28-08-2018
Økt ferðsla av ferðafólkum
ÁRSFRÁGREIÐING: Fleiri ferðafólk merkir eisini fleiri bilar á landsvegunum. Landsverk hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við at fyrireika infrakervið til eitt øðrvísi ferðslutrýst og fremmandu gestirnar til koyriumstøðurnar í Føroyum. Ikki óvæntað er tað serliga í summarhálvuni, at størsta ferðslulopið at finna, tá ferðafólkastreymurin er í hæddini.

Nýggjastu ferðsluteljingarnar hjá Landsverki staðfesta eina munandi hækking í talinum av akførum, sum nú koyra á føroyska vegakervinum. Hetta stendur at lesa í ársfrágreiðingini fyri 2017-18 hjá Landsverki, sum kom út fyrr í ár. Økta ferðslan er galdandi fyri alt árið, men serliga í summarhálvuni er størsta lopið at finna, tá streymurin av ferðafólkum er í hæddini.

Hetta er nakað, Landsverk seinastu árini hevur fyrireikað seg til. Millum annað hevur hugt verið eftir, hvussu stóri ferðafólkavøksturin í Íslandi hevur ávirkað infrakervið har og eftir teimum avbjóðingum, sum íslendingar hava á ferðsluøkinum.

Eins og manga aðrastaðni koyra ferðafólk í stóran mun kring Ísland í bussi ella egnum ella leigaðum bili. Hetta hevur havt avbjóðingar við sær, og neyðugt hevur verið at kunna neyvt um, hvussu tú koyrir í landinum. Bæði á einbreytaðum vegum, óasfalteraðum vegum, um ampan av seyði á vegnum,  og eisini at minna fólk á at brúka trygdarbelti. Ein annar trupulleiki er økta tunga ferðslan á teimum smærru og oftani smølu vegunum.
Hóast roynt hevur verið at upplýsa og vegleiða so væl sum gjørligt í Íslandi, so hava tíverri fleiri ferðsluvanlukkur verið, har ferðafólk hava verið uppií. Eisini við deyða sum avleiðing. Ein afturvendandi syndari er vantandi nýtsla av trygdarbelti.

Alneyðugt við greiðari kunning
Á føroyska infrakervinum síggja vit nógvar av teimum somu avbjóðingunum. Landsverk hevur tí seinnu árini framleitt kunnandi tilfar, ið beinleiðis vendir sær til útlendingar á føroyska infrakervinum.

“Driving in the Faroes” er ein filmur, sum vísir útlendsku gestunum, hvussu tú koyrir í Føroyum. Víst verður millum annað á, hvussu tú koyrir í teimum gomlu, smølu tunlunum, á víkiskyldurnar í tunlunum og í brekkum. Fremmandu bilførararnir vita ikki altíð, hvør eigur at víkja fyri hvørjum.

Eisini økta bussferðslan hevur avbjóðingar við sær á serliga teimum smølu vegunum, tá til dømis fleiri bussar koyra har samstundis. At enda skulu útlendingar eisini venja seg við, at seyður er ein vandi á føroysku landsvegunum. Alt hetta og meira afturat verður lýst í hesum filmi, sum hevur fingið sera góða móttøku í ferðavinnuni her heima og millum útlendingar.

Saman við filminum er eitt lítið minnisblað gjørt við støðumyndum og lýsingum úr filminum. Minnisblaðið hava fleiri kunningarstovur og bilútleigarar í Føroyum fingið, og eftirspurningurin hevur verið munandi størri enn væntað.

Sóljuleiðir og útsýnisstøð
Arbeitt verður somuleiðis framhaldandi við at menna og útbyggja sonevndu sóljuleiðirnar á landsvegunum. Millum annað eru fleiri nýggj víkipláss gjørd síðstu árini. Sonevnd útsýnisstøð ella “view-points” og dvalarvikar, ið verða útgjørd við ymsum hentleikum til ferðafólk. Eitt nú við benkrum, borðum og skrellispannum.

Skeltir, ið lýsa landslagið og tað, ið er vert at síggja í økinum, verða eisini sett upp av kommununum.

Sóljuleiðirnar hava fingið góða móttøku millum fólk og afturmeldingarnar eru jaligar. Bæði frá fremmandum ferðafólkum og føroyingum, sum ferðast í egnum landi. Landsverk hevur somuleiðis fingið nógvar áheitanir um at gera fleiri “view-points” og at økja talið av dvalarvikum.
Vegir, sum nú eru Sóljuleiðir:
-    Vegurin um Hovsegg
-    Vegurin um Hestin
-    Oyggjarvegurin
-    Saksunarleiðin
-    Tjørnuvíkarleiðin
-    Eiðisskarð
-    Gjáarleiðin
-    Funningsfjarðarleiðin
-    Elduvíkarleiðin
-    Vegurin um Agnið
-    Oyndarfjarðarvegurin
-    Vegurin til Múla
-    Gásadalsleiðin

Landsverk arbeiðir tætt saman við bæði kommunum, ferðafólkaskrivstovum og Visit Faroe Islands fyri áhaldandi at menna og fyrireika infrakervið til at kunna taka ímóti økta ferðafólkastreyminum hendanvegin.

Myndir: HeinesenMyndir/Landsverk ©

Ferðafólkafilmurin “Driving in the Faroes” kann takast niður HER.

Ársfrágreiðingin hjá Landsverki fyri 2017-18 kann takast niður HER.


 

 

Úrslit: