02-10-2018
Sambýli í Reynstúni á Argjum
UNDANGÓÐKENNING: Landsverk heitir hervið á fyritøkur at søkja um undangóðkenning til at geva tilboð upp á heildarráðgeving í sambandi við nýbygging av sambýli á Argjum til fólk við menningartarni og fjølbreki.

Nýtt sambýli skal eftir ætlan byggjast á Argjum, og fevnir tað um bæði bygning, atkomu, parkeringsøki og uttanumøki. Sambýlið í Reynstúni, ið verður umleið 1.300 fermetrar til støddar, skal líkjast einum privatum heimi og fella væl inn í bústaðarumhvørvið. Freistin at søkja um undangóðkenning er mánadagin 29. okt. 2018, kl. 14.00. Les meira undir "Útboð" á heimasíðuni her

Úrslit: