29-01-2019
Ráðgevara- og arbeiðstøkutryggingar. Hvat vendir upp, og hvat vendir niður?
TILTAK: Byggiharrar og Ráðgevarafelagið fara 8. februar 2019 í felag at skipa fyri einum tiltaki um ráðgevaratryggingar og arbeiðstøkutryggingar, ið verður á Panorama Hotel Hafnia.

Skráin fyri tiltakið er hendan:

08.30     Morgunmatur
08.45     Ráðgevaratryggingar frá einum ráðgevarasjónarmiði
– Paul K. Jeppesen, Danske Ark
10.15     Steðgur
10.30     Arbeiðstøkutryggingar frá einum byggiharrasjónarmiði
– Arne Vatnhamar, Ravnur Tryggingarmekling
12.00     Døgurðasteðgur
13.00    Spurningar og kjak
14.00    Liðugt

Kostnaðurin fyri tiltakið er 1.200 krónur fyri limir í Byggiharrasamtaki Føroya og Ráðgevarafelagnum og 2.000 krónur fyri ikki limir.

Paul K Jeppesen er sjefkonsulentur í tryggingarmálum hjá Danske Arkitektvirksomheder og hevur havt við tryggingarmál at gera í meira enn 30 ár.

Arne Vatnhamar er stjóri á nýggju tryggingarmeklarafyritøkuni, Ravnur Tryggingarmekling. Arne hevur starvast sum tryggingarserfrøðingur hjá altjóða tryggingarmeklarafyritøkuni, Marsh, til hann síðsta ár gjørdist sjálvstøðugur tryggingarráðgevi/-meklari í Føroyum. Sum ráðgevi hjá Marsh hevur Arne serliga ráðgivið um ábyrgdarbýtið í avtalum, veitt skaðaráðgeving og ráðgivið um ábyrgdar- og arbeiðstøkutrygging.

Tilmeldingin, sum er bindandi, fer fram hjá Byggiharrasamtaki Føroya, t-postur: malu@lv.fo, tel. 290 880, og við at rinda luttøkugjaldið á kontu nr. 9181-128.220.6 og viðmerkja ”tryggingartiltak”. Freistin at melda til er mikudagin 6. februar 2019.
 

 

Úrslit: