Sambýli í Reynstúni á Argjum

UNDANGÓÐKENNING: Landsverk, hereftir "Byggiharri", heitir hervið á fyritøkur at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á heildarráðgeving í sambandi við nýbygging av sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki, staðsett á Argjum.

Kunnandi verður upplýst, at komandi útboð verður framt sum eitt alment útboð við undangóðkenning sambært løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing. Tað verður kunnað um, at tríggjar fyritøkur verða bodnar at geva tilboð.

Samsýning á 70.000 krónur verður givin fyritøkunum, sum geva tilboð við einari samlaðari meting yvir miðal. Samsýningin hjá fyritøkuni, sum fer at gera ráðgevarasáttmála við byggiharran, verður roknað sum partur av samlaðu ráðgevarasamsýningini.

Lýsing av uppgávuni
Nýtt sambýli skal eftir ætlan byggjast á matr. nummar 4cl, 4cm og 4bs á Argjum, og fevnir tað um bæði bygning, atkomu, parkeringsøki og uttanumøki.

Byggjast skal eitt sambýli á umleið 1.200 - 1.300 fermetrar - helst í einari hædd. Sambýlið skal líkjast einum privatum heimi, og skal tískil fella væl inn í bústaðarumhvørvið, ið liggur upp at byggiøkinum. Sambýlið er býtt sundur í eindir, og skulu einstøku eindirnar ikki órógva hvørja aðra í dagligdegnum, men heldur stuðla upp undir virksemið í hvørji einstøku teirra.

Fígging
Samlaði fíggjarligi kostnaðurin fyri verkætlanina er 35 milliónir krónur. Eingin verklagslóg fyri verkætlanina fyriliggur í verandi løtu – sí frágreiðing undir "Tíðarætlan".
 

Úrslit: