Lastbilar til vetrartænastuna hjá Landsverki

ÚTBOÐ: Landsverk ynskir at keypa tveir lastbilar til vetrartænastuna, ið skulu taka lut í kavagrevstri og salting á øllum landsvegakervinum. Heitt verður við hesum á fyritøkur um at geva tilboð upp á hetta.

Útboðið verður framt sum eitt alment útboð sambært rundskrivi um keyp av vørum og tænastum nr. 9003 frá 1. juli 2019.

Útboðstilfar

Útboðstilfarið er samansett av

  • Útboðsbrævi
  • Fylgiskjal A - Tilboðslisti
  • Fylgiskjal B - Treytir og krøv
  • Sáttmáli - Service avtala
  • Trú- og heiður váttan um falna skuld til tað almenna
     

Útboðstilfarið er atkomuligt í talgilda samskiftispallinum hjá Ordragevara á: https://www.ibinder.com/External/EnquiryLink.aspx?id=authggttnw

Tað er gjørligt hjá brúkarum av iBinder at tilluta loyvi til at síggja útboð í iBinder. Vegleiðing er eisini at finna á www.iBinder.com

Spurningar og support til samskiftispallin iBinder kunnu stílast til:

Helga Johannesen
Tel. 290 873
T-post: heja@lv.fo

Tilboð
Tilboð skulu latast inn talgilt gjøgnum samskiftispallin hjá Ordragevara, sum er iBinder. Innlating av tilboðum fer fram við at senda samlað tilboð til skiljiblað "Tilboð" inni í iBinder, og skulu tilboð latast inn í síni heild í seinasta lagi 17. desember 2019 klokkan 13.30. Tilboð, sum koma inn eftir hesa freist verða ikki tikin við til metingar. Tilboð verða latin upp í iBinder klokkan 13.30, og tilboðsprísir og fyrivarni verða kunngjørd á iBinder beint eftir lisitatiónina. Hetta verður ein sokallað talgild lisitatión.

Spurningar
Spurningar skulu setast á føroyskum og í iBinder undir skiljiblaði "Spurningar og svar". Spurningar skulu setast í seinasta lagi 11. desember 2019 klokkan 23.59. Spurningar verða svaraðir skrivliga og dulnevndir. Svar verða atkomulig fyri allar tilboðsgevarar á iBinder skjótast gjørligt og leypandi.

Freist: 17-12-2019 KL 13:30
Úrslit: