Sambýlið á Mýruni

Landsverk heitir við hesum á áhugaðar fyritøkur um at geva tilboð sambært útbjóðingartilfari upp á fylgjandi uppgávur:

Niðurtøka og burturbeining av tveimum sethúsum. Arbeiðstakarin skal í sínum tilboði írokna allar veitingar, lýstar í felags- og sertreytunum og í tilboðslistanum.

Útboðið verður framt sum eitt alment útboð sambært løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing v.m. við broytingum lýstar í løgtingslóg nr. 52 frá 6. mai 2016.

Útboðstilfar

Útboðstilfarið inniheldur:

- Útboðsbræv
- Felags- og sertreytir
- Byggiplásstekning
- Tilboðsskjal dagf. 17.07.2019
- Nøgdarlista dagf. 17.07.2019
- Høvuðstíðarætlan dagf. 17.07.2019
- HTU-ætlan og fylgiskjøl 1-9
- Støðumetingar av Mýruni 4 og 6
- Trú- og heiður váttan um falna skuld til tað almenna (Paradigma hjá Landsverki)

Útboðstilfarið er atkomuligt umvegis talgilda samskiftispallin hjá Landsverki á: https://www.ibinder.com/External/EnquiryLink.aspx?id=ueqtwvivcg

Tað er gjørligt hjá brúkarum av iBinder at tilluta loyvi til at síggja útboð gjøgnum iBinder. Vegleiðing er eisini at finna á www.iBinder.com.

Spurningar og vegleiðing til samskiftispallin iBinder kunnu stílast til:

Helga Johannesen
Tel. 290 873
T-post: hejo@lv.fo

Tilboðsfreist
Tilboð skulu latast inn talgilt gjøgnum samskiftispallin iBinder hjá Landsverki. Innlating av tilboðum fer fram við at senda samlað tilboð til skiljiblað "Tilboð" inni í iBinder. Vísast skal til vegleiðingina á heimasíðuni hjá iBinder  https://www.ibinder.com/pub/dk/filmklip.aspx undir “Digitalt udbud”. Tilboð skulu latast inn í seinasta lagi:

16.08.2019 klokkan 13.00.

Tilboð, sum koma inn eftir hesa freist, verða ikki tikin við til metingar.

Sýn á staðnum
Sýn á staðnum verður hildið 05.08.2019 klokkan 11.00. Fundarstaður er á staðnum, á Mýruni 4 og 6, 188 Hoyvík. Av praktiskum ávum verða tit biðin um at boða frá, um tykkara fyritøka ætlar at luttaka til sýn á staðnum og upplýsa, hvussu nógv koma (tó ikki fleiri enn 2 umboð fyri hvønn tilboðsgevara), seinast mikudagin 31.07.2019. Fráboðanin fer fram við at senda teldupost til chdj@lv.fo

Spurningar verða ikki svaraðir, meðan sýn fer fram á staðnum, men felags spyrjifundur verður hildin á staðnum beint eftir sýnið hevur verið.

Spurningar
Spurningar skulu setast í iBinder undir "Spurningar og svar". Innkomnir spurningar verða svaraðir seinast 12.08.2019. Spurningar, sum verða settir eftir 12.08.2019 kunnu ikki væntast at verða svaraðir.

Freist: 16-08-2019 KL 13:00
Úrslit: