum ferðamál, fleiri ferðafólk koma higar, og umsetningurin er øktur upp í 665 mió. kr. í 2016. Ferðavinnan stendur nú fyri 7,3 prosentum av útflutninginum, og í vinnuni eru 607 ársverk, sambært tølum frá Hagstovuni.

Neyv samskipan krevst innlendis, tá ferðafólkatalið veksur, og neyðugt er, at bæði land, kommunur og vinnan samstarva. 

Eisini er neyðugt at verja náttúruna, økja talið á seingjarplássum og menna fleiri tilboð til ferðafólkini. Harafturat er ein avbjóðing, at smæstu plássini, sum eru tey mest spennandi at vitja, ikki eru før fyri at taka ímóti alt ov mongum ferðafólkum.

Ferðavinnan er á mangan hátt ein sólskinssøga, har upprunaligu málini fyri vøkstur higartil hava hildið. Áhugin fyri Føroyum økist í hvørjum, men skal málið um at tvífalda umsetningin í ferðavinnuni í 2020 røkkast, krevst at land, kommunu og vinna fremja átøk, ið tryggja, at menningin verður burðardygg. 

Ferðavinnan er enn ikki nøkur stórvinna samanborið við fiskivinnuna og alivinnuna, tí hon stendur bara fyri 1,7 prosentum av BTÚ. Men stigvíst skapar hon búskaparvøkstur, øktar
skattainntøkur, fjøltáttar arbeiðsmarknaðin, skapar fleiri arbeiðspláss kring landið og styrkir samleikan, stoltleikan og framtíðarvónirnar í Føroyum. Ein stór avbjóðing er, at flestu ferðafólk vilja koma til Føroya í háárstíðini, sum er um summarið. Visit Faroe Islands arbeiðir miðvíst fyri, at ferðafólk eisini skulu koma til Føroya uttan fyri háárstíðina, tá trýstið á hotellini og náttúruna er minni. Kanningar hjá Visit Faroe Islands vísa, at útlendsku ferðafólkini, sum vitja í Føroyum, eru sera væl nøgd við uppihaldið. Talan er yvirhøvur um væl upplýst fólk við hægri útbúgving og eini ársinntøku, sum liggur yvir miðal. Hesi fólkini leita eftir ferðamálum, sum eru øðrvísi.

Útlendsku ferðafólkini hava tó onkur hjartasuff, tá tey hava ferðast í Føroyum. Eitt teirra er, at bátar og bussar taka ikki kort, at tað mangla súkklubreytir, at ferðaætlanir kunnu vera truplar at skilja, og eitt triðja er, at trupult er stundum at fáa kunning, tá seinkingar og avlýsingar eru. Veksur ferðavinnan nógv og skjótt, fer tað at krevja nógv av føroyingum, serliga fólki á smáplássunum. 

Sóljuleiðir

Ein Sóljuleið er ein náttúruvakur vegateinur ella alternativ farleið, ið leiðir ferðafólk til merkisstøð í Føroyum, har eitthvørt áhugavert er at vitja, og har ein kann koyra seint uttan at vera til ampa fyri ferðsluna annars. 

Sóljuleiðir og ferðafólkaferðsla var longu viðgjørt í fyrstu samferðsluætlanini frá 2007. Orsøkin til at Sóljuleiðirnar og aðrar smærri leiðir hava stóran týdning og vera raðfestar frammaliga í hesi samferðsluætlanini er tí, at ferðslutrýstið er fleirfaldað á hesum leiðum seinastu fáu árini. Sóljuleiðir og aðrar minni farleiðir, ið áður hava verið nøktandi fyri ta ferðslu, sum tær upprunaliga vóru bygdar til, eru knappliga vorðnar ov smalar til stóru ferðafólkabussarnar, ferjurnar eru ov lítlar og proppar koma í ferðsluna orsakað av vaksandi ferðavinnustreyminum til hesi støð. 

Hesir bygdavegirnar og farleiðir nøkta sostatt ikki longur tørvin, og tískil mælir Landsverk til, at leiðir, ið ikki longur kunnu bera ferðsluna, verða raðfestar hægri, og at peningur verður játtaður til at lyfta støði á vegum og farleiðum komandi árini.

Avbjóðingar

Tað eru nógvir virkandi almennir og privatir partar, ið skulu til verka fyri at nøkta eftirspurningin og tørvin, ið ferðavinnan setir til undirstøðukervið, tænastuveitingar og annað.

Í Føroyum er ein vaksandi eftirspurningur eftir tænastum knýttar at gisting, matstovuvirksemi, skipaðum ferðafólkatúrum og flutningi til søgulig øki og til serstaka náttúru. Hetta eru øki, sum tað privata vanliga tekur sær av. Tað letur seg ikki gera at vaksa um hesar tænasturnar, um ikki útbygging av skipanum til streym, vatn, kloakk, heilsumiðstøðir og fjarskifti til útheimin fylgir við menningini, sum stendst av vaksandi eftirspurningi eftir tænastuveitingum. Harafturat hevur ferðavinnan tørv á einum góðum flogvølli og einum góðum yvirskipaðum flutningskervi, ið vissar fyri lættari atgongd til tænastur, bygdir og støð, ið ferðafólk eru áhugað í at vitja og gagnnýta. Hetta eru almennar skipanir og tænastur, sum í ein ávísan mun verða fíggjaðar av kommunu og landi, og fyri Landsverk og Strandferðsluna verður alt viðlíkahald fíggja av almennum peningi. Vit vita longu nú, at økta ferðafólkatalið til Føroya setir síni spor á farleiðir og gevur avbjóðingar bæði á sjógvi og landi. Tí er neyðugt, at landið setir størri játtan av til viðlíkahald, um ferðavinnubúskapurin skal vera lívførur og gagnligur. Eingin ivi er um, at vánaligt ella heilt manglandi undirstøðukervi avmarkar vøkstur á ferðavinnuøkinum og í samfelagnum sum heild. 

Landsverk arbeiðir miðvíst við at fyrireika og útbyggja undirstøðukervið til høgu krøvini, ið ferðavinnan setir. Enn er langt á mál, og er tað neyðugt at evna til eitt greitt yvirlit yvir, hvar ferðafólk ferðast í Føroyum, hvørjar avleiðingar og avbjóðingar koma av ferðavinnu, og hvørji tiltøk mugu setast í verk til tess at fyribyrgja neilig árin.

Landsverk hevur fylgt við, hvussu tann stóri ferðafólkavøksturin hevur ávirkað undirstøðukervið í Íslandi. Í Íslandi er vanligt, at ferðafólk sjálvi ferðast kring landið, umframt at nógv eisini koyra í bussum. Har hevur verið neyðugt at kunna neyvt um, hvussu koyrast skal, bæði tá ið talan er um, hvussu koyrt verður á einbreytaðum vegum, á vegum sum ikki eru asfalteraðir, um seyð á vegnum og týdningin av at nýta trygdarbelti. Ferðafólk vitja bæði summar og vetur, og tí verður koyrt undir øllum umstøðum, og avbjóðingarnar, ið standast av ferðafólkavitjanum, eru sostatt alt árið. Í Íslandi hava fleiri ferðsluóhapp verið, har ferðafólk hava latið lív, eitt nú orsakað av, at fleiri koyra uttan trygdarbelti. Eisini hava fleiri óhapp verið, har bussar og bilar eru farnir av vegnum, tí vegurin manglar vegøksl, ella tí vegøkslin er ov veik, orsakað av manglandi bilverju, ella tí at bilverjan ikki hevur verið nøktandi. Tíbetur hava vit ikki enn havt nøkur álvarslig ferðsluóhapp í Føroyum, har ferðafólk hava verið innblandaði.

Yvirskipaða málið hjá Landsverki og Strandferðsluni er at tryggja, at karmarnir fyri ferðslu á farleiðunum eru nøktandi, tryggir og samanhangandi. Tó er avmarkað, hvat gjørt verður hvørt ár, tí játtanin røkkur ikki til at loysa trupulleikarnir, ið standast av ferðavinnuni. Um bíðað verður við at gera nakað við verandi avbjóðingar á farleiðunum, ið standast av eini vaksandi ferðavinnu, verða hesir væntandi nógv verri sum frálíður. Um
ferðavinnan framhaldandi fer at fylla so nógv í Føroyum sum nú, er alneyðugt, at vegirnir verða gjørdir til at megna trýstið. Javnvág má vera millum íløgur í ferðavinnuna og øktu ferðsluna og slitið, ið harav fylgir. Longu nú síggja vit vegir, har neyðugt verður at skelta við forboði um, at tung ferðsla ikki kann koyra eftir vegnum. Sum til dømis um Hestin í Suðuroy og um Agnið í Eysturoy. 

Fleiri gjøllari kanningar mugu gerast, har avbjóðingarnar á farleiðum við vaksandi ferðafólkatali verða lýstar nærri, soleiðis at greitt verður, hvørji tiltøk mugu setast í verk fyri at betra um tænasturnar. Ferðsluteljingar og støðulýsingar mugu gerast á farleiðum, har ferðavinnutrýstið økist, við uppskotum um neyðug tiltøk. Dømi um møgulig tiltøk kunnu verða at gera vegin tryggari við at seta bilverju upp, gera vegøksl fram við einbreytaðu vegunum og hava fleiri og størri víkipláss. Fyri at koma við góðum tilráðingum, má verandi støða lýsast, t.d. hvussu nógv ferðsla er í nærumhvørvinum, hvussu nøktar vegurin tann lokala tørvin, og hvørji árin eru av ferðavinnuni, soleiðis at hædd kann takast fyri bæði tí lokala tørvinum og ferðafólkatørvinum, tá tiltøk skulu setast í verk. 

Enn eru avbjóðingarnar av ferðavinnuni størstar í summarhálvuni, har ferðafólkini eru flest, tó at tað kann væntast, at føroyska ferðavinnan einaferð fer at fevna um alt árið. 

Tað er eyðsæð, at neyðugt er støðugt at útbyggja og viðlíkahalda flutningskervið, so tað tolir vaksandi trýstið av ferðafólkunum. Vegateinar, har flest ferðfólk ferðast, skulu mennast, eitt nú Sóljuleiðirnar, og umstøðurnar fram við vegnum skulu eisini
betrast. Fleiri dvalarvikar og útsýnisstøð skulu byggjast, og fleiri kunningarskeltir eiga at verða sett upp. 

Kunning til ferðafólk

Føroyar eru eitt land við høgum fjøllum, avbjóðandi veðurlagi, smølum vegum og kanska øðrvísi náttúru enn fremmand vitjandi eru von við. Tískil mugu útlendsk ferðafólk kunnast um føroysku umstøðurnar. 

Vit síggja fleiri av teimum somu avbjóðingum á ferðslukervinum her heima sum í Íslandi, tó er trupulleikin ikki enn vorðin eins stórur. Føroyar og Ísland hava skiftandi veðurlagið sum felags eyðkenni og eitt serstakt undirstøðukervi, har ”ein má koyra eftir umstøðunum”. Tað eru føroyingar vanir við, men útlendsk ferðafólk eru ikki í sama mun von við at koyra eftir føroysku umstøðunum. 

Gerast tað fleiri ferðafólk í Føroyum um veturin, eigur eisini at verða kunnað um veðurviðurskiftini, og hvussu koyrast skal, um hálka og kavi er. Ferðafólkini skulu hava møguleikan sjálvi at leita sær kunning, og skulu upplýsingarnar vera tøkar á enskum og vera ítøkiligar og lættar at finna. Á fleiri av vegunum, sum ferðafólk kunnu væntast at koyra á, er í verandi løtu eingin kavarudding ella salting um veturin.

Lesivegleiðing

Í teimum næstu kapitlunum vera evnini, sum eru nevnd her í innleiðingini, viðgjørd nærri. 

Í partinum um Sóljuleiðir, eru nakrar leiðir settar upp á øðrvísi hátt, har farið verður í smálutir. Hetta er grundað á, at fleiri kanningar skulu gerast av farleiðum, ið nógv ferðafólk ferðast eftir. Til dømis er Saksunarvegurin tikin við sum ein “case”, tí har vita vit, at eitt stórt trýst er á vegnum í summarhálvuni. Landsverk hevur samskift við Visit Faroe Islands og Sunda kommunu um avbjóðingarnar á Saksunarvegnum. Tað er týðiligt, at har er ein tørvur á at bøta um umstøðurnar, og ongantíð ov skjótt. Saksunarvegurin hevur nøktað ferðslutørvin til bygdina, áðrenn ferðslutrýstið vaks, hóast vegurin er smalur og onga vegøksl hevur. Koyrt var eftir umstøðunum og fólk flest vóru staðkend. Seinastu árini eru staðfest nøkur ferðsluóhapp á vegnum, og verður ferðafólkaktrýstið á sama støði næsta ár ella hægri, so kunnu væntast fleiri óhapp. Tí er neyðugt at kanna vegirnar, ið hava økt trýst orsakað av ferðafólkavitjanum, og vísa á loysnir, har avbjóðingar eru.

Tilmæli frá Landsverki er, at einbreytaðir vegir verða útbygdir við vegøksl á báðum síðum, at fleiri víkipláss verða gjørd fram við mest vitjaðu vegunum, so bussar, bilar og fólk á súkklu ella til gongu kunnu møtast og víkja uttan trupulleikar. Tað er ein sjálvsøgd treyt, at Saksunarvegurin skal nøkta lokala tørvin og vera tryggur at koyra á. Um vegurin skal nøkta økta ferðslutrýstið í sambandi við ferðavinnu, skal vegurin dagførast, helst áðrenn komandi summar, har trýstið væntandi verður enn hægri. 

Í teimum dømum av Sóljuleiðum, ið vera lýst í hesari samferðsluætlan, er gjørd ein leistur fyri støðulýsingar av Sóljuleiðunum. Saksunarvegurin er eitt nú ein leið, har vit hava tøk
ferðslutøl. 

Neyðugt er at kenna tøl og umstøður fyri Sóljuleiðum og øðrum viðkomandi støðum, har ferðafólk ferðast. Sum grundarlag fyri tilmælum um neyðugar ábøtur á undirstøðukervið, mugu øll viðurskifti gjølla umrøðast, soleiðis at ein kostnaðarmeting kann vera so ítøkilig og álítandi sum møguligt.

 

Seinast dagført: 09.11.2018

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: