Mobilt knúsiverk

Landsverk ynskir at keypa eitt mobilt knúsiverk við eini arbeiðsvekt á umleið 60 tons, sum í høvuðsheitum skal brúkast í grótbrotinum hjá Landsverki í Suðuroy, og skal virka í umleið 200 metra hædd. Tað skal vera møguligt at flyta knúsiverki til at brúkast aðrastaðni í landinum; t.d. í Sandoynni, Streymoynni og í Eysturoynni.

Útboðstilfar

Útboðstilfarið er atkomuligt umvegis talgilda samskiftispallin hjá Ordragevara á: https://www.ibinder.com/External/EnquiryLink.aspx?id=bfybxqycxj

Kontaktpersónur á Landsverki er Ási Mikkelsen, tekniskur leiðari á Framleiðsludeildini, teldupost asmi@lv.fo. Seinasta freist at seta spurningar er 12. desember 2018 klokkan 12:00.

Innlatingarfreistin er 13. desember klokkan 12:00, og vinnarin verður kunngjørdur 31. desember 2018.

Freist: 13-12-2018 KL 12:00
Úrslit: