Framhaldsarbeiðiðvið Samferðsluætlan

Innihaldið í hesum partinum av Samferðsluætlanini er framhald av útgivnu Samferðsluætlanini, ið varð latin Løgtinginum til aðalorðaskiftið 11. mars 2019. Sum nevnt í innganginum til fyrra partin, er nýggjasta Samferðsluætlanin sett saman av fleiri
eindum ella høvuðsevnum. Har var eisini nevnt, at fleiri partar eru ávegis.

Verkætlanin at dagføra Samferðsluætlanina er skipað við einum stýrisbólki og einum arbeiðsbólki. Í stýrisbólkinum eru umboð fyri Samferðslumálaráðið, stjórin á Landsverki, stjórin á Strandferðsluni og deildarleiðarin á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki.
Deildarleiðarin er skrivari í stýrisbólkinum og forkvinna í arbeiðsbólkinum. Í arbeiðsbólkinum sita starvsfólk á Landsverki og Strandferðsluni, meðan aðrir persónar luttaka eftir tørvi. Aðrir felagsskapir og stovnar, ið hava áhuga í verkætlanini, kunnu vera umboðaðir. Eitt nú við, at tilfar kann verða latið teimum til hoyringar.

MÁLBÓLKUR OG RAÐFESTINGARGRUNDARLAG
Samferðsluætlanin er ikki bara gjørd til tey, ið smíða lógir landsins og veita játtanir, men eisini teir borgarar, ið brúka tænasturnar, og sum merkja hvørt inntriv, ið gjørt verður í teirra nærumhvørvi. Tískil skal Samferðsluætlanin eisini fatast sum eitt kunningaramboð til lokalsamfelagið. Tað vil í stuttum siga, at Samferðsluætlanin er skrivað til øll.

Landsverk hevur í undanfarnu samferðsluætlanum raðfest verkætlanir, sum ikki eru framdar enn, meðan aðrar, ið ikki hava verið raðfestar frammarlaga hjá Landsverki, eru gjørdar, tí politisk semja hevur verið um tær. Listin yvir verkætlanir er ikki endaligur, og tað eru verkætlanir í hesi Samferðsluætlanini, ið ikki eru nevndar. Tað kemst ikki av, at ávísar verkætlanir koma fram um aðrar, men tí fleiri eru ikki liðugt viðgjørdar. Nakrar verkætlanir
eru strategiskt valdar frá, tí væntast kunnu broytingar av Eysturoyartunlinum, og at ferðslumynstrið fær annað skap. Hinvegin eru ávísar verkætlanir tiknar við, og møguligar
linjuføringar lýstar, soleiðis at tað sæst, hvar ætlanin er til dømis at staðseta ein veg. Hetta kann eisini vera viðkomandi fyri aðra bygging á staðnum, tí tað kunnu vera ásetingar um, hvussu tætt byggjast kann við møguligu linjuføringina.

EFTIRSLEIPIÐ MÁ RAÐFESTAST
Hægsta raðfesting fyri flutningskervið í tíðarskeiðnum 2018-2030 er rakstur og viðlíkahald. Viðlíkahaldið eigur at fáa eina játtan, sum ger tað møguligt at byrgja upp fyri eftirsleipi. Kervið eigur at verða rikið á ein slíkan hátt, at tað hevur størst møguligt gagn fyri brúkaran í mun til at veita eina góða tænastu.

Fleiri ressursir mugu setast av til at innheinta eftirsleipið, sum longu er staðfest á flutningskervinum. Hetta snýr seg ikki bert um endurasfaltering, men eisini viðlíkahald av tunlum (t.d. skróting), havnum (t.d. brimgarðar og atløgubryggjur), eins og onnur verkløg á undirstøðukervinum. Verður hægri játtan ikki sett av til viðlíkahald, gerast avleiðingarnar, at enn meira peningur í framtíðini skal nýtast til at rætta eftirsleipið uppaftur. Í síðsta enda gongur hetta út yvir bæði trygd og tænastu.

Framhaldið av Samferðsluætlanini er evnað til í samstarvi millum Landsverk og Strandfaraskip Landsins og við onnur, ið virka á ella hava áhuga í samferðsluøkinum. Ætlanin verður dagførd við jøvnum millumbili og tikin upp til endurskoðan umleið fjórða hvørt ár, tí bæði umstøður og fortreytir eru undir støðugum broytingum.

Vit eggja øllum viðkomandi pørtum at koma við teirra íkasti og eini framferð, ið er merkt av vilja til samstarv. Allar viðmerkingar eru vælkomnar í sambandi við framhald av Samferðsluætlanini.

Seinast dagført: 09.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: