Føroyar- ein býur

Eitt av høvuðsmálunum seinastu árini er at knýta oyggjarnar saman. Samfelagsbroytingar seinastu sjeyti árini hava stytt ferðatíðirnar í landinum munandi. Ferðatíðin til og úr Tórshavn skal ikki verða longri enn ein tíma. Nevnast kann, at Suðuroyartunnilin fer at stytta ferðatíðina til umleið ein tíma.

Hesum málinum, nærkast vit nú. Tískil er neyðugt at hugsa frameftir og fremja nýgerð og neyðuga tillaging av vegum, tunlum, tyrluflutningi o.ø. Umráðandi er, at samferðslukervið verður útbygt á ein so framskygdan hátt sum gjørligt og byggja á góða planlegging. Hetta soleiðis, at raksturin og viðlíkahaldið eftir nýgerð gerst ein natúrligur partur av íløgujáttanum.

Í sambandi við hvørjar íløgur skulu gerast, ynskja Landsverk og Strandferðslan áhaldandi at virka fyri, at yrkisføri, serfrøði og sannroyndir verða týðandi partur av grundarlagnum
undir avgerðunum. Hetta er alneyðugt, tá politiska skipanin í ávísan mun nýtir samferðsluætlanina sum grundgeving fyri tiknar avgerðir, ið ávirka ferðslukervið og íbúgvar. Hetta tí tiknu avgerðirnar, sum ikki altíð eru beinleiðis viðkomandi fyri samferðsluøkið, hava sjónligar avleiðingar fyri ferðsluna. Skúlar, stovnar ella virki við nógvum arbeiðsplássum á einum ávísum staði, elva til, at ferðslan í hesum øki veksur. Vit eru í góðum tíðum og uppliva eina samfelagsliga menning við fullari ferð.

Fleiri verkætlanir, ið bæði land og kommunur hava sett í verk, hava ávirkan á samanlagt fleiri tíggju túsund fólk, og tað ávirkar yvirskipaða ferðslumynstrið. Við allari menning, nýgerðum og visjónum er umráðandi, at ferðandi í Føroyum ongantíð eru í váða, tá tey nýta føroyska ferðslukervið. Trygd í ferðsluni eigur altíð at vera raðfest fremst.

Seinast dagført: 09.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: