Finn vegalongd

Kunngerðir

Sumbiartunnilin13-08-2018

Arbeitt verður í Sumbiartunlinum frá týsdegi 14. august og tríggjar vikur fram. Í hesum sambandi verður tunnilin stongdur: 

Sunnukvøld á midnátt til mánamorgun kl. 07.00

Mánakvøld kl. 21.00 til týsmorgun kl. 07.00

Týskvøld kl. 21.00 til mikumorgun kl. 07.00

Mikukvøld kl. 21.00 til hósmorgun kl. 07.00

Bilar sleppa ígjøgnum hvønn heilan tíma, meðan arbeitt verður, og akfør í neyðsynjarørindum sleppa altíð ígjøgnum tunnilin.

Hvítanesvegur-Ringvegur13-06-2018

Fram til 1. juli verður arbeitt við at gera ljósregulering í vegamótinum Hvítanesvegur-Ringvegur. Koyrið varliga.

Kaldbaksfjarðarvegurin01-03-2018

Í sambandi við tunnilsarbeiðið verður nakað av tungari ferðslu komandi tíðina yvir um Kaldbaksfjarðarvegin við arbeiðsvegin til Eysturoyartunnilin. Fram til 31. mars verður ferðslan har tí skipað við ferðsluljósi millum klokkan 09.00-15.30 og 17.00-07.00.

Gøtudalur04-12-2017

Fram til 31. mars 2018 verður arbeitt á landsvegnum frá rundkoyringini í Gøtudali niðan á Varmakeldueiðið. Koyrið varliga.

Visti tú?
Brúgvar

Verkætlanir

Úrslit: