Hví einaSamferðsluætlan?

Føroyingar flest munnu vera samdir um, at Føroyar er eitt óvanliga vakurt og friðarligt land at búgva í. Tað eru onnur samd við okkum í, tí tað umdømið hevur spjatt seg – tað síggja vit við vaksandi talinum av ferðafólkum hvørt ár. Lívsgóðskan hjá einum miðal føroyingi er á høgum støði, og Føroyar dregur ikki bert útlendingar til sín. Eisini fleiri føroyingar enn áður, ið hava búð uttanlands, velja at búseta seg aftur á klettunum. Sambært Hagstovu Føroya búðu stívliga 51.000 fólk í Føroyum 1. januar 2019. Fyritøkur taka seg upp, og vinnan er í støðugari menning. 

Eitt vaksandi fólkatal og tal av ferðafólkum, økir trýstið á føroysku landsvegunum. Samferðslukervið krevur uppmerksemi, og ráðiligt er, at tiltøk verða sett í verk skjótast gjørligt. Vegakervið, sum Landsverk varðar av, og ferjurnar, sum Strandferðslan varðar av, er ein fyritreyt fyri at menna samfelagið. Íbúgvar í bygdum og býum skulu til og frá arbeiði, vinnan skal ótarnað halda sítt virksemi koyrandi, og ferðafólk ynskja at ferðast kring oyggjarnar. Men hví er støðan ikki góð, tá samfelagið sum heild tykist vera í støðugari menning? 

Ein partur av hesi samferðsluætlan lýsir støðuna á teimum pørtum av 
undirstøðukervinum, ið gerast verri ár undan ári, har neyðug inntriv ikki 
verða gjørd. Rakstur og viðlíkahald hava alstóran týdning og fingið serligt 
pláss í hesi samferðsluætlan. Men, hvat er ein samferðsluætlan, og hví hevur hon týdning?

 

Hví eina samferðsluætlan?
 

Endamálið við einari samferðsluætlan er at vísa á, hvat skal til fyri at tryggja, at samferðslukervið til eina og hvørja tíð nøktar samtíðarinnar krøv og tørv.


Samferðslukervið skal vera soleiðis háttað, at tað er lætt, trygt og ódýrt hjá øllum at ferðast millum ymisk støð, bæði innanlands og millum Føroya og útheimin. Eitt væl virkandi undirstøðukervi er sera samansett, og krevur góðar fakligar førleikar at haldast á einum høgum støði. Tryggjast skal, at eitt nú íløgur í samferðslukervið verða framdar á slíkan hátt, at samfelagið fær mest møguligt burtur úr íløgunum. Samferðsluætlanin eigur at virka fyri burðardyggari samfelagsmenning við atliti at lokalsamfeløgum, umhvørvi og fígging.

Tað gerst lættari við einari ætlan at tryggja heildarmyndina – at alt spælir saman – eisini í framtíðini. Yvirlit yvir størri íløguætlanir komandi árini vera lýstar við fakligum loysnum og kostnaðarmetingum, soleiðis at tíðarætlan kann gerast og haldast. Eitt nú nær og hvar tunlarnir Norður um Fjall skulu gerast, og hvussu tær avleiddu verkætlanirnar í sambandi við Eysturoyartunnilin skulu loysast. Og hvussu við Suðuroyartunlinum, sum skal gerast ein partur av miðøkinum, verður tað í okkara tíð? Alneyðugt er eisini at varpa ljós á longu framdar verkætlanir. Vegir, tunlar, brúgvar, ferjur og annað, skulu ikki gloymast, bara tí hetta eru liðugt framdar verkætlanir. Regluligt eftirlit og viðlíkahald tryggjar, at verklagið ikki missir virði. Nýgerðir eru sjálvandi neyðugar, og samferðslukervið skal áhaldandi tillagast nýggjan tørv – eitt nú av nógvu ferðafólkunum, ið koma her og leggja eitt nýtt og størri trýst á gomlu vegirnar. Við eini samferðsluætlan er møguligt at varpa ljós á tær avbjóðingar, ið eru bæði á landsvegunum og sjófaraleiðunum.

Føroyingar hava seinastu øldina útbygt vegakervið, og tað er okkara skylda í dag at røkja tað væl. Spurningurin er, um vit megna hetta á nóg góðan hátt. Um ikki, hvussu kunnu vit so venda gongdini, og hvat skal til at tryggja eitt væl skipað viðlíkahald, so tað, vit higartil hava bygt, ikki missir virði.

Seinast dagført: 09.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: