Høvuðsevnini

-   Størri íløgur komandi árini


-   Smærri íløgur komandi árini
 

-   Trygt ferðslukervi við skerdum viðlíkahaldi?


-   Ferðslutrygd


-   Strandfaraskip Landsins – endurnýggjan av flotanum

 

-   Ferðavinna og samferðsla


- Umhvørvi - grøn orka og heilsa


- Pendlan - knýtir økir saman


- Útoyggjar


- Tøknilig frambrot

 

-   Fígging av samferðslukervinum

 

 

STØRRI OG SMÆRRI ÍLØGUR KOMANDI ÁRINI
Arbeiðið at planleggja verkætlanirnar, nevndar í hesum framhaldi av 
Samferðsluætlanini, tekur støði í ymsum planleggingaramboðum. Nakrar mannagongdir innan planlegging og amboð eru viðgjørd niðanfyri, har ‘mobility management’ og tær ‘fýra meginreglurnar’ fyri burðardygga planlegging verða lýst nærri.

Verkætlanirnar vera lýstar fyri seg í egnum parti. Fyrst við stuttari lýsing av verandi umstøðum, síðani eini lýsing av viðgjørdum loysnum við kostnaðarmeting og at enda einum tilmæli. Verkætlanirnar eru ikki settar upp í raðfestari røð, men eru skipaðar landafrøðiliga frá norðast til sunnast í landinum.

  • Tilmæli standa at lesa í hvørjari einstakari verkætlan.

     

TRYGT FERÐSLUKERVI VIÐ SKERDUM VIÐLÍKAHALDI?

Skilagott viðlíkahald og rakstur kann tryggja, at tær íløgur, gjørdar eru í samferðslukervið, ikki missa virðið ella fella í órøkt. Fyrst er eitt ítøkiligt yvirlit yvir forfallið á undirstøðukervinum gjørt og síðani ein ætlan fyri, hvussu hetta kann bøtast aftur.

  • Sum heild er støðan ikki góð, og mælt verður til at hækka játtanina til rakstur og viðlíkahald, sum samsvarar við kanningar, ið staðfesta, at regluligt viðlíkahald í fíggjarligum høpi lønar seg betur, enn at lata verklagið (veg, tunnil, brúgv o.s.fr) fella í virði og krevja umfatandi umvælingar ella nýgerð.
  • Mælt verður til, at játtanin til at innheinta eftirsleipið verður økt til 10-15 mió. kr. árliga.
  • Mælt verður harafturat til, at einki nýtt verður bygt, fyrr enn rakstrar- og viðlíkahaldsjáttanir eru partur av íløguætlanini.

 

FERÐSLUTRYGD
Viðvíkjandi ferðslutrygd á vegunum er yvirskipaða málið at arbeiða fram ímóti nullhugsjónini, meðan ítøkilig mál eru t.d. at gera vegakervið ferðslutryggari við ymsum ferðslutrygdartiltøkum á vegum og í tunlum.

  • Mælt verður til, at játtanin til ferðslutrygdartiltøk verður hækkað til eini 8-10 mió. kr. árliga.
  • Mælt verður til, at serstøk játtan verður latin størri ferðslutrygdartiltøkum, tí tey liggja uttan fyri fíggjarkarmarnar. Her kann talan vera um eitt nú ljós í tunlum, umbygging av vegamótum og rundkoyringar.

 

STRANDFARASKIP LANDSINS - FERJUFLOTIN MÁ ENDURNÝGGJAST
Skilagott viðlíkahald og rakstur kann tryggja, at tær íløgur, gjørdar eru í samferðslukervið, ikki missa virðið ella fella í órøkt. Fyrst er eitt ítøkiligt yvirlit yvir forfallið á undirstøðukervinum gjørt og síðani ein ætlan fyri, hvussu hetta kann bøtast aftur.

  • Sum heild er støðan ikki góð, og mælt verður til at hækka játtanina til rakstur og viðlíkahald, sum samsvarar við kanningar, ið staðfesta, at regluligt viðlíkahald í fíggjarligum høpi lønar seg betur, enn at lata verklagið (veg, tunnil, brúgv o.s.fr) fella í virði og krevja umfatandi umvælingar ella nýgerð.
  • Mælt verður til, at játtanin til at innheinta eftirsleipið verður økt til 10-15 mió. kr. árliga.
  • Mælt verður harafturat til, at einki nýtt verður bygt, fyrr enn rakstrar- og viðlíkahaldsjáttanir eru partur av íløguætlanini.

     

FERÐAVINNA OG SAMFERÐSLA
Eitt væl virkandi og væl hildið undirstøðukervi og skip, ið lúka neyðugar treytir fyri ferðafólkaflutningi, eru ein týðandi partur av grundarlagnum undir eini blómandi ferðavinnu. Við vaksandi ferðavinnuni verður tað alsamt meira neyðugt at taka atlit at føroyska vegakervinum, sum í verandi løtu ikki í nóg stóran mun verður viðlíkahildið ella dagført.

  • Mælt verður til, at samstarv og samskifti verður sett í verk millum partar, ið varða av og ávirkast av ferðavinnuni á ein ella annan hátt.
  • Mælt verður til, at neyðugar ábøtur verða gjørdar á vegirnar við mest ferðafólkaferðslu.

 

UMHVØRVI – GRØN ORKA OG HEILSA
Náttúran verður ávirkað av fleiri verkætlanum, ið vera framdar í vegakervinum, og umhugsni um dálking og nýskipan av orkunýtslu eigur at raðfestast. Fyrilit eigur at vera tikið til náttúruna, tí jarðfrøðiliga og fagurfrøðiliga, og tað eigur altíð at verða ein natúrligur partur av planleggingararbeiðinum at menna og halda okkara samferðslukervið á høgum støði. 

Harafturat eigur fólkaheilsa at hugsast inn í arbeiðið, og í tí sambandi mennast ein súkkluætlan.

  • Landsverk mælir til, at 1 mió. krónur verða játtaðar til kanningar av ferðslularmi og til átøk, ið kunnu minka um dálking frá ferðsluni. Út frá kanningum kann verja fyri larmi gerast, og tiltøk fyri dálking setast í verk, sum síðani verða kostnaðarmett og fylgd upp við tilmælum um, hvat eigur at verða gjørt.
     
  • Mælt verður til, at 10 mió. krónur verða játtaðar árliga til at betra um súkklumøguleikarnar. Peningurin kann vera ein “pulja”, har til ber at lata stuðul til verkætlanir, sum land og kommunur gera í felag og/ella í samstarvi við ferðaskrivstovur, Fólkaheilsuráðið og aðrar viðkomandi partar. Talan er ikki bert um nýtt asfalt, men um verkætlanir, ið savna neyðug hagtøl, fremja kunnandi og upplýsandi átøk og eggja til nýhugsan og nýskapan.

     

PENDLAN - KNÝTIR ØKIR SAMAN
Pendlaramynstrið í Føroyum er í støðugari broyting, og tað er samsvarandi einum munandi batnaðum framkomuleika hjá føroyingum. Víst verður á nøkur av verandi pendlaraplássunum í Føroyum, og hvørji eiga at vera útbygd og/ella gjørd av nýggjum.

  • Landsverk og Strandferðslan mæla til, at ein heildarætlan fyri pendlarapláss verður 
    gjørd í samstarvi við viðkomandi kommunur. Somuleiðis at tey verða staðsett strategisk, soleiðis at møguleikarnar kunnu vera fleiri at koyra við hvørjum øðrum og nýta almenna ferðslu, bæði buss og ferjur. Harafturat skulu hentleikar til súkkling verða, soleiðis at fólk trygt kunnu stilla súkkluna, pumpa luft í hjólini og annað.



ÚTOYGGJAR
Fólkatalið í útoyggjum er einans 0,42 prosent av samlaða fólkatalinum í Føroyum. Hetta merkir ikki, at útoyggjarnar ikki hava ómetaliga stórt virði fyri Føroyar. Landsverk hevur verið í samskifti við Útoyggjafelagið og viðkomandi kommunur um undirstøðukervið á útoyggj. 

  • Mælt verður til, at ein heildarætlan verður gjørd fyri útoyggjar, har betran av samferðslumøguleikum verður viðgjørt.
     
  • Mælt verður til, at havnir og ferjulegur vera hildnar við líka og í tryggari legu, hóast fleiri eigarar.
     
  • Mælt verður til, at vegakervið í Kalsoynni, Svínoy og Fugloy verður dagført.
     
  • Mælt verður til, at hølisviðurskiftini og tangaáfyllingarnar verða betraði fyri tyrlupallarnar í Klaksvík, á Boðanesi og Froðba.

 

TØKNILIG FRAMBROT
Tøknin mennist í hvørjum, og framtíðarfilmarnir við sjálvkoyrandi og flúgvandi bilum, sum vit kenna frá 20-30 árum síðani, tykjast at vera nærri veruleikanum. Við tøkniliga frambrotinum koma stórar broytingar, ið vit øll mugu vera fyrireikaði til. Undirstøðukervið eigur altíð at vera smidligt, tí tað krevur vinnulívið, búsetingarplássini, heilsuøkið, útbúgvingin og trivnaðurin í samfelagnum. 
Føroyingar mugu tí verja verandi undirstøðukervi, og fremja neyðugu ábøturnar, áðrenn ov seint er. Um verandi undirstøðukervið verður viðlíkahildið, kann tað tillagast nýggjastu tøknini við tiltøkum, so hvørt hetta gerst neyðugt. Sum støðan er nú, er langt á mál at lyfta støðið upp á verandi vegakervi, soleiðis at tað lýkur øll nútíðar krøv til ferðsluverkløg.

  • Landsverk mælir til, at áðrenn fyrireikandi tiltøk verða sett í verk í sambandi við sjálvkoyrandi akfør, verður peningur játtaður til at heinta inn eftirsleipið á vegakervinum. Mælt verður til at játta 90 mió. krónur til viðlíkahald og eftirsleip í 20 ár. 70 mió. krónur fara til at varðveita verandi virðið, meðan 20 mió. krónur verða settar av til neyðugar og forsømdar ábøtur. Samlaða virði á eftirsleipinum er 375 mió. krónur.
     
  • Í sambandi við mennandi tøknina og ítøkiliga arbeiðið, ið Landsverk helst skal byrja upp á um 5 ár, verður mælt til, at 5 mió. krónur verða játtaðar til stríping og skelting. Sjálvkoyrandi bilar, og nýggjastu bilarnir á marknaðinum í dag, lesa strípur og skelti á vegnum, og tað er alneyðugt, at hetta er á lesivinarligum støði. Stríping og skelting eigur at vera regluligt viðlíkahald í vanliga rakstrinum, men orsøkin til tilmælið um hægri játtan er, at tøkniliga menningin kann krevja ávísar broytingar í skeltingini og strípingini, og sensorar skulu kanska setast í vegjaðaran, soleiðis at sjálvkoyrandi akførini fáa upplýsingar um veður, vind og ‘flow’ í ferðsluni. Viðmerkjast skal, at tilmælið fevnir um verandi tøkni innan sjálvkoyrandi bilar. Verður hugt longur fram í menningini er møguligt, at tað ikki verður neyðugt við strípum o.ø., men asfaltið verður í øllum førum neyðugt í langa tíð afturat. 

     

FÍGGING AV SAMFERÐSLUKERVINUM
Undirstøðukervið er alneyðugt fyri eitt vælvirkandi samfelag, men tað kostar sjálvandi pening at útbyggja og reka. Nøkur lyklatøl vera borin fram, ið lýsa støðuna viðvíkjandi manglandi viðlíkahaldi. Játtanin til rakstur og viðlíkahald er minkað nógv seinnu árini. Dagsins játtan verður samanborin við játtanina í 1996, og víst verður á, at um játtanin tá verður framroknað, og hædd tikin fyri inflasjón, var nóg mikið til viðlíkahald og innheinting av eftirsleipi.

Ymisk gjøld verða lýst, ið kunnu tillagast ella setast í verk, sum skrásetingargjald, vegskattur, brennioljugjald, MVG, tunnilsgjald, bummgjald, gjaldsringar, ‘roadpricing’ og ferðaavgjøld. Strandferðslan og Landsverk mæla til, at verður ein gjaldsskipan sett í verk fyri at fíggja samferðslukervið, skal samhaldsfestið varðveitast, ið annars er eyðkennandi fyri verkætlanirnar í samferðslukervinum.

  • Mælt verður til, at ein skilagóð og haldbar loysn verður funnin at fíggja samferðslukervið.
     
  • Landsverk mælir til at varðveita verandi skipan og javnføra verandi gjøld, ið hava við bilognarskap at gera og tær inntøkur, ið fylgja við. Sí fyrra partin um fígging av
    samferðslukervinum. Eitt nýtt játtanarbýti av inntøkuni frá verandi gjøldum er tó ein politisk uppgáva.
Seinast dagført: 09.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: