Hvat er einSamferðsluætlan?

Ein samferðsluætlan skal helst lýsa støðuna á føroyska undirstøðukervinum á ein nútíðarhóskandi hátt. Ætlanin vísir á ítøkilig mál, stevnumið og karmar fyri fysisku planleggingini við at veita eitt neyvari yvirlit yvir, hvussu raðfestast skal, og hvørji fyrilit eru neyðug at taka. 

Landsverk og Strandfaraskip Landsins eru tøkniligir vitanar- og serfrøðingastovnar undir Samferðslumálaráðnum við øllum teimum førleikum, sum eru bygdir upp ígjøgnum tíðina. Við sínum tænastum eru stovnarnir til fyri borgaran at umsita og menna samferðslukervið. Stovnarnir eru óheftir av lokalpolitiskum og øðrum áhugamálum og raðfesta allar verkætlanir hareftir. Sum ein liður í planleggingararbeiðinum hjá Landsverki og Strandferðsluni verður galdandi samferðsluætlan, ið stingur út í kortið framtíðar samferðsluútbyggingar 12 ár fram í tíðina, dagførd umleið fjórða hvørt ár. Nýggj vitan og nýggj rák kunnu gera, at neyðugt er at broyta ætlanirnar. Tiltøk og verkætlanir kunnu koma afturat, eins og møguleiki er at broyta verandi verkætlanir. Í tíðarskeiðnum kann tilfar verða skoytt upp í ætlanina, so hvørt tørvur er á hesum.

Henda samferðsluætlan er ein hentleiki hjá borgarum, vinnulívi, áhugabólkum, ið hava møguleika at umrøða innihaldið. Áhugaði kunnu blaða seg fram til eitt nú, hvørji tiltøk vera sett í verk, ið ávirka teirra nærumhvørvi, og politiska skipanin kann brúka
fakliga arbeiðið sum vegleiðing og ráðgeving í sambandi við íløgujáttanir og politiskar avgerðir annars. 

Fyrsta heildarætlanin fyri føroysku samferðsluni var liðug í 2007 og kom út undir heitinum »Samferðsluætlan 2008-2020«. Næsta útgávan, »Samferðsluætlan 2012-2024«, var ein dagføring og víðari útbygging av fyrstu ætlanini. Hendan triðja útgávan hevur heitið »Samferðsluætlan 2018-2030«.

Dagførda samferðsluætlanin er samansett av niðan fyri nevndu høvuðsevnum. Enn fleiri evni eru undir viðgerð og ávegis. Evni sum alternativ orka, framtíðar krøv, pendling, og súkkluleiðir koma sum frálíður í samferðsluætlanina.

Seinast dagført: 09.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: